týsdagur 12. januar 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 7 - 12. januar 2010
TilTøk ímóTi
krabbameini
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er bara tríggir mánaðir
síðani, at landstýrið almanna
kunngjørdi eina víðfevnda
ætlan fyri, hvussu bøtast skuldi
um viðgerðina av føroyskum
sjúklingum við krabbameini.
Men longu nú er tað
greitt, at ætlanin verður ikki
sett í verk, sum ætlað.
Ein bólkur sat í eitt heilt
ár og orðaði eina víðfevnda
krabbameinsælan
fyri
Føroyar og í oktober í fjør
varð hendan ætlanin handað
landsstýrinum.
Bólkurin mælir til at seta
eina ørgrynnu av tiltøkum í
verk, bæði tiltøk sum kosta
nógvan pening og tiltøk,
sum onki kosta.
Hesi tiltøkini skuldu set
ast í verk í einum trý ára tíð
arskeiði, so at í 2012 skuldi
øll ætlanin verða sett í
verk.
Sostatt skuldu eisini fleiri
tiltøk setast í verk í ár.
Men í fíggjarlógini fyri í
ár sæst, at ”ongin játtan er
til verkætlanir í 2010”
Nógv tiltøk
mugu víkja
Aksel V. Johannesen, lands
stýrismaður í heilsumálum
ásannar, at eisini krabba
meinsætlanin má víkja fyri
teimum sparingum, sum
eru gjørdar í almenna rakstr
inum.
Men hann leggur kortini
dent á, at ætlanin er alt ann
að enn slept og at nøkur av
teimum tiltøkum, sum mælt
verður til at seta í verk í ár,
eisini verða sett í verk í ár.
Her er bæði talan um til
tøk, sum kosta rættiliga
nógv, men ikki minst er tal
an um tey tiltøk, sum onki
kosta.
Sum vit nevndu í Sosial
inum í gjár, hevur hann
longu tikið stig til at seta
lóg í gildi, sum ger tað ólóg
ligt hjá ungum undir 18 ár
at keypa sær sólviðgerðir.
Tað er eitt av tilmælunum,
sum krabbameinsbólkurin
mælir til at seta í verk í ár.
Fylgja dýrum tilmæli
Annars mælir arbeiðsbólk
urin eisini til at keypa nýggj
an MR skannara, nýggjan
CT skannara og nýggjan
mammograf hesi næstu trý
árini.
Hetta eru stórar íløgur,
sum samstundis eru tey
heilt dýru tilmælini í krabba
meinsætlanini og hesum til
mælunum ætla vit at fylgja,
sigur Aksel V. Johannesen.
Í hesum sambandi eru 10
milliónir krónur settar av til
ein nýggjan CT skannara í
ár, leggur hann afturat.
Hann hevur somuleiðis
tikið stig til at útbúgva fleiri
kommunulæknar,
sum
eisini er eitt tilmæli í krabba
meinsætlanini.
Hann sigur, at higartil
hava vit havt ein lækna um
árið, sum er farin undir
útbúgving sum kommunu
lækni, men í ár verða tað
fýra, so tað metir hann
avgjørt er eitt framstig.
Halda í oyruni á Aksel
Men eitt tað fyrsta, hann fer
at gera nú í hesum mánaði,
er at fylgja einum øðrum til
mæli um at seta ein tvørfak
ligan
krabbameinsstýris
bólk, sum skal ráðgeva lands
stýrismanninum í heilsumál
um í málum, sum hava við
krabbamein at gera. Bólkurin
skal eisini fylgja við, at til
mælini í krabbameinsætlanini
verða sett í verk.
Hetta er ein bólkur, sum
skal halda í oyruni á polit
isku skipanini fyri at siga
tað soleiðis og tí haldi eg, at
tað hevur stóran týdning at
fáa hann settan so skjótt
sum gjørligt, sigur Aksel V.
Johannesen.
Hinvegin staðfestir hann,
at tiltikna sláimaskinan hjá
samgongin var eisini fram
við í heilsuverkinum, sum
hevur mist 0,75% av játtan
ini, eins og aðrir kjarnu
stovnar í samfelgnum, ímeð
an aðrir stovnar mistu 2%.
Sostatt er raksturin í
heilsuverkinum ikki upps
stigaður í ár og av tí sama
verður tórført at fara undir
nakað serligt av nýggjum
tiltøkum.
Tí verður tórført at seta
onnur tiltøk í verk, sum
kostar pengar, uttan at fígg
ing kann finnast til tað inn
anfyri fíggjarligu karmar
nar, sum longu eru lagdir.
Men hann kann heldur
ikki lovað at tey tiltøk, sum
einki kosta, fara at vera sett
í verk í ár.
Tað veldst eisini um,
hvørja umsitingarliga og
starvsfólkaligu orku, vit
hava til at seta hesi tiltøkini
í verk.
Tí dugir hann ikki at siga
akkurát, hvørji av tilmælun
um verða sett í verk og,
hvørji mugu bíða.
Annars sigur Aksel V.
Johannesen, at ætlanin er
eisini at hava eitt aðalorða
skifti í Løgtinginum um
krabbameinsætlanina.
Umsitingin í heilsumála
ráðnum er farin at fyrireika
uppleggið
til
eitt
slíkt
aðalorðaskifti og Aksel V.
Johannesen væntar, at tað
verður longu í næsta mán
aði, at tað orðaskifti verður
og tá fáa tinglimir so høvi
til at siga sína hugsan um
framtíðar krabbameinsvið
gerðina í Føroyum.
Eitt av teimum heilt dýru
tilmælunum í víðfevndu
krabbameinsætlanini, er
at útvega ein nýggjan,
framkomnan CT skannara
og tað tilmælið verður fylgt í
ár, sigur Aksel V. Johannesen.
Men sum fíggjarliga støðan
er í løtuni, mugu fleiri onnur
tilmæli bíða, leggur hann
afturat
Tiltøk ímóti
krabba-
meini mugu
víkja fyri
sparingum
Írar syngja Mrs Robinson
Tað gamla lagið hjá Simon og Garfunkel er komið aftur til heiður
og æru í Norðurírlandi, nú landsins fyrstiráðharri noyddist frá, tí
kona hansara hevði verið honum ótrúgv og harafturat misbrúkt
sína støðu sum tinglimur til egnan fyrimun. Peter Robinson
kunngjørdi í gjár, at hann fer úr ráðharrastarvinum fyribils. Konan,
Iris Robinson, hevur longu sagt tingsessin frá sær og er farin í
viðgerð fyri sálarligar trupulleikar. Gølan tók seg upp, tá tað kom
fram, at tann 61 ára gamla Iris Robinson hevði havt kynsligt
samband við ein 19 ára gamlan mann. Harafturat hevði hon
útvegað honum 400.000 krónur, so hann kundi keypa eina
matstovu, og sjálv hevði hon fingið 40.000 krónur burturúr.
Estland nærkast evruni
Estland verður aftir øllum at døma tað næsta landið, sum fær
sær evruna til gjaldoyra. Tað sigur Olli Rehn, sum fyrsta
dagin tekur við starvinum sum búskapar og
gjaldoyrakommiserur hjá ES. Rehn sigur, at í vár fer ES
nevndin at taka støðu til, um Estland lýkur treytirnar fyri at
sleppa upp í evrusamstarvið. Verður úrslitið jaligt, kann
landið skifta gjaldoyra í 2011. Eygleiðarar siga, at tað ætlaða
gjaldoyraskiftið fer væntandi at fáa fleiri útlendskar íløgur til
Estlands. Higartil hava 16 lond valt at brúka evruna sum
gjaldoyra.
Kostar 20 milliónir
um árið
Bólkurin, sum hevur gjørt krabbameinsætlanina, sigur,
at tey tiltøk, hann hevur mælt til at seta í verk, fara at
kosta einar 20 milliónir í rakstrarútreiðslum um árið.
Harafturat koma nakrar eingangs útreiðslur.
Men summar av útreiðslunum liggja uttanfyri heilsu
verkið, eitt nú í heimatænastuni, sum tey mæla til at styrkja,
so at sjúklingar í størri mun kunnu fáa røkt og linnandi
viðgerð heima.
Hetta er ein útreiðsla, sum er mett til 4,5 milliónir um
árið.
Annars metir bólkurin, at tørvur verður á góðum 27
milliónum krónum til íløgur í ymsa útgerð hesi næstu
trý árini.
Sostatt verður tørvur á 910 milliónum krónum um
árið til tól og sum tað sæst í hinari greinini, eru so tær
fyrstu 10 milliónirnar játtaðar í ár til ein nýggjan,
framkomnan CT skannara.
Tað er longu nú greitt, at víðfevnda
krabbameinsætlanin, sum varð
kunngjørd í heyst, verður ikki sett í verk
so skjótt, sum ætlanin var