mánadagur 11. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Fyribils venjarar í Burnley
Í farnu viku spældi enska felagði Burnley av við venjaran
Owen Coyle, sum skifti til Bolton at starvast. Burnley
hevur ikki funnið eina varðandi loysn á venjara spurn ing
i num enn, men hevur sett tveir venjarar í størvini fyribils.
Annar er talentovastin Martin Dobson, og hin er
ungdómsvenjarin Terry Pashley. Burnley er í holt við at
leita eftir nýggjum venjara, sum kann leiða liðið
ígjøgnum seinnu hálvu av Premier League.
Hóast StÍF byrjaði betur,
vend ist ikki aftur, tá VÍF
hevði tikið yvir. Og sigurin
hjá vestmenningum kundi
lætt liga blivið uppaftur
størri
Í longri tíð hava vestmenningar
næstan fingið meira burturúr at lesa
støðuna á Atlantic Airwayskapp
ingi ni á høvdinum, tí byrjanin hevur
verið alt annað enn góð. Men nú er
brádliga vent í holuni, og eftir útisig
urin á StÍF í gjár, er VÍF nú næstfremst
av teimum fimm liðunum, sum øll í
ein um stórum trunka jagstra Neist
an, ið tykist vera í flokki fyri seg.
Strandingar, sum hesa ferð máttu
lúta, vóru annars næstfremstir und
an dystinum, men teir máttu bara
ásanna, at hetta ikki ordiliga var
teirra dagur. Hóast teir byrjaðu bet
ur og gingu undan fyrstu løtuna í
dystinum, megnaðu teir ongantíð
at svara aftur, tá VÍF hevði tikið yvir.
Vestmenningar vunnu dystin við
trimum málum, men sigurin kundi
lættliga blivið uppaftur størri, tí bara
í seinna hálvleiki vóru VÍFarar púra
leysir ímóti málinum og Marian
Cirluga nescu, men raktu ikki málið!
Fyrri hálvleikur var annars ógvu
liga skiftandi, tí hóast liðini spældu
sera góðan hondbólt í løtum, var
eisini hurlivasi í viðhvørt, og ikki
færri enn átta útvísingar fyrstu 30
minuttirnar. Í seinna hálvleiki komu
fleiri aftrat, men tá var tó ikki so
heitt inni á vøllinum, fyrr enn í allar
seinastu minuttunum, tá Bárður
Daniel sen hjá StÍF fekk beinleiðis
reytt kort fyri óregluliga at steðga
ein um skjótálopi hjá VÍF.
Bæði undir dystinum og eftir
dystin vóru strandingar týðiliga
ónøg dir við dómararnar, og tað kók
aði næstan yvir ímóti endanum.
Kanska StÍF tvørturímóti hevði hep
ni við sær, tí har vóru einar tvær
støð ur fyrr í dystinum, at reyða
kortið kundi verið komið fram…
Ungar kreftir
Tær løturnar, tá allir partar fokuse r
aðu upp á sjálvt spælið, var tað við
hvørt ein fragd at síggja, og serliga í
álopsspælinum skaraðu vest menn
ing ar framúr, meðan StÍF hevði ilt
við at finna upp á nakað annað, tá
VÍF hevði valt at mansvard Cristian
Preda, ið kortini gjørdist toppskjútti
hjá StÍF. Tykist, sum StÍF henda dagin
illa dugdi at fáa restina at rigga, tá
rumenin varð tikin burturúr.
Hinvegin fekk VÍF nógv at rigga í
sínum álopsspæli. Í seinna hálvleiki
mans vardu strandingar Sámal Joen
sen nokk so nógv, men tað var nú
ikki bara har, at stóra hóttanin frá
vest menningum lá, men eins nógv
yviri í høgru síðu, har Joen Pauli
Høgn e sen á bakkinum og serliga
Bjart i Hansen á vonginum skaraðu
fram úr, umframt at Áki G. Olsen var
sera eyðsýndur.
Joen Pauli hevði ótakksomu upp
gávuna at mansverja Preda í verju
støðu, men tað forðaði honum ikki í
at brúka nógva orku í álops
spælinum, og Bjartur var full
komuliga dominerandi inni á vongi
num, umframt at hann eisini megn
aði at fáa mál úr øðrum støðum.
Onkra løtuna var VÍF seks mál á
odda, og her var eingin ivi um, at
sigur in var fult og heilt uppiborin.
Sum skiltist, máttu vestmenningar
vera fleiri av sínum spælarum fyri
utta n í gjár, men tað sást ikki aftur á
vølli n um, har teir ungu góvu eina
ábend ing um, at VÍF skjótt kann røk
ka hæddunum aftur.
Fyribils er tað blivið til næst frems
ta plássið, sum tó er við sama
stigatali sum StÍF og Kyndil, og eitt
stig aftanfyri koma so H71 og KÍF.
Stríðast fyri tí
– Hesi bæði stigini, vit vunnu í
dag, hava nógv at siga fyri
okkum. Nú er er øgiliga tætt, so
her er einki avgjørt enn, men vit
stíla sjálvandi ímóti einum
finaluplássi, og nú sær bara gott
út hjá okkum. Tað vísir seg, sum
at vit í ár mugu stríðast eitt
sindur meira fyri tí, enn vit eru
vanir at skula, sigur Áki G. Olsen
hjá VÍF.
– Strandingar byrjaðu betur,
men vit fingu takið á teimum og
hildu tað allan dystin á tamb. Eitt
skifti vóru vit um reppið at geva
teimum ein ordiligan endabrest,
tí vit vóru nógv mál frammanfyri,
men tað bleiv tað nú ikki til.
hil
Órógvandi
døming
– Fyrst og fremst virkaði
álopsspælið hjá okkum ikki nóg
væl, men eisini haldi eg, at vit í
summum førum ikki høvdu
dómararnar við okkum. Annars
haldi eg, at bæði liðini spældu
nokk so væl, sigur strikuspælarin
hjá StÍF, Mortan Hansen.
– Tað tóktist, sum allar tær
stóru avgerðirnar í dystinum
fullu til fyrimuns fyri VÍF, meðan
vit føldu okkum niðurdømdar
og ikki komu uppaftur, tí vit
kanska hugsaðu meira um
dømingina enn um
hondbóltsspælið. Høvdu vit
fingið spælið hjá okkum at koyrt
eitt sindur betur, hevði eingin
munur verið á liðunum, og so
kundu vit akkurát tað sama havt
vunnið, men tað lukkaðist so ikki
í dag.
hil
StÍF-VÍF 25-28 (10-13):
Teir ungu gingu undan
Joen Pauli Høgnesen var saman
við Bjarti Hansen á ávikavist
bakki og vongi í høgru síðu ein
støðug plága fyri verjuna hjá
strandingum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Fakta um dystin
StÍF-VÍF 25-28 (10-13)
10 min: 43
20 min: 78
40 min: 1419
50 min: 2024
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 7, Gabriel
Stanciu 6 (2), Jóannes Prestá 4,
Mortan Hansen 3, Bárður
Danielsen 2, Jógvan Berg 1,
Borgar Danielsen 1, Pauli G.
Hansen 1
VÍF: Bjarti Hansen 8, Áki G.
Olsen 7 (1), Sámal Joensen 6
(1), Joen Pauli Høgnesen 3,
Jákup Suni Andreasen 2,
Sámal Jákup Djurhuus 2
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 4
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 7
Reytt kort: StÍF 1
Dómarar: Ragnar Simonsen &
Rúni Mohr
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen