mánadagur 11. januar 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 6 - 11. januar 2010
Enn er ikki ov seint at
støðga á við vitleysu røkt
ar heimsútbyggingini, sum
spreiðir seg um alt landið
og í staðin fara í gongd við
at leggja ætlanir at byggja
eldrabústaðir og miðstøð
ir, sum hóska til tørvin og
ynskini hjá verðandi og
komandi eldru ættarliðum.
Í tíðindunum frætta vit
javnan um ovurnýtslu á
almannaøkinum og um,
hvussu Almannamálaráðið
stríðist við at finna aðrar
inntøkur og skarva av út
reiðslunum. Nýggjasta
inntøkukeldan er at áleggja
pensionistum økt gjald fyri
tænastur. Samstundis sum
tað táttar í fíggjarliga,
veitir Almannamálaráðið
kommununum stuðul til at
byggja røktarheim og so
nevnd eldrasambýli um alt
landið, sum bæði eru
óneyð uga kostnaðarmikil
og hoyra eini farnari tíð til.
Tað hongur also ikki
saman.
Vit eru alt fleiri, ið øtast
yvir røktarheims bygging
ina, sum er við at fara av
bakkastokki. Sum mangan
hevur verið frammi sein
astu tíðina, verða røktar
heim av slagnum, sum eru
í umbúnað at verða bygt,
niðurløgd aðrastaðni. Hetta
verður gjørt út frá væl
grund aðum kanningum,
sum vísa, at:
• røktarheim eru dýr bæði
í rakstri og íløgum
• tey passivisera fólk, so
tey verða meira røktar
krevjandi
• eldri fólk í dag ynskja at
liva eitt virkið lív sum
longst í egnum heimi
Aðrastaðni verður tí
stremb að eftir, at fólk, sum
orsakað av t.d. ellisbreki
ikki kunnu búgva í egnum
heimi, skulu hava ymisk
bústaðartilboð at velja
ímill um. Bústaðartilboð og
tilknýttar tænastur, sum
hóska júst til teirra tørv og
førleikastøði og sum leggja
upp til og loyva teimum at
vera virkin í gerðandis
degnum, so tey varðveita
førleikar.
Í byggingunum, sum
okk ara kommunalu og
almennu myndugleikar nú
seta í gongd, verða bæði
faklig vitan og tørvurin og
ynskini hjá borgarunum
skúgvað til viks. Í staðin
grundgeva kommurnar fyri
røktarheimsbyggingini við
stuðulsmøgulleukum frá tí
almenna og at røktarheim
skapa arbeiðspláss. Og
hvørjar grundgevingar
hevur almannaverkið so??
Ja, tað er ein góður spurn
ingur, tey hava nakrar lógir
ótíðarhóskandi um regl
ar fyri røktarheim og eldra
sambýli. Hesar verða av og
á broyttar eitt sindur, óvist
eftir hvørjum leisti, men
halda grundleggjandi fast í
og stuðla upp undir bygg
ingina, sum hon hevur
verið higartil.
Ein orsøk til, at komm
unurnar vilja hava ábyrgd
ina av eldraøkinum siga
tær vera, at tær eru nærri
borgarunum og kenna
borgarans ynski og tørv.
Hvussu hongur tað saman
við, at kommunurnar
samstundis byggja og
planleggja ímóti ynski og
tørvi hjá borgarunum?
Bæði kommunali og
almenni parturin av
fíggingini av íløgum og
rakstri eru í seinasta enda
borgarans skattakrónur,
sum alment ella kommu
nalt skulu fíggja somu
tænastur til somu borgarar.
Fyri meg sum skatt gjald
ara, hevur tað ongan týdn
ing, um mín skattur fer í
kommunu ella almanna
kassa, bara samlaða puljan
verður gagnnýtt so væl
sum gjørligt.
Tað verður hon ikki, tá
talan er um tænastur til
eldra økið frá kommunum
og almannaverki. Tosað
verður um, at "vit", komm
unan, fær stuðul til íløgur
til at byggja búpláss frá
"teimum", almanna verk
inum. "Tey", almanna
verkið, fíggjar rakstur av
ymiskum slag og "vit"
kommunan spjaðar til.
Afturat hesum kemur um
fatandi kostanaðurin av at
umsita hetta peningarensl
millum almannaverk og
kommunur. Í hesum trans
aktiónunum er fokusið
langt síðan flutt frá borgar
anum til skipanirnar og
úrslitið verður har eftir.
Sum skattgjaldari vænti eg
av teimum, sum av egnum
vilja hava átikið sær at
umsita mínar skattakrónur,
at tey hevja seg upp um
hendan mátan at síggja sín
leiklut uppá.
Ikki einans hava tey
hendan hugburðin til
borgarans skattakrónur.
Við at byggja ótíðarhósk
andi røktarheim og sam
býli, brúka tey harafturat,
ella kanska júst tí, peng
arnar til at fíggja kostnað
ar miklar tænastur til
borgaran, sum borgarin
hvørki ynskir ella hevur
tørv á. Mann kundi sagt,
sum Jesus á krossinum "
harri fyrigev teimum, tí tey
vita ikki, hvat tey gera",
men tað kann mann jú ikki,
tí tey vita ella eiga at vita
at hendan gongdin er
skeiv og at teirra skeivu
avgerðir fáa óhepnar
avleiðingar fyri alt eldra
økið framyvir.
Eg havi meira enn so
hoyrt um kanningarferðir
hjá kommunum og
al mannaverki uttanlanda,
har tey hava hugt at,
hvussu almanna og eldra
økið er skipað aðrastaðni.
Veit eisini um útnorður
samstarv, sum bæði
kommunur og almannaverk
seinastu skjótt mongu árini
hava luttikið í um økið.
Tað hevði nú verið stuttligt
at sæð okkurt ítøkiligt aftur
av øllum tí áhugaverda og
nýhugsandi, sum tey hava
hugt at og hoyrt um í stóru
verð.
Kanska tað hevði hjálpt,
um tey, sum sita við
valdinum, ímynda sær,
hvussu avgerðirnar, sum
tey nú taka, fara at ávirka
teirra egnu ellisár. Tað er jú
ikki óhugsandi, at avleið
ing arnar av avgerðunum
falla aftur á tey sjálvi, um
tey einaferð koma í ta
støðu, at tey verða noydd
at flyta úr egnum heimi.
Við núverðandi gongd
verður einasta tilboðið til
teirra røktarheim, har tú
illa fært verið virkin og
missir sjálvsavgerðarrætt
og privatlív. Røktarheim,
sum harafturat mangan
verða løgd í útjaðaranum
av bygdum øki, uppi undir
bøgørðunum og aðrastaðni,
næstan "uttanfyri landa lóg
og rætt", har møgulleikin
at luttaka í tí, sum fyriferst
í samfelagnum, er
avmarkaður.
Mong, sum í dag búgva
á røktarheimi og heima
búgvandi, sum sigast at
koma undir katagoriina
røktarheimskrevjand, hava
als ikki tørv á hesum
slagnum av røktarheimi.
Summi høvdu kunnað búð
í egnum heimi, um tæn
asturnar til heimabúgvandi
vóru útbýgdar og onnur
hava tørv á eldraíbúð.
Tíbetur er enn tíð at
støðga vitleysu røktar
heims útbyggingunum. Lat
okkum gera tað og sum
skjótast fara í gongd við
neyðugu umskipanina av
økinum so sum at útbyggja
tænasturnar til heima búgv
andi og at brúka pengarnar,
sum ætlaðir eru til røktar
heims bygging, til at byggja
hóskandi eldramiðstøðir
við ymiskum sløgum av
eldraíbúðum, virkistilboð
um v.m.
Vit eru so heppin, at
okkum ikki nýtist at kanna,
um hetta nú loysir seg,
hetta er vælgrundað vitan í
okkara granna londum
talan er sostatt ikki um
okkara so væl kendu
skuffuálit. Harafturat hava
vit í Føroyum hópin av
fakfólki við viðkomandi
vitan innan økið, sum bara
bíða eftir, at boð verður
eftir teimum, so vitanin
kann gagnnýtast. So tá tað
kemur til stykkis, er ljós
fyri framman, tað raður
bara um at lata eyguni upp
fyri tí og loyva tí framat!
HUXA meinar, at Sjúkra
húsverkið er alt ov vánaligt
og veitir ikki tíðarhóskandi
tænastur við tí dygd, sum
borgarin setur sum minsta
mark í dag. Sjúkra hús
verkið virkar sum eitt
monopol, ið ikki er útsett
fyri kapping, og tískil
verð ur tørvurin hjá fólk
inum ikki nøktaður. Sjúk
lingurin kann ikki sjálvur
velja hvørja viðgerð, hann
vil hava, og hvar hann vil
hava hana. Bíðitíðin at fáa
viðgerð er alt ov long, og
tískil hevur sjúklingurin
ikki nøktandi viðgerða
trygd. Tí mælir HUXA til,
at sjúkrahúsverkið og
kommunulæknaskipanin
verða privatiserað við tí
fyri eygað, at sjúkrahúsið
og kommunulæknarnar
verða útsett fyri kapping,
so viðgerðar og tænastu
góðskan gerst betur.
HUXA meinar tó ikki, at
sjúkrahúsverkið og komm
unu læknaskipanin skulu
skipast eftir amerikanskum
leisti, og tessvegna skal
sjúkrakassaskipanin virka
á sama hátt sum áður.
HUXA ynskir, at pengarnir
skulu fylgja sjúklinginum
og ikki viðgerðar stovnun
um.
Sum nú er fáa sjúklingar
fráboðan saman við
sjúkrameldingini, at teir
ikki fáa arbeitt innan ávís
øki. Fyri at skapa bestu
fyritreytir hjá øllum at
arbeiða, eigur læknin
heldur at siga frá, hvat
sjúklingurin fær arbeitt
við, so hann best møguligt
kann aktiverast á arbeiðs
marknaðinum.
Við hesum mælir HUXA
til, at
• Upplýsing skal
raðfestast høgt
• Lógarásett mørk skulu
setast fyri bíðitíð til
viðgerðir á sjúkrahúsin
um. Sjúklingurin skal
tryggjast viðgerð innan
rímiligt tíðarskeið. Um
hetta ikki er møguligt,
skal sjúklingurin kunna
fáa viðgerð aðrastaðni
innan fyri omanfyri
standandi mørk.
• Sjúkrahúsið skal flytast
frá tí almenna, so tæn
asturnar og viðgerðirnar
til sjúklingin mennast í
sunnari kapping.
• Kommunal lækna skip
anin skal privatiserast.
• Sjúkratryggingin skal
styrkjast og tillagast
privatum sjúkrahúsum
og kommulækna skipan
um.
Útbúgvingarpolitikkur
Tað er hugsanin hjá
HUXA, at útbúgving er
hornasteinurin í føroyska
samfelagnum.
Vit meta, at størsta
menn ingin í einum sam
felagi liggur í menn ing ini
av tí einstøku menniskjuni.
Vit meta tí, at tað er sera
týdningarmikið, at eingin
búskaparlig forðing skal
vera fyri at nema sær eina
útbúgving og ta útbúgv
ingina, einum hevur hug
og tørv á. Lestrarlønin í
dag er nógv ov lág bæði
hjá heima og útibúgvandi.
Tað er nærum ógjørligt at
gjalda fyri bæði dagligar
útreiðslur og skúlaút reiðsl
urnar bara við lestrar
stuðul inum.
Skúlaskipanin virkar í
dag meira ella minni sum
ein topdown skipan. Hon
verður stýrd frá toppinum
meira ella minni uttan
ávirkan frá næmingum og
foreldrum teirra. Vit meta,
at tað stórliga er neyðugt,
at næmingar og foreldur at
teimum fáa størri ávirkan á
sínar egnu umstøður.
Samansetinigin av mið
náms skúlaútbúgvingunum
í dag er ómetaliga einstátta
og smøl. Modernaða sam
felagið hevur brúk fyri
fólki við serfrøðiligari
vitan heldur enn fjøl
broyttari, og hesum hóska
føroysku miðnámss kúla
útbúgvingarnar ikki til. Tí
meta vit, at tað er týdn
ingamikið, at næmingar
fáa størri ávirkan á
samansetingini av teirra
miðnámsskúlaútbúgving –
eisini tvørtur um skúlarnar,
soleiðis at eitt nú ein
studentaskúlanæmingur
fær tikið handilsligar
lærugreinar.
Lærarar virka í dag
ómeta liga einsamallir. Teir
starvast einsamallir í aftur
latnari skúlastovu uttan
møguleika fyri fakligari
respons av arbeiðnum.
Orsakað av hesum gerst
teimum lætt at sleppa sær
undan at menna og
moderni sera sínar arbeiðs
hættir, ið er stórliga týdn
ingarmikið fyri næmingin,
ið skal víðari út útbúgvar
og arbeiðslívið, har menn
ingin og modernisering er í
hásæti. Tí meta vit, at tað
er týdningarmikið, at
lærarar verða eftirmettir, so
vit kunne senda okkara
næmingar víðari út í lívið
við bestu og mest fram
komnu førleikunum, vit
kunna.
Somuleiðis fyri at eggja
og menna næmingin, er tað
okkara hugsan, at teir
skulu verða eftirmettir
longu frá 1. fyrsta skúlaári.
Tað er týdningarmikið at
staðfesta støðið á næm
inginum, so best ber til at
bøta um teir trupulleikar,
ið kunnu vera. Sostatt ber
til at eggja og menna teir
góðar, ið eru. Hetta gevur
samstundis næminginum
ein úrslitsbaseraðan hug
burð, ið ímyndar restina av
samfelagnum.
Fyri at geva fólkaskúla
næmingunum bestan lær
dóm, meta vit, at næm
inga talið per lærara ikki
skal fara upp um 15. Hetta
ger, at lærarin hevur betri
sømdir at læra og menna
einstaka næmingin.
Almennu veitingarnar
skulu vera so tætt borgar
unum, sum gjørligt, og
tískil skulu fólkaskúlarnir
gerast kommunal ábyrgd.
Tískil meta vit, at:
• Lestrarlønin skal hækk
ast til kr. 4500, fyri øll
miðnámslesandi
• Næmingar / Foreldur
størri ávirkan á skúla
skipanina.
• Eftirmeting av lærarum
er neyðug.
• Eingin fíggjarlig forðing
skal vera fyri at nema
sær útbúgving.
• Næmingurin skal mest
møguligt samanseta sína
egnu
miðnámsskúlaútbúgving.
• Í fólkaskúlanum skal
talið á næmingum pr
lærara ikki fara upp um
15.
• Royndir og støðumet
skulu vera í fólka skúl
anum frá 1. flokki.
• Pengarnir skulu fylgja
næminginum og ikki
stovninum – hetta fyri at
stuðla upp undir privat
skúlum.
• Fólkaskúlarnir gerast
kommunal ábyrgd.
Inn við bygging til eldri eftir tørvi – burtur við
vitleysari røktarheimsbygging!
Turið
Jacobsen
HUXA
Heilsupolitikkur
viðmerkingar