Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 7 - 12. januar 2010 Sera ambitiøsa hotel verkætlanin á Amager fer liðug at umfata átta bygningar við hotellum og skriv­ stovum í stíli við táverandi Twin Towers í New York. Og ein partur av kundahópinum skal verða føroyingar HOTELVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í hesum døgum er Karen van Rijn, sølu- og marknað- arleiðari hjá Crowne Plaza hotellinum á Amager á vitjan í Føroyum. Endamálið er at gera føroyingar varðug- ar við nýggja hotellið, sum í fyrsta byggistigi umfatar eitt hotel og ein skrivstovu- bygning, sum verður liðug- ur um fáar mánaðir. Hotellið læt upp fyri tveim- um mánaðum síðani og fekk sín elddóp við veðurlags- ráðstevnuni í Keypmanna- havn í desember mánað. - Orsøkin til, at vit eru í Føroyum at gera vart við okkum er, at tað flúga ein rúgva av føroyingum mill- um Føroyar og Keypmanna- havn hvønn dag, og tí vilja vit fegin vera vart við okk- ara fasilitetir og tær tæn- astur, vit kunnu bjóða, sigur Karen van Rijn. Crowne Plaza er kend hotelketa, og tað er sama samtak, ið eigur hesa ketuna umframt aðrar kendar hotel- ketur so sum Intercontinental og Holyday Inn. Verkætlanin á Amager er risastór, og er ein ætlan í sjey stigum. Higartil eru sum nevnt fyrsta hotellið liðugt og fyrsti skrivstovubygningurin verður somuleiðis tikin í nýtslu innan stutta tíð. Tað er Dansk Ind- ustri, sum skal flyta inn í skrivstovubygningin. - Tá samlaða verkætlanin er liðug, verður talan um átta bygningar, sum allir verða samanbundnir við glasgongdum, og sum allir verða bygdir í sama stíli, sigur Karen van Rijn. Nógvar fasilitetir Allir bygningarnir verða 85 metrar høgir, og í fyrsta hotel- bygninginum eru 366 rúm. Nógv er gjørt burtur úr at gera bygningarnar umhvørvis- vinarligar og orkusparandi, eitt nú við sólsellum. - Vit hava heldur einki pappír í rúmunum, sum ann- ars er vanligt. Allir upplýs- ingar finnast í staðin á sjón- varpinum, sigur Karen van Rijn. Á hotellinum eru eisini 12 fundarhøli umframt eina stóra veitsluhøll við plássi fyri 800 fólkum. - Nógv er gjørt burtur úr at hotellið skal liggja so væl fyri sum gjørligt, og tað er eisini tí, vit valdu staðið á Amager. Øll rúmini venda út eftir so hava gott útsýni við stórum vindeyg- um. Venda tey rætt ber til at síggja yvir til Svøríki, sigur Karen van Rijn. Bygningarnir liggja beint við eitt stórt grønt øki, og nærhendis er eisini ein fult professionellur golfvøllur, sum Royal Golfclub umsit- ur, og sum American Golf Association eigur. - So tað er klárt, at vit eisini skipa fyri golfpakkum fyri áhugað, og sum eg skilji finnast eisini nógvir føroy- ingar, sum hava áhuga fyri golf, sigur Karen van Rijn. Umframt 18-hol golfban- an er eisini ein minni 9-hol bani við síðuna av. Copenhagen Towers Crowne Plaza á Amager er fyrsta hotellið í ketuni í norðanlondum, og hotellið bjóðar tænastur, sum røkka út yvir tað vanliga. - Ein av okkara tænastum er, at vit heinta fólk við ein- um shuttle-bussi ókeypis. So um tú kemur úr Føroyum, og til dømis ætlar tær víðari dagin eftir, heinta vit teg á flogvøllinum tá tú kemur, og koyra teg aftur á flogvøll- in dagin eftir, sigur Karen van Rijn. Matstovan á veghæddini leggur seg eftir at borðreiða við norðurlendskum mati, og fimtu hvørja viku verður matarskráin skift út. 90% av matarskránni er økologisk. - Hotellið er moderna, men kortini ikki for moderna. Tað er kul fyri ein 20 ára gamlan, men framvegis komfortabult fyri ein 70 ára gamlan, sigur Karen van Rijn. Hon hevur verið kring um í Føroyum og vitja ser- liga ferðaskrivstovur fyri at gera vart við nýggju gisting- armøguleikarnar, ið Crowne Plaza kann bjóða. Bygningskompleksið verð- ur kallað Copenhagen Tow- ers, og skal minna um táver- andi Twin Towers í New York. Tað er lætt at koma til og frá, og Metroin koyrir framvið. Við henni ber lætt- liga til at koma inn til Keyp- mannahavn, og á vegnum ber eisini til at steðga við Bella Centrið. - So vit vóna, at føroyingar koma at búgva á Crowne Plaza, antin tað so er á hand- ilsferð, shopping túri ella bara eina nátt áðrenn tey flúgva víðari dagin eftir, sigur Karen van Rijn. Í Føroyum eftir hotelgestum Karen van Rijn er á vitjan í Føroyum fyri at gera føroyingar varugar við Crowne Plaza og tær tænastur, sum hotellið kann bjóða Mynd: Jens Kristian Vang Fyrsta byggistigið av sjey er liðugt, og hotellið hevur 366 rúm við øllum modernaðum hentleikum Berlusconi aftur í Rom Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, kom í gjár aftur til Rom eftir at hava hvílt seg í fýra vikur aftan á álopið í Milano, tá ein maður tveitti eitt modell av teirri kendu dómkirkjuni í býnum í andlitið á forsætisráðharranum. Stoyturin var so harður, at Berlusconi breyt nøsina og misti tvær tenn. Tá hann kom til Rom í gjár, segði Berlusconi tíðindafólki, at hann hevur tað gott, og at hann fleðir seg at sleppa aftur til arbeiðis. Nógv fólk vóru komin saman uttan fyri hús hansara at bjóða honum væl afturkomnum, skrivar AP úr Rom.