mánadagur 11. januar 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Umboðini fyri Svimji sam
band ið kundu eftir ein
væl eydnaðan svimjidag
leygar dagin staðfesta, at í
Vág um eru minst líka evna
rík ir svimjarar, sum alla
aðra staðni í landinum
Fýra umboð fyri Svimjisamband
Føroya vóru leygardagin á vitjan í
Sør vági, at skipa fyri venjing, kapp
ing og fundi um svimjing saman við
góðum fólki har vesturi. Hetta
gjørd ist ein fínur dagur, har ið børn
og vaksin stuttleikaðu sær saman,
og har vágafólk prógvaðu, at tey
av gjørt eisini eiga evnaríkar svimjar
ar.
Umboðini fyri Svimjisamband
Fø r oya vóru feðgarnir báðir Jon og
Dá njal Hestoy, sum eru ávikavist for
maður í Svimjisambandi Føroya og
venjari/svimjari í Havnar Svimjifelag.
Hartil Rókur í Jákupsstovu, næst for
maður í Svimjisambandinum, og
Sør in Djurhuus sum á sinni var pri
mus motor fyri svimjifelagnum
Skeggj ar í Gøtu, umframt nú at vera
eyka limur í starvsnevnd SSF.
Dagurin varð skipaður sum fyrst
tveir tímar av venjing, har børnini
lærdu ymiskt grundleggjandi um
svimj ing, kappsvimjing og lív bjarg
ing. Tey vórðu býtt upp í tveir bólkar
eftir svimjiførleika, og fingu so á
hvør sínari helvt av svimjihylinum
frá læru í til dømis at starta av skamli
og venda í einum svimjihyli, og í
hvussu mannagongdin er tá ið
dómar in floytar svimjarar upp á
start skamlarnar.
Hópin av talentum
Eftir døgverðasteðg varð skipað fyri
nøkrum
rættiliga
óformellum
svimji kappingum, uttan tíðtaking
ella kolldøming ella líknandi, men
har svimjarar tó gingu upp í tað við
lív og sál. Her fingu umboðini úr
Svimji sam bandinum sjón fyri søgn,
at í Vágoynni finnast minst líka nógv
góð talent innan svimjing, sum alla
aðra staðni í Føroyum.
At enda var ein fundur við svimj
ar ar, foreldur og onnur áhugaði, har
børn ini fingu prógv um luttøku í
svimjikappingini, og umboðini úr
Svimji sambandinum síðani greiddu
frá um svimjing. Sagt varð frá um
hesa "slóðaraskipan", sum er navnið
ið er valt til hetta átak, at ferðast
reglu liga út til øki har svimjihylur er,
men einki svimjifelag. Svimji sam
bandið ynskir sjálvsagt at øll í Før
oyum skulu hava atgongd til eitt
svimji felag, at styrkja um heilsu og
lív bjarg ni
hjá
øllum,
umframt
okkara hóp av góðum kapp svimjar
um.
Hesin dagur var samstundis sum
Pál Joensen er á venjingarlegu í
Pots dam, og samstundis sum 26 av
okkara bestu svimjarum eru á venj
ing arlegu í Íslandi. Eitt eindømi, ið
vón andi
kann
endurtakast,
at
Svimji sambandið skipar fyri trimum
venjingartiltøkum í senn, ið spenna
líka frá okkara heimsstjørnu, Pál
Joen sen, til at leita eftir nýggjum
talentum.
Super svimjidagur í Sørvági
Formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, fortelur ungu
svimjarunum um lívbjarging. Legg til merkis, at aftan fyri
svimjararnar heldur Dánjal Hestoy eygu við einari gentu, sum
hevur høvdið undir vatni
Felagsmynd av svimjarum
og leiðarum, ið eftir loknan
svimjidag kunnu fegnast og
rætta armarnar upp um høvd
Venjarin stendur fast
Hóast Juventus um vikuskiftið tapti heili 40 fyri AC Milan
og hevur havt fleiri vánalig úrslit seinastu tíðina, ætlar
venjarin ikki at geva skarvin yvir. Ciro Ferrara er í trongum
skóm, men ætlar sær ikki at flýggja. – Eg eri typan, sum
roynir at gera nakað við trupulleikarnar, og sjálvur rokni
eg ikki við, at arbeiðið hjá mær er í vanda, sigur Ferrara við
Sky TV.