mánadagur 11. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. januar 2010 – Nr. 6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Í Mjølnir-kappingini
hjá teimum eldru fara
menninir hjá TB og
kvinnurnar hjá B68 at
kappast við liðini í Eik-
liguni
Um vikuskiftið verður árliga Mjølnir-
kappingin í Klaksvík, og mest
spennandi spurningurin er, hvørji av
Eik-liguliðunum hjá kvinnum og
monnum megna at spæla seg í
steypafinalurnar. Undan hesum er
greitt, at SÍ hjá kvinnum og Mjølnir
hjá monnum hava vunnið sær
finalupláss, men eftir er so at finna
hinar báðar finalistarnar.
Í Eik-liguni hjá kvinnum eru tveir
bólkar, har TB, ÍF og Dráttur eru í
øðrum og Mjølnir, B68, KÍF og Fleyr
eru í hinum. Merkisvert er her, at
B68, sum annars er oddalið í
næstbestu deildini, fer at royna
kreftir
ímóti
teimum
bestu
kvinnuliðunum.
Hjá
kvinnunum
verður annars spælt soleiðis, at tvey
tey bestu liðini í hvørjum bólki
koma í hálvfinalurnar, og síðani
enda vinnararnir av teimum báðum
hálvfinalunum í sjálvari finaluni.
Hjá monnunum spæla øll liðini í
einum bólki, og tey eru SÍ, TB, ÍF og
Fleyr, og so verður finalan spæld
millum tey bæði bestu liðini. Eisini
her er oddaliðið í næstbestu deildini
við, og nú sleppa menninir hjá TB at
royna seg millum tey bestu.
Í Mjølnir-kappingini verður spælt
best av trimum settum, har tað –
um dysturin ikki endar 2-0 – í triðja
setti verður spælt upp til 15. Einasta
undantakið, har spælt verður best
av fimm settum, er í finalunum í
teimum báðum bestu deildunum,
sum ikki verða fyrr enn sunnudagin.
Í hinum deildunum er
kapp ingi n annars skipað
soleiðis:
1. deild kvinnur
Bólkur A: Fleyr A, Mjølnir, SÍ
Bólkur B: KÍF, Dráttur Fleyr B
Tvey tey bestu í hvørjum bólki í
hálvfinalur
1. deild, menn
Bólkur A: Fleyr, Dráttur, B68
Bólkur B: Mjølnir, SÍ, Nøvan
Tvey tey bestu í hvørjum bólki í
hálvfinalur
2. deild, kvinnur
Bólkur A: KÍF, Nøvan B, Mjølnir A, ÍF
Bólkur B: Nøvan A, B68 B, Mjølnir B,
Fleyr
Bólkur C: B68 A, SÍ, Mjølnir C
Tvey tey bestu í hvørjum bólki
víðari til endaspæl
2. deild, menn
B68, Víkingur, Mjølnir, ÍF, Nøvan
Nummar eitt í bólkinum er vinnari
Einki røkist fyri, at kapp-
ing in í Eik-liguni hjá
monn um verður stórvegis
meira spennandi, tí
Mjøln ir sær út til at renna
und an hinum við somu
ferð sum undan jóla- og
nýggjárssteðginum
Mestsum alt kappingarárið higartil
hava flogbóltsmenninir úr Klaksvík
verið dominerandi. Onga løtu hava
teir latið oddasessin frá sær, og
sjálvt ikki tað, at stigini eru koyrd í
helvt, sær út til at darva teimum
stórvegis.
Í løtuni hava teir spælt ein dyst
meira enn SÍ, sum í løtuni er argasti
kapp ingarneytin, so tey fimm stigini
á muni kunnu mikukvøldið gerast til
trý, um SÍ – sum væntast má – tá
vinn ur á ÍF. Men framvegis nertir tað
lítið og einki oddastøðuna hjá
Mjøln ir.
Fleyr-Mjølnir 2-3
(23-25, 21-25, 25-18, 25-13, 12-15)
Í gjár tók Mjølnir í Gunda dals-
høllini í Havn ímóti Mjølnir, og hetta
var eitt slag av seinasta útkalli, skul-
di Mjølnir takast. Fleyr hevur mang-
an bitið frá sær í vetur, men tað
hevur kortini verið sermerkt fyri
spæl ið hjá havnarfelagnum, at tá
tað veruliga ráddi um, rakk ikki á
mál.
So gjørdist eisini í gjár. Hóast Fleyr
rann undan í teimum báðum fyrstu
settunum, eydnaðist Mjølnir at
vinna tey og koma á odda 2-0. Men í
triðja og fjórða setti kostaði tað
klaks víkingum, at teir í øllum fýra
sett unum vóru seinir í gongd, tí
he sar báðar ferðirnar eydnaðist
teim um ikki at fáa Fleyr aftur.
Sostatt skuldi alt avgerast í fimta
setti, har Mjølnir fekk góða byrjan
og kom á odda 4-1, men so ikki
megn aði at halda leiðsluna kortini.
Lið ini fylgdust uppeftir, men tá tað
bleiv 13-12 til Fleyr – og síðani
um bóltur, ið Mjølnir vann – fingu
klaks víkingar í evstu løtu tikið írest-
an di stigini og sigurin.
Eitt sindur heppið, kanska, men
hep ni fylgir sum oftast teimum
góðu. Og sjálvt um Mjølnir ikki vísti
sítt besta spæl í gjár, rakk tað væl og
virðiliga til at verja oddasessin.
Mjølnir heldur fram
TB og B68 bjóða av
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Nú nærkast hjá Rio
Sterki enski verjuspælarin Rio Ferdinand hevur havt
eitt keðiligt kappingarár higartil. Hann hevur verið
plágaður av skaðum, og tað hevur sæst aftur á
vøllinum, har hann ikki hevur staðið sterkur í myndini.
Seinastu vikurnar hevur Manchester United tikið
avleiðingarnar av hesum og hevur latið Ferdinand
fingið frið at koma fyri seg aftur. Og líkt er til, at
Ferdiand verður aftur á vøllinum um einar tvær vikur.