Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 Botnstøðið hjá VB er fram­ vegis ov lágt, og so var einki at gera móti Neista­ num, sum vann trivaligan stór sigur Eftir at tær púrasta óvæntað taptu móti VÍF í miðvikuni, sóu Neista­ kvinn ur ikki heilt álvuligar út fyrstu løtu na móti VB. VB fylgdi væl við í dystinum, og ser­ liga tóktist strikuspælið hjá gestu num at geva Neistanum trupul leikar. VB hevur tó eisini sínar trupul­ leikar. Fyrst og fremst er hópurin smal ur og ungur, og hartil hevur lið ið ikki skjúttan, sum kann opna mót s tøðuverjuna. Tí eydnaðist tað Neistanum at fáa verjuna upp at koyra hampuliga skjótt, og so var ikki nógv hjá VB at gera. Fríða Petersen í Neista­máli­ num hevur helst besta útkastið í føroyskum hondbólti yvirhøvur, og tað stóð ikki á hjá henni at senda hópin av kontrabóltum avstað, s o­ leiðis at VB seinna partin av fyrra hálv leiki varð runnið niður og norð. Eftir steðgin var eingin spenn ing­ ur í longur, og hetta vistu tær hjá VB eisini. Tað gav Neistanum lætt spæl, og tað eydnaðist teimum eisini at vinna seinna hálvleiki somikið sann førandi sum 19­7! Hóast upptaktin var heldur roka lig, fingu áskoðararnir ein javnan og spennandi dyst millum oddaliðini bæði, tá tey spældu ásettu tíðina í Runavík í gjár Undan oddadystinum millum Tjald­ ur og Stjørnuna í gjár var øgiligt rok um flyting av dystinum og hvør vildi hvat og ikki. Men hóast talan helst mest var um misskiljingar og illveður í einum vatnglasi, so endaði málið við semju á vøllinum, tí javn­ leikur gjørdist úrslitið. Og hóast tað hevði ljóðað, at Tjald ur nóg illa fekk mannað lið, líkt­ ist manningin øgiliga nógv tí van­ liga. Størsta broytingin var helst, at Alina Olaru Anghel, sum hevur verið í barsil, var við aftur og spældi á strik uni hjá teimum í Runavík. Yvirhøvur var talan um ein javnan og spennandi dyst, og fyrstu 20 minutt irnar fylgdust tey upp á 10­10. Men so fekk Stjørnan meira vind í seglini løtuna undan steðg i­ num, so fýra mál gjørdust á muni. He s in munur var tó etin uppaftur bein an vegin í seinna hálvleiki, tá Tjald ur hevði eina góða løtu at byrja við. Onkursvegna tóktist tað, sum vóru spælararnir hjá Stjørnuni ikki líka tendraðir sum teir hjá Tjaldri, ið óivað vildu vísa, at óstøðugu úrslitini í síðstuni høvdu líka nógv við tað at gera, sum er hent uttan fyri vøllin. Ímóti endanum gjørdist sera spenn andi, men líkt var til, at Stjørn­ a n skuldi fara avstað við øllum. Men Guðrun í Lágabø tók tvey brotskøst, umframt at hon hevði avgerandi bjarg ing í næstseinasta álopinum, tá Stjørnan kundi økt munin upp í tvey mál. Í staðin fekk Annika Thomsen javnað í evstu løtu, so tí er enn einki av g jørt í oddanum á Sunset­kapp­ ing ini, har tað tó framvegis er greitt, at allir dystir millum hesi bæði liðini eru forsmakkur upp á FM­finalurnar hetta kappingarárið. Enn er arbeiðsloyvið hjá lita viska venjaranum ikki komið í rættlag, og sam an við einum nýggjum spæl­ ar a mátti hann vera áskoð­ ari á Hálsi VB kundi annars undan viku skifti­ num boðað frá, at Avaras Daugas nú aftur skal vera venjari hjá hond­ bóltskvinnunum í Vági. Tann sessin hevur Gurið Mortensen annars røkt, men hon hevur sagt seg frá, nú barnsburðurin av álvara stundar til. Umframt Avaras, sum áður hevur verið við til at vinna FM við VB­ kvinnunum, kemur ein litaviskur spælari eisini til VB, men eisini hend­ an mátti sita sum áskoðari í Havn. Teir báðar komandi dystirnar skal VB spæla á heimavølli móti VÍF og StÍF, og úrtøkan í hesum dystunum verð ur avgerandi fyri, um VB skal spæla hondbólt í bestu ella næst­ bestu deildini komandi kappingarár. Fakta um dystin Neistin-VB 39-19 (20-12) 10 min: 5­4 20 min: 12­9 40 min: 27­14 50 min: 33­18 Málskjúttar Neistin: Unnur Danielsen 8, Lina Andriulyta 6(1), Marjun F. Danberg 6, Anja Heinadóttir 5, Katrin á Neystabø 4(1), Rakul Augustinussen 3, Jacklin Durhuus 3, Louisa Andreasen 1, Elin Staksund 1, Bára Simonsen 1 VB: Una Egilsdóttir 7(1), Bára Mortensen 4, Sára Samuelsen 3, Svava Vestergaard 2, Andrea Nielsen 1, Teresa Joensen 1, Christina Holm 1 Brotskøst: Neistin 2, VB 3 Útvísingar: Neistin 1, VB 3 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen Fakta um dystin Tjaldur-Stjørnan 23-23 (12-16) 10 min: 4­4 20 min: 9­10 40 min: 17­19 50 min: 22­21 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 8 (4), Cornelia Rimbu 8, Annika Thomsen 3, Hanna I. Højgaard 2, Benadikta Johannesen 2 Stjørnan: Valentina Suciu 7 (3), Simona Petersen 5 (2), Durita Christophersen 3, Joan M. Djordjevic 3, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 1 Brotskøst: Tjaldur 4, Stjørnan 7 Útvísingar: Tjaldur 4, Stjørnan 3 Dómarar: Hans Thomassen & Eyðun Samuelsen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Katrin Olsen gevst Tann fyri føroyska kapprógving so spennandi tíðin við Katrini Olsen og Juliane Elander Rasmussen er liðug. Katrin, sum er vorðin lækni, fer nú at savna seg um læknayrkið, skrivar Róðrarfelagið Knørrur. Bátsfelagi Katrinar, Juliane Elander Rasmussen, heldur fram í elitukappróðri og hevði tí brúk einum avloysara, og tað kann ikki vera hvør sum helst, tá man bestillur billett til OL. Avloysarin er funnin og eitur Anne Lolk, og hon er eingin hvølpur, tí sum fjórfaldur heimsmeistari í maratonrógving og eini glitrandi mongd av altjóða heiðursmerkjum í fikkuni, má hon sigast at vera ein ógvuliga virðiligur og kompetentur avloysari. Neistin­VB 39­19 (20­12): VB við í eitt korter Avaras var áskoðari Tjaldur­Stjørnan 23­23 (12­16): Endaði við semju… einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen