Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 Stig fyri stig hava TB-kvinnurnar etið seg upp eftir stigatalvuni, og eftir at tær um vikuskiftið vunnu á Mjølnir, ivast eingin longur í, at tær meira tað í fullum álvara Í Eik-liguni hjá kvinnum er kapp- ingin í trimum. Fyrst og fremst gong ur oddaliðið, SÍ, fyri seg langt á odda, og síðani kemur stóri miðju- bólkurin, har bæði TB, Mjølnir, Fleyr og Dráttur halda seg framat í kapp- ingini um seinna finaluplássið, og so eru tað ÍF og KÍF, ið stríðast í botn- inum. Myndin hevur verið støðug nokk so leingi, men kortini er merkisvert, at av teimum liðunum, ið bjóða SÍ av, tykist TB í løtuni vera tað, ið skal takast í størst álvara. Fyri ikki so langari tíð síðani vóru tvørakvinnur ikki so frægt sum millum liðini í mið- bólkinum, so her hevur verið ein ótrú lig framgongd. Kortini er sera javnt millum hesi fýra liðini, so enn er einki avgjørt. Hin vegin líktist tað hálvavegna einari avgerð í botnstríðnum, at ÍF vann á KÍF og nú er fýra stig framman fyri. Tað verður tungt hjá unga liðnum úr Kollafirði at hála inn aftur, men enn er kappingin tó ikki liðug. Verri enn so… Mjølnir-TB 2-3 (13-25, 25-23, 19-25, 25-18, 8-15) Hetta var avgjørt mest áhugaverdi dyst urin hetta umfarið, tí vinnarin í hesum dysti slapp at tryggja sær annað plássið. Talan gjørdist eisini um ein javnan og spennandi dyst leygar dagin, har TB og Mjølnir skift- ust um at vinna tey bæði fyrstu sett- ini, so støðan gjørdist 2-2. Men í altavgerandi fimta settinum streyk TB avstað beinanvegin. Mjøl- n ir kom ongantíð í nánd av at hótta, tá tað veruliga ráddi um, og við bara trimu m rotatiónum í hesum síðsta setti num tók TB sigurin. Samstundis var hetta ein stað- fest ing av, at TB ikki av tilvild er end- að heilt har frammi. Liðið er stórt sæð tað sama, sum í fjør lá í botn- inum, men kortini hevur talan verið um styrk, eitt nú við spælandi venjara num, Gudrid Nolsøe, um framt at aðrar eru byrjaðar aftur – seinast Marina Popovic, sum í gjár var við fyri fyrstu ferð í ár. SÍ-Dráttur 3-0 (25-18, 25-8, 25-22) Grannauppgerðirnar í Vágum eru dystir, ilt er at spáa um framma n- und an, men hesa ferð gjørdist eing- in ivi um sigurin hjá SÍ. Oddaliðið spældi øgiliga væl í fyrsta setti, og hóast tølini síggja uppaftur meira sann førandi út fyri annað sett, so vóru tað heldur góðar servur hjá SÍ og vánaligar móttøkur hjá Drátti, ið avgjørdu tað. Í triðja setti gjørdi Dráttur ein vørr og kom á odda 8-1 við góðum serv- um frá Maju Popovic. Men spaku liga nærkaðist SÍ, og mitt í settinum var javnleikur, 13-13. Nú var tað Helga Guttesen, ið kundi koma við nøkrum góðum servum fyri SÍ, men tað var ikki einsamalt nóg mikið til at slep- pa av við Drátt, sum í triðja settinum fylgdi SÍ til dyrnar. SÍ er framvegis seks stig framman fyri nummar tvey, so oddasessurin er líka tryggur, sum hann hevur ver- ið tað leingi. Dráttur misti tvey stig hesa ferð, men er framvegis við, har tað er stuttligt, tí bara fýra stig eru millum nummar tvey og nummar fimm. ÍF-KÍF 3-1 (25-22, 25-23, 24-26, 25-13) Á Kambsdali stóð nógv upp á spæl, tí hetta var ein uppgerð mill- um tey bæði niðastu liðini. Tað gjørd ist eisini ein spennandi og javn ur dystur, har KÍF fyri aðru ferð í vetur megnaði at vinna eitt sett, um framt at ungu kvinnurnar úr Kolla firði vóru væl við í teimum báð um fyrstu settunum. Kortini vóru tað ÍF-kvinnunar, sum høvdu munin, og her komu ikki minst royndirnar teimum til góðar. Eisini mundi koma væl við, at hevar- in, Barbara á Líðarenda, sum hevur sitið uttanfyri við skaða, var við aftur. Sigurin merkir fyri ÍF, at fýra stig nú eru niður til KÍF, sum tó má fáa rós fyri stór framstig gjøgnum kapp- ingarárið higartil. Kvinnurnar hjá KÍF eru ungar og óroyndar, men serliga í síðstuni hevur tað sæð út, sum tær veruliga hava lært nakað, hóast tær enn eiga fyrsta sigurin til góðar. TB meinar tað TB vann týðandi útidystin ímóti Mjølnir, og tí eru tvørakvinnur í løtuni tær, ið eru tættastar við at koma í FM-finalurnar ímóti SÍ Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Ligan størri týdning Miðvallarspælarin Frank Lampard vil gera alt fyri, at Chelsea í ár aftur kann gerast enskur meistari í fótbólti, og Lampard viðurkennir, at í hansara verð hevur heimliga kappingin størri týdning enn eitt nú Champions League. – Eg fari við vissu at vinna Champions League einaferð, men fyri meg tað í landskappingini, at vit skulu aftur á toppin, sum vit vóru fyri nøkrum árum síðani, sigur Frank Lampard. Seinastu trý kappingarárini hevur Manchester United vunnið enska meistaraheitið. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen