Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 Neistin-H71 33-27 (15-13): Unglingin og veteranurin á muni Ein óræddur málverji við ung dómsins dirvi og ein gar va rotta við øllum sín- um snildum. Tað var upp- skriftin hjá Neistanum, tá te ir enn eina ferð styrktu um oddastøðu sína Finaluplássið hjá Neistanum er nú bara at rokna sum ein formalitetur. Sunnu dagurin var í øllum førum enn ein av teimum, har munurin nið ur til næsta liðið øktist við tveim­ um stigum, og tí er ilt at síggja Neist an sum nakað annað enn vinna ra av kappingini um pláss í sjálv ari FM­finaluni. Unglingin og veteranurin Nógv hevur verið skrivað og tosað um allar profilarnar, sum Neistin hev ur á liðnum. Við monnum sum Finnuri Hansson, Heina Hanusarson, Jugoslav Djumic, David Edvardsen og Tróndi Kragesteen hevur liðið fleiri spælarar av slagnum, sum av gera hondbóltsdystir, men tað var nú ikki nakar av teimum nevndu, sum avgjørdu dystin sunnudagin. Gaman í skeyt Finnur 11 mál, men hann mundi skjóta á leið tríggjar ferð ir so ofta. Og heldur ikki hjá hin­ um monnunum lá veruliga fyri at avgera dystin. Fyrst og fremst tí Levi Nyb o stóð ein branddyst í H71­ máli num. Tað gjørdi Ári Dam hinvegin eisini í Neista­málinum. Hann var akkurát munurin, tá Neistin fyrstu løtuna av dystinum tók seg nøkur mál fram um. Og tá liðfelagarnir ikki megnaðu at skora móti Levi, framdi Ári bara tilsvarandi nógvar bjargingar upp á 100%­møguleikar hjá hoyvíkingum. Teirra millum íroknað tvey brotskøst, sum vórðu misnýtt, tá bara trý mál vóru á muni. Stórspælið hjá Ára átti av røttum at punktera dystin, men hetta hendi ikki, fyrr enn Ingi Olsen skifti seg sjálvan á vøllin. Hann skoraði sjálvur eina ferð. Fekk framprovokera eina út vís ing og eitt brotskast, og so hevði hann annars nakrar fínar frí spæl ing ar. Og hetta var nóg mikið hjá Neistianum, sum seinastu løtuna veru liga leyp avstað. Tá var tíðin hjá H71 at vinna seg aftur eisini alt ov lítil, og so máttu teir ásanna, at tað heldur ikki varð hesa­ ferð, at teir skuldu basa Neista num. Fakta um dystin Neistin-H71 33-27 (15-13) 10 min: 5­3 20 min: 11­8 40 min: 18­16 50 min: 24­20 Málskjúttar Neistin: Finnur Hansson 11(4), David Edvardsen 7(3), Jugoslav Djumic 5, Sjúrður Thomassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Ingi Olsen 2, Heini Hanusarson 1 H71: Dánjal Tórgarð 11(5), Janus Sørensen 4, Esbern Patursson 4, Tróndur Vatnhamar 3, Freddie Poulsen 2, Poul Kjartan Dam 2, Rógvi Sørensen 1 Brotskøst: Neistin 8, H71 7 Útvísingar: Neistin 4, H71 5 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Togo ikki við Hóast kappingin um at gerast afrikanskur meistari í fótbólti byrjar í dag, er longu greitt, at Togo ikki fer at vinna heiðurin. Landið hevur tikið seg úr African Nations Cup, eftir at uppreistrarmenn úr Angola fríggjadagin skutu við maskinbyrsum eftir spælarabussinum hjá Togo. Bussførarin, ein hjálparvenjari og eitt samskiftisfólk doyðu av skotunum og tveir leikarar vóru særdir. – Fleiri av leikararunum vilja bara sleppa til hús. Teir hava sæð deyðan í eyguni og vilja ikki luttaka í kappingini. Eingin av okkum fær sovið eftir hendingina. Um trygdin ikki er nøktandi, noyðast vit at fara heim. Vit vilja ikki seta lívið í váða, sigur Emmauel Adebayor við Sky Sports. Togo skuldi eftir ætlan spæla ímóti Ghana í dag.