mánadagur 11. januar 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 11. januar 2010
31
Hvat er endamálið
við FF?
Síggi at tveir av nevndarlimunum hava hug at fýlast á
fíggjarstýringina í FF, at nevndarsamsýningarnar eru
ov høgar, og at kostnaðurin til sakførara er farin upp.
Harmiligt, at nevndarlimirnir ikki vilja taka hetta upp
innanhýsis, soleiðis at vit kunna loysa málini á ein
virðiligan hátt.
Eg hevði upprunaliga ikki ætlað at viðmerkt grein
arnar, men tá ið eg nú havi fingið óteljandi áheitanir
um hetta, so skal eg skriva nakrar útdýpandi reglur.
Viðvíkjandi spurningum um fundarpeningin, so er at
siga, at samsýningarnar sjálvandi eru farnar upp, tí
fleiri fundir eru hildnir. Í 2008 vóru sáttmálasam
ráðingar, og hetta merkti sjálvsagt, at nevndin hevði
økt fundarvirksemi og samráddist nógv í november/
desember. Eitt úrslitið av hesum var sjálvsagt, at meir
fundarpeningur var útgoldin.
Samsýningar í FF
Viðvíkjandi samsýning, so fær formaðurin í FF fasta
mánaðarløn og nevndarlimirnir fáa eina lítla mánaðar
liga samsýning, fundarpening umframt ferðaendur
gjald. Tá ið samráðingar hava verið, eru onkrir bidnir
um at vera heima ein túr, og hevur fiskimannafelagið
so endurrindað kostnaðin fyri túrin – hetta er hent
undir samráðingum fyri einstakar nevndarlimir.
Umframt at vit hava havt sáttmálasamráðingar, so
hevur nógv eyka fundarvirksemi verið orsaka av, at vit
hava arbeitt við at gera eitt nýtt hús, sum skuldi verið
fullkomiliga liðugt í februar mánaði, vit hava skift
tryggingar, vit hava arbeitt virkið við at fáa gjørt eina
eftirlønarskipan umframt at fleiri mál eru tikin upp.
Um nevndarlimir halda, at samsýningarnar eru ov
stórar, ella at teir fáa ov nógv, so kunna teir leggja
uppskot fram um at minkað ella strikað fundar pening
in ella ta føstu mánaðarsamsýningina. Til ber eisini at
fara yvir í eina tímaskipan, soleiðis at peningur fæst
fyri hvønn fundartíma.
Teir sum nú beint eftir landsfundin fýltust á, at teir
fáa ov nógv í nevndarsamsýning hava higartil ikki
gjørt nakað arbeiði innanhýsis fyri at minkað sam
sýning arnar – tvørturímóti!
Føra fleiri sakir
At nevndarlimir hava ilt av, at sakførarakostnaðurin er
øktur, er mær óskiljandi.
Í grundini áttu nevndarlimir at fegnast, tí;
• vit taka fleiri mál upp,
• vit tryggja okkum, at tað vit gera løgfrøðisliga er
forsvarligt
• vit føra fleiri sakir vegna limirnar.
Tað kann vera, at næstformaðurin heldur, at tað er í
lagi, at ein reiðari av sínum eintingum broytir sátt mál
an og gevur yvirmonnunum meir og tekur meir í sín
part, men gevur minnið til okkara limir, men tað haldi
eg, og ein meiriluti í nevndini ikki, og tí gjørdist hetta
málið stórt, eins og onnur líknandi mál eru tikin upp.
Tá ið sáttmálin verður brotin, so hava vit sum felag
skyldu at føra sakir fyri limir okkara. Ongin reiðari
verður drigin í rættin uttan fyrst at hava fingið
møguleika at rættað feilir sínar, men vit mugu ikki lata
reiðarar sleppa, sum tilvitað bróta sáttmálan.
Vit mugu føra sakir í slíkum førum, og tað hava vit
gjørt, og tað skulu vit halda á við at gera.
Endamálið við FF
Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat er endamálið við
fiskimannafelagnum?
Í mínum hugaheimi er fremsta endamál at virka fyri
limirnar, og um tað so merkir, at rokningin til
sakførara gerst størri og yvirskotið minnið, so má tað
vera so.
Tað kann heldur ikki vera meiningin, at vit taka
nógvan pening frá limum at seta til síðis. Tað má ikki
vera ein spurningur um vit hava ráð at hjálpa einum
limi, tá ið hann hevur tørv á tí.
Vit skulu fyrst og fremst tæna limunum, og tað gera
vit við at vera eitt virkið og livandi felag, sum gevur
fleiri limafyrimunir og sum verjir limin, um hann er
fyri órætti. Hetta hevur verið og er mítt fremsta
áhugamál sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.
So komu framtíðarætl anir
nar Høgna Hoydal, and
støðuleiðara. Ætlarnirnar
eru at seta í verk nøkur av
tilmælunum úr Visjón
2015, sum fyrra ABC sam
gongan tók stig til. Men
ætlanin er eisini at niður
laga inntøkur landsins við
1000 mió. kr. um árið – 2.7
mió. kr. minni um dagin at
fíggja framtíðar vælferð. Tí
er tað kanska ikki so
undar ligt, at fjølmiðlarnir
ikki spyrja Høgna Hoydal
um hendan táttin í polit
isku ætlanunum hjá hon
um. Tí tað er so veruleika
fjart, at hann ikki kann
takast fyri fult í hesum
døgum.
Blokkniðurskurður og
skattalættar
Blokkniðurskurðurin hjá
Fullveldislandsstýrinum
hevur higartil merkt 3.8
mia. kr. minni í inntøkum
til landskassan, sambært
útrokningum frá Fíggjar
málaráðnum. Tað var
somuleiðis skeivt av Full
veldislandstýrinum einki at
gera fyri at fáa meiri
inntøkir ella skerja
útreiðsl urnar svarandi til
niðurskurðin í 2002.
Tað hevur verið tosað
um, hvørt tað var neyðugt
at geva fólki størri realløn
við skattalættunum, sum
vóru settir í verk í árunum
1998 til 2008. Fyrra ABC
samgongan gav skatta
lættar, men samstundis
varð inngjaldið til sam
halds fasta eftirlønar grunn
in hækkað, og tí vóru
skattalækking partvíst tikin
innaftur fyri at styrkja um
eina av okkara eftirlønar
skipanum.
Vit politikkarar hava
ábyrgd mótvegis borgarun
um og samfelagnum. Men
eg taki mær onga ábyrgd
av at hava skorið inn tøku
síðuna við 3.8 mia. kr. frá
2002. Eg helt tá og haldi
tað enn, at tað var ein van
lukkulig avgerð fyri okkara
búskap. Hinvegin taki eg
fulla ábyrgd fyri at hava
givið fólki størri fíggjarligt
frælsi við skattalættunum
síðani 2004. Og eg taki
fulla ábyrgd at hava hækk
að inngjøldini til samhalds
fasta eftirlønargrunnin og
harvið givið pensjónist un
um størri útgjald.
Eg átaki mær ábyrgdina
at føra okkara samfelag úr
búskaparkreppuni so trygt
og snikkaðsleyst sum gjør
ligt. Men skulu vit skapa
vøkstur í samfelagnum og
tryggja okkara vælferð eru
grundleggjandi broytingar
neyðugar innan eitt nú
vinnupolitikkin og
almenna geiran. Tí er
neyðugt við breiðum
semjum, sum røkka longri
enn eitt samgonguskeið.
Eg rætti enn einaferð
hond ina út til Høgna Hoy
dal og bjóði til eitt breitt
og gevandi samstarv okk
ara landi at gagni. Søguna
kunnu vit ikki broyta – vit
kunnu bert læra av henni.
Men framtíðina eiga vit
øll, um vit hava lív og
heilsu.
Fíggjarlógin 2010 og
búskaparfrágreiðingin
Almennu rakstrarútreiðsl
urnar eru vaksnar nógv
seinastu nógvu árini og ein
tílíkan vøkstur yvir longri
áramál klárar neyvan nak
að land í heiminum. Tí
hevur samgongan sett sær
fyri at fáa javnvág í al
menna raksturin fyri at
tryggja, at vit kunnu varð
veita okkara vælferðar
samfelag.
Samgongan hevur framt
fleiri fíggjarpolitiskar
tillagingar m.a. verður
rentustuðulin til sethúsalán
niðurlagaður úr 40 prosent
um í 35 prosent yvir 5 ár,
og MVGstuðulin til
húsabygging verður tikin
av yvir 3 ár. Harumframt
er nýggja heilsutryggingin
sett í verk, og pensjóns
nýskipanin verður liðug í
næstum. Vit komu tó ikki á
mál við øllum teimum ætl
aðu fíggjarpolitisku
tiltøkunum í 2009. Skal
málið um at fáa javnvág í
almenna raksturin innan 3
til 5 ár røkast, mugu hesar
tillagingar fremjast. Men
lat meg gera tað heilt
greitt. Ongar av teimum
bygnaðarligu tillagingun
um, sum landsstýrið
arbeiðir við eru sleptar, og
málið er, at tær koma í
gildið á fíggjarlógini fyri
2011.
Búskaparráðið mælir til,
at inntøkugrundarlagið
verður breiðkað, at
útreiðsl urnar verða tálm
aðar, og at fíggjar politisk
tiltøk verða sett í verk, so
javnvág fæst í almenna
búskapin. Á fíggjarlógini
fyri 2010 eru hesi tilmæli
fylgd. Vit hava minkað
útreiðsluvøksturin úr 7
prosentum niður í umleið 2
prosent, og vit hava breiðk
að um inntøkugrundarlagið
hjá landskassanum. Játt
anin til íløgur er umleið
400 mió. kr., og játtanin er
tann størsta nakrantíð, tá ið
útbyggingin av flog
vøllinum er tikin við.
Samtak og arbeiðara feløg
ini heita á politiska
myndug leikar um at kanna
møguleikan fyri at stuðla
innflutningi av frystum
fiski, soleiðis at føroysku
flakavirkini kunna kappast
á jøvnum føti við kapp
ingarneytar úr t.d. Noreg
og Íslandi.
Seinastu 15 mánaðirnar
er føroyska arbeiðsloysið
vaksið við einum 1200
fólkum, soleiðis at tað í
dag eru 1500 arbeiðsleys.
Arbeiðarafeløgini leggja
dent á, hvussu týdningar
mikið tað er at fáa skapað
nøkur nýggj arbeiðspláss,
soleiðis at Føroyar kunna
arbeiða seg burturúr teirri
kreppu, ið er uppstaðin.
Vit síggja fyri hvønn
mánað, hvussu okkara fólk
missa arbeiði ella hava
minnið at gera, og vit
óttast, at henda gongd fer
at halda fram eina rúma tíð
afturat, um ikki vit handlað
í stundini, siga formenn
irnir í arbeiðarafeløgunum.
Arbeiðarafeløgini hava
seinastá árið lítið og einki
merkt til, at nakað arbeiðs
skapandi er gjørt tvørtur
ímóti so eru nógv arbeiðs
fólki bæði hjá privatum,
landi og kommunum søgd
úr starvi ella hava minnið
at gera. Eisini má havast í
huga, at summar av stóru
verkætlanunum, ið landið
hevur sjósett, fara ikki at
geva arbeiði fyrr enn í
2011.
Samtak og arbeiðara
feløgini vóna, at politiski
myndugleikin fer at taka
væl ímóti uppskoti Mið
floksins um at broyta
løgtingslóg um stuðul til
menning av fiskivinnu á
landi, og at skipanin kann
setast í verk sum skjótast,
soleiðis at privata vinnu
lívið fær møguleika at
skapa eina rúgvu av
størvum við jøvnum
inntøkum.
Tað eru nógv ting, ið
kundu verið gjørt fyri at
fingið meir arbeiði í land
ið, men at veita stuðul til
innflutning av frystum
fiski er lutfalsliga einfalt,
og til ber beinanvegin at
síggja virknaðin av hesum.
Sum eisini verður sagt í
viðmerkingum til uppskot
ið, so duga vit at virka
fisk, skipanin kostar lítið
og einki og sambært fram
rokningum kann væntast at
vinningurin fyri landið
verður munandi hægri, enn
stuðulin, ið latin verður.
Í løtuni eru umleið 1500
arbeiðsleys um allar Føroy
ar, og 80% av hesum eru
ófaklærd.
Samtak
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Rætting:
Í grein í blaðnum friggjadagin um prestaósemjuna í Hvalba skrivaðu vit, at Niclas Sigurheim er
kirkjuráðsformaður í Hvalba. Tað er ikki rætt; Niclas Sigurheim er kirkjuráðsformaður í Sandvík.
Undirritaða biður orsaka mistakið
Anna V. Ellingsgaard, journalistur
formaður í Føroya
Fiski manna felag
Jan
HøJgaard
KaJ Leo
JoHannesen
Yvirlýsing: Stuðlið innflutninginum
av frystum fiski
Ætlar Høgni at fáa bilbukt við undirskotið
við at strika inntøkur á eina milliard?
viðmerkingar