Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2010 33 Ikki so løgið, at veruleikin er vorðin Høgna Hoydal & co. ein marra Hvørt mansbarn í Føroyum veit jú, at skerjingin og fastfrystingin av ríkisveitingini er størsta politiska mistak, sum nakrantíð er gjørt í føroyskari politiskari søgu, og at ætlaninar hjá Tjóðveldi um at skerja veitingina enn meira, er ábyrgdarleyst ørvitistos. Tí er tað væl skyljandi, at Høgni Hoydal, uttan iva út frá lærusetninginum, at verða eini ósannindi endurtikin nóg ofta, so trýr fjøldin ósannindunum at enda, nú um dagarnar í miðlunum hevur havt grein undir heitinum “Blokkerandi blokkmytan”. Panikkur í loysingarmonnum. Øll vita vit, at bankapakki I og II bjargaðu føroysku bankunum og harvið føroyskum vinnulívi, umframt at bankapakkarnir tryggjaðu privata innistandandi føroy­ inga í bankunum. Hvørt mansbarn í Føroyum hevur sostatt enn einaferð verið vitni til styrkina og veruligu virðini í ríkisfelags­skapinum tá ástendur. At hettar er ein beiskur biti at svøljga hjá loysingarvonginum í før­ oyskum politikki og ein beinleiðis hóttan móti full­ veldis tilgongdini, er tí sjávlsagt. Ríkisrættarliga støða Føroya, styrkin og tryggleikin í samhaldsfasta, vælvirkandi felags­skapinum, saman­ borið við syrgiligu støðuna, sum grannatjóð okkara, Ísland, í løtuni tíverri er í, mann renna mongum før­ oyingi til hugs í hesum døgum. Samanumtikið er tað tí ikki so løgið, at panikkur er í Tjóðveldi, og at Høgni Hoydal heldur orsøk vera til enn einaferð at niðurgera ríkisfelagsskapin og m.a.royna at burturforklára avleiðingarnar av skerj ing­ ini og fast frystingini av ríkisveitingini. Veuleikin inna eitt nú almannaøkið, sjúkrahúsverkið og skúlaverkið prógvar jú, at boðskapur Tjóðveldis er bæði veru leika­ fjarður og innantómur. Tí er tað so umráðandi hjá floks for manninum at halda lív í fullveldismytunum. Tjóðveldi og hinir loysingarflokkarnir kosta landskassanum 1,5 milliard kr. árliga. Í svari uppá skrivligan fyrispurning frá undirritaða á Løgtingi, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út, at skerij­ ingin og fastfrystingin av ríkisveitingin til og við 2009 hevur kostað føroyska skattgjald­aranum 3, 8 milliardir krónur. Fyri árið 2009 einsamalt kostaði skerjingin og fastfrystingin 579,5 milliónir krónur. Av tí at ríkis veit­ ingin er frumminntøka, skal missurin hjá føroyska sam felagnum av nevndu skerjing og fastfrysting fald­ ast við mulitplikatiónsfaktorinum. Sostatt er missurin av skerijingini og fastfrystingini fyri føroyska sam­ felagið í veruleikanum uml. 10 milliardir krónur higar­ til, og fyri árið 2009 einsamalt, uml. 1,5 milliard krónur. Tað er veruleikin. Tí er tað sjálvandi púra burtuvið, tá Høgni Hoydal í grein í miðlunum nú um vikuskifti undir heitinum “Blokkerandi blokkmytan”, roynir at gera lands kassa­ missin av skerjingini og fastfrystingini av ríksiveitini til eina mytu. Sannleikin mann hinvegin vera tann, at veruleikin er vorðin Høgna Hoydal & co. ein marra, sum flokkurin ikki kann renna undan og ikki kann burturforklára. Lat okkum gagnnýta møguleikarnar, heldur enn at skapa forðingar. Øll vita vit, at føroyska væ 9lferðarsamfelagið er bygt upp í ríkisfelgsskapi, og at Føroyar komu burtur úr seinastu kreppuni í ríkisfelagsskapi, eins og vit, m.a. við bankapakka I og II eru væl ávegis burtur úr hesari fíggjarkreppuni. Meðan øll heimsins lond og eisini virkir leita saman í størri eindir, fyri á tann hátt at leita sær styrki í stødd, byrjar Tjóðveldi nýggja árið við at blása lív í áralongu oyðimarkargongd flokksins. Alt hettar í royndunum at fasthalda føroyska samfelagnum í nationalromantisku naggatódnini og skapa forðingar, heldur enn at síggja møguleikar. Vit í Sambandsflokkinum velja at gagnnýta møgu­ leikarnar í ríkisfelagsskapinum. Upptakið eftir m.a. fullveldissamgonguna kemur at halda áframm í nýggja árinum, eins og vit mugu berja okkum burtur úr kreppuni, sum vit nú eru í. Tað verður ikki lætt, og gerst ikki eftir einum degi, men sjálvandi fer tað at eydnast okkum – eisini hesu ferð. Á Tvøroyri tann 10. januar 2010 Vit kenna øll ta syndarligu og sváru kreppu, sum grannar okkara fyri vestan komu í fyri ikki so langari tíð síðani. Beinan vegin vístu føroyingar teimum samhuga og hjálp við at bjóða teimum eitt lán uppá kr. 300.000 milliónur. Hetta munar lítið, í teirri støðu við teirra botnleysu skuld, men hetta var, hóast alt, ein mikil moralskur stuðul. Fløvin var so mikið stórur, at tað hevur vakt stóran ans í Ísland og í øðrum londum við. Før­ oyingar eru nú væl um tóktur har á landi sum ongantíð fyrr. Ja, summir handlar í Reykjavík geva serligan avsláttur til føroy­ ingar. Persónliga haldi eg, at hetta átti ikki at verið eitt lán, men heldur ein gáva, tí vit hava fingið so nógv frá íslendingum gjøgnum árini. Danir stóra skuld Soleiðis stóð at lesa í Sosialinum í síðstu viku. Danir skylda 223 milliardir krónur, og merkir hetta, at hvør dani skyldar meira enn 40.000 krónur, visti blaðið at siga. Aftur her áttu vit føroyingar, hóast hart sperdir, at víst dønum sama moralska stuðul, sum vit vístu íslendingum. Hetta kundu vit gjørt, við at yvirtikið øll málsøkir eftir trimum, fýra árum, til blokkurin kom niður á null. Hvat fyri afturljóð hetta uppskotið hevði fingið, veit eg ikki – neyvan fær tað nóg stóra undirtøku. Tí í staðin fyri síggja vit ávísar kensluleysar før­ oysk ar politikarar hava ætlanir um at sleppa niður í danska pengakassan at ræna frá einum fólki, sum stendur í stórari skuld, fyri síðani at gjara út og egna sær nakrar bíligar atkvøður upp á annan mans kostna. Hóast góðar 600 milli­ ónur kr. ikki muna serliga nógv hjá dønum, hevði hetta hóast alt verið ein moralskur stuðul, á sama hátt sum vit vístu íslendingum. Læs eina grein nú um dag­ arnar har ein, millum ann­ að, setti hart at grinda­ drápi. Argumentið var, at hvalur hevur ein intelegens og kenslu­sett, á støði við eitt menningartarnað menn iskja ella sum eitt barn, sum viðkomandi segði tað. So tá ið ein hvalur blívur dripin, so er hann tilvitaður um hesa ræðulagnu sum hann fær. Alt hetta er so sambært vísindini sum hevur kann­ að og rannsakað hesi viður skifti og er komin til, at hetta er eitt sokallað, fakta. (hvat tað so er í longdini) Við ørðum orðum so tekur viðkomandi synd í hesum hvalum vegna hesa vitan teir liggja inni við tá ið teir síggja eitt 6 manna­ far og duga at rokna endan út. Hetta verður so kallað: “forkastiligt”. Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvussu ein hvalur hugsar ella hvørjum tankasetti hann er útgjørd­ ur við, men eg trúgvi, at alt má metast út frá onkrum og í mun til okkurt. Um ein hvalur hevur sama takasett sum vit menniskju, og liggur inni við somu upplivingum av heiminum sum menniskju, so er hetta onki minni enn forkastiligt og vanlukku­ ligt. Mentan er eitt populert orð millum manna, og tað kunnu vit øll taka undir við at eitthvørt miljø á einum og hvørjum staði til ein og hvørja tíð, búleikast og livir í einari ávísari mentan. Mentanin er eisini við til at geva okkum førleika at meta um, hvat er rímuligt (í mun til mentanina) og hvat er órímuligt og for­ kasti ligt (í mun til mentan­ ina). Í mentanini eru so einstaklingar sum eru ein summur av einari fortíð og upplivingum sum allar meira ella minni eru tengd­ ar til somu mentan, ein­ staklingurin livir í. Aftur til Hvalin. Hann má so eisini vera eitt pro­ dukt av einari mentan tí hann er eisini limur í einum miljø’i og hevur sosial bond og má so hava eina áskoðan ella meining, sum má ganga út frá tí mentan sum viðkomandi hvalur kemur frá. Har er so nógv at tríva í, tí fyrst livir hvalur ikki undir somu fysisku treyt­ um, sum vit menniskju, og harnæst er hvalur eitt djór sum ikki livir undir somu matrealistisku, juridisku, sosialu, og átrúnarligu ávirkan sum vit menniskju. Hvussu hann fatar tað sum vit menniskju kalla ágang og forfylging, má vera ivasamt, tá ið hugsað verður um, at hvalur er eitt djór sum aftur jakstrar onnur djór fyri at yvirliva. Hann brúkar ikki hjáll og hevur onki Visa­kort og/ ella real­kreditt lán. Manna rættindi, demokrati, flat­rate og facebook, er, í hansara verð, eitt stað langt inni undir tí smeltandi poalrísinum. Fyri at venda tankanum eitt sindur, so hugsi eg ofta um, hvussu snilt tað er, í heila tikið, at seta børn í verðina (menniskjaliga tala) tá ið hugsað verður um, at eitt barn (menn­ iskja) hevur ongan møgu­ leika at yvirliva lívi. Man setur tey í verðina til at síggja ræðuleikarnar sum menniskja nú einaferð er atvoldin til, hóast menn­ iskjað er útgjørt við allari tí vitan, vísundin kemur við, sum skuldi og burdi fyribyrgt hesum somu ræðuleikum. Álíkavæl ynskir man at seta børn í verðina til, fyrst at síggja ella uppliva heimin (ræðu­ leikarnar) fyri síðani at blíva sjúk og doyggja, sum er onki minni enn ein van­ lukka sæð í ljósinum av, hvussu menniskja, í sær sjálvum, vanliga metir um hvat er gott og hvat er ringt. Okay! Eg veit at eitt­ hvørt foreldur ynskir alt tað besta fyri sítt barn, og dreymurin og visjónin er heilt sikkurt: Mítt barn er ikki sum hini børnini! Men bara at hyggja yvir heimin sum hann nú sær út burdi fingið ein og hvønn persón at hugsa seg um, áðrenn viðkomandi fer í holt við at fáa sær avkom. Møgu­ leikin er ræðandi stórur fyri at hetta menniskja viðkomadi setur í heimin fær kreft, svínakrím H1N1, fuglakrím, hevur carnetin problemir, verður yvir­ koyrt, stungið niður á opnari gøtu, forgiftað av onkrum lógligum eitri, ella fær ein urtapott í høvdið, sum so aftur førir annað­ hvørt til ein rullustól ella í ein kirkjugarð. So...eitt úttalisi sum: grindadráp er forkastiligt! Har viðkomandi brúkar summin av sínari egnu fatan til at tala vegna hvala stovnin, roknandi við at hvalur upplivir ting á sama hátt sum vit, er eftir mínari fatan, grunnur tankagangur, ella ynski­ hugsan. Nei...eg veit ikki! kanska eri eg bara ikki við. Skal man klára tey 70 árini, so mugu allar 6 milliardirnar á planetini eta okkurt, og eg trúgvi ikki, at tað kann umgangast at drepa okkurt djór, ella nógv djór. Onkur skýtur kanska upp at drepa djór av lægri intelegensi enn hvalurin, men er tað ikki rasudiskreminering? Spell at tað skal vera so, men hvat er alternativið? Hugleiðingar um grindadráp og lívi annars Stuðlið dønum – strikið blokkin! Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. kv@olivant.fo KaI Vágfjall løgtingsmaður jaspur Vang viðmerkingar karlsa@kallnet.fo rógVI joensen