Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Eftir at hava ligið og rótað í botninum saman við VB alt kapp inga rárið, hava VÍF- kvinnurnar tikið seg nógv fram í síðst u ni. Umframt at vera í steypafinaluni, eru tær nú eisini leys ar av botninum Ferð eftir ferð hava hond bólts­ kvinnurnar í Vestmanna víst góðar taktir í síðstuni, og dysturin á Skála í gjár var einki undant ak. StÍF, sum annars alt árið hevur ligið trygt í miðju ni, fekk ongantíð fatur á VÍF, men darlaði aftanfyri alla tíðina – onk ra løtuna enntá langt aftanfyri. Mestsum allan fyrra hálvleik var VÍF tvey og trý mál frammanfyri, og eitt skifti í seinna hálvleiki líktist tað stórsigri, tí ta einu løtuna vóru heili átta mál á muni. Men samstundis sum VÍF tók sær meira av løttum ímóti endanum, ernaðust StÍF­ kvinnur nar og gjørdu eitt hál, ið mink aði ósigurin niður í fýra mál. Størsti munurin á liðunum var verju spælið, tí meðan kvinnurnar úr Vest manna vóru neyvar og nærl­ agdar, so fyrst og skjúttarnir hjá StÍF ikki skuldu sleppa ov nógv framat, var verjan hjá StÍF fyri tað nógva sum ein opnhjallir, ið alt slapp ígjøg­ num. Einasti spælarin hjá StÍF, sum VÍF ongan tíð ordiliga fekk fatur á, var Fríðr ún Danielsen á høgra vongi, men annars eydnaðist fyri tað nógva at taka broddin av álops­ roynd unum hjá StÍF. Rebekka fekk gama ní skotið gott og væl helvtina av málunum hjá StÍF í seinna hálv­ leiki, men einsamøll hótti hon ikki nóg nógv. Varieraðu væl Hinvegin hevði VÍF góða breidd og dygd í sínum álopsspæli, ið var nógv meira varierað og gjøgnumhugsað. Mál komu úr øllum ættum, og sjálvs álitið lýsti av gulklæddu kvinn­ unum, ið Adina Chiricescu í StÍF­ málinum ikki hevði lært at lisið av fyrr enn ímóti endanum, tá hon forð aði fyri tí heilt stóra skrædlinum við tveimum ella trimum góðum bjarg ingum, tá VÍF­kvinnur komu einsa mallar ímóti málinum. Sum heild undirstrikaði sigurin hjá VÍF, at kvinnurnar í Vestmanna veru liga hava fingið luft undir veing ir nar í síðstuni. Fyrst vunnu tær seg í steypafinaluna og síðani hava tær nú vunnið tvær tær síðstu ferðir nar, so tær eru komnar upp á seks stig – tvey stig aftan fyri StÍF og fýra stig framman fyri VB. Komandi dysturin verður sera av gerandi fyri, hvussu árið fer at hilna st hjá VÍF, tí um tvær vikur skal VÍF til Vágs at spæla ímóti VB. Hetta kann tó gerast tungt hoyggj at draga, tí hesin dysturin er ikki minni av gerandi fyri VB… Forrestin, so er tað sjáldsamt at síggja tvey so skikkilig lið á vøllinum sum í gjár, tí tað gjørdist ongantíð neyðugt hjá dómarunum at hava fingr ar nar á lofti og vísa nøkrum spælara út! StÍF-VÍF 25-29 (13-15): Vinnandi VÍF-kvinnur Gott fyri sjálvs- álitið – Hetta vóru sera týdningarmikil stig fyri okkum, og vit kunnu ikki siga annað, enn at hetta hevur ver ið ein góð vika, tí hon hevur giv ið fýra stig. Og at so VB tapir stórt fyri Neistanum, samstundis sum vit vinna á StÍF, er bara gott fyri okkum, sigur Liljan Djurs huus, sum við 10 málum var topp skjútti í dystinum á Skála í gjár. – Vit hava alla tíðina ligið í botni num og hava ongantíð kent okkum tryggar. Tað gera vit held ur ikki enn, tí nógv er eftir av kappingarárinum, men hetta er avgjørt gott fyri sjálvsálitið hjá okk um. Hetta hava verið nakrar ótrú l iga góðar vikur fyri okkum, nú vit bæði eru komnar í steypa­ finaluna og eru blivnar leysar av botninum. Liljan Djurhuus ásannar eisini, at tað hevur ávirkan á so nógv, at úrslitini byrja at koma og at lið ið hevur eitt sindur av viðráki. – Eg haldi, at spælið koyrir eitt sind ur betur hjá okkum, og tá vit so vinna, verður hugurin at venja og spæla eisini nógv betur. hil Fakta um dystin StÍF-VÍF 25-29 (13-15) 10 min: 4­5 20 min: 8­10 40 min: 16­19 50 min: 19­27 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 8 (2), Fríðrún Danielsen 6, Roxana Bodirláu 5, Bobra Adriana 2 (2), Anna L. Petersen 2, Rósa Danielsen 1 VÍF: Liljan Djurhuus 10 (2), Agnas Olsen 5, Heidi Joensen 3 (2), Tóra Seloy 3, Elisa Leo 2, Halla Midjord 2, Katrin Christophersen 1, Linda Davidsen 1, Finngerð Jensen 1, Rakul Joensen 1 Brotskøst: StÍF 5, VÍF 5 Útvísingar: StÍF 0, VÍF 0 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr VÍF-kvinnurnar høvdu munin við varierandi álopsspæli – her er tað vongurin, Tóra Seloy, ið skorar av strikuni – meðan StÍF serliga hevði trupulleikar í verjuni, sum fangaði lítið og einki Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ársins fótbóltsspælari í Reykjavík Símun Samuelsen er ársins fótbóltsspælari í Reykjavík í 2009, og hann varð eisini valdur ársins spælari í Keflavík í summar. Harafturat gjørdist Símun Samuelsen nummar trý sum ársins ítróttarfólk á Reykjavíkarleiðini, sum varð kosið nýggjársaftan. Símun er 24 ára gamal, og hevur spælt við Keflavik síðan 2005. Hann hevur spælt 73 dystir fyri liðið í bestu deildini, og hevur tilsamans fingið 18 mál, 11 steypadystir við fýra málum og 10 UEFA­dystir við tveimum málum. Hann gjørdist steypavinnari við Keflavík í 2006 og hevur eisini spælt 27 landsdystir fyri Føroyar.