Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Enn er KÍF niðast, men við sigri num á Kyndli meldaðu koll firð ingar seg av álvara í dystin um at fylgja við Neist a num í FM-finaluna HondbóltsFøroyar hava neyvan nakr an tíð áður sæð eina somikið jav na hondbóltskapping. Gaman í er Neistin so ruddiliga á finalukós, men tað er í løtuni púrasta vónleyst at siga, hvat mótstøðuliðið verður í finaluni. Kollfirðingar hava størsta partin av árinum verið á aftasta plássinum í landskappingini, og tað eru teir fram vegis. Men eftir sigurin á Kyndli er munurin bert eitt stig upp til finalu plássið. Og verður avrikið hvør ja ferð líka sannførandi, sum tað var hesaferð, kann tað stigið skjótt vera vunnið. Eingin ivi Kollfirðingar vunnu nevnliga sín greiðas ta sigur á árinum, tá teir snøgt sagt vundu burtur úr Kyndli, ið mest sum framvegis hevði jólafrí, tá dysturin í Kollafirði varð blástur ígongd. Í øllum førum leyp KÍF avstað sum eitt óløgi, og tað skuldi eitt time-out til eftir longu níggju minuttum, áðr- enn Kyndil vaknaði. Eftir hetta fekk Kyndil minkað mun in niður í trý mál, men alt hetta varð gjørt til einkis, tá farið varð út til seinna hálvleik. Tá endurtók sama søgan seg, og hóast Kyndils-venjarin aftur hesa ferð royndi seg við einum time- out, so fekk hetta als ikki ætl- aðu effektina, tá Bárður Johannesen beint eftir hetta fekk reytt kort. Uttan stríðsmannin hevði Kyndil sera ilt við at fóta sær móti altíð stríðs hugaðu kollfirðingunum, og so kundi KÍF so ruddiliga staðfesta sigur in, sum vakti stóran fagna í høll ini. Enn sum áður er KÍF í niður- flytingarvanda, men tann vandin er ikki størri, enn hann er hjá hinum fýra, sum berjast um finaluplássið. Og júst dysturin um finaluplássið man vera nakað væl meira hugaligur at hugsa um hjá kollfirðingum, sum skulu leita aftur til fyrrapartin av 90’un um, um teir skulu finna sítt seinas ta finalupláss. KÍF-Kyndil 29-18 (12-9): Kollfirðingar í finalustríðið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fakta um dystin KÍF-Kyndil 29-18 (12-9) 10 min: 6-1 20 min: 9-6 40 min: 19-10 50 min: 26-14 Málskjúttar KÍF: Andrias Nielsen 8, Ási Dam 8(3), Gert Hansen 5, Niklas Reginsson 2, Ingi Johannesen 2, Teitur Joensen 2, Rógvi Weyhe 1, Tony Weyhe 1 Kyndil: Bárður Johannesen 4, Ken Zachariassen 3(1), Hans Áki Dal- Christiansen 3(1), Josef Abrahamsen 3, Janus Einar Sørensen 2, Julian Johansen 1, Høgni Klein 1, Rani Ellingsgaard 1 Brotskøst: KÍF 5, Kyndil 4 Útvísingar: KÍF 5, Kyndil 2 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (beinleiðis reytt) Meinhardt aftur til B36 Sum Sosialurin visti at siga herfyri, fer Meinhardt Joensen, sum síðsta kappingarár vardi málið hjá NSÍ, nú aftur til B36, har hann var málverji í 2008. Partarnir hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála. – Eg eri sera fegin um, at Meinhardt hevur avgjørt at koma aftur til B36, tí hann er ein sera sterkur málverji, sum eisini er inni í landsliðshitanum. Tá Jóan Pauli Jakobsen, sum vardi málið hjá B36 seinasta kappingarár, so eisini boðaði felagnum frá, at hann fer niður at lesa eftir summarfrítíðina, gjørdist alneyðugt við einum nýggjum málverja, og hendan loysnin er heilt góð, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36, við heimasíðuna hjá felagnum.