týsdagur 12. januar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Nr. 7 - 12. januar 2010
1. januar í kom máls
økið »upp havs rættur«
kom á føroyskar
hend ur. Í hesum sam
bandi hevur Menta
málaráðið sent út
kunningarskriv
UPPHAVSRÆTTUR
Tíðindaskriv
Upphavsrættur
varð
1.
januar 2010 føroyskt máls
øki, og Mentamálaráðið
heitir á øll áhugað um at
vera við til at endurskoða
verandi skipan, nú føroysk
lóggáva
skal
gerast
á
øk inum. Galdandi danska
lógin um upphavsrætt verð
ur verandi í gildi, til nýggj
løgtingslóg um upphavsrætt
verður sett ístaðin.
Lógin um upphavsrætt
tryggjar rithøvundum og
listafólkum lógarfest einka
rættindi til vard verk ella
framleiðslur. Lógin hevur
ásetingar um nýtslu av
vardu verkunum og ásetir
eisini t.d., at rættinda hav
ararnir hava rætt til sam
sýning fyri nýtslu av verk
unum. Vanligt er, at rætt
indahavarar skipa seg í
felagsskapum, ið varða av
rættindunum teirra vegna.
Mentamálaráðið
fær
ábyrgd av nýggja málsøkin
um og vil nýta høvi at
endurskoða alla skipanina
við innkrevjing av gjøldum,
sum verða kravd sambært
lógini og at tryggja gjøg
num skygni við skipanini.
Mentamálaráðið ger í løt
uni uppskot til broytingar
í verandi lóg (Anordning
nr. 1003 frá 11. december
2001 om ikrafttræden for
Færøerne af lov om op
havsret), soleiðis, at hon
skjótast til ber verður lag
að til føroysk viðurskifti.
• føroysk loysn í mun til
møgulig trætumál.
• kravd lógarbroyting til
tess at liva upp til altjóða
sáttmála á økinum.
Arbeitt verður við at gera
uppskot til eina nýggja
løg tingslóg um upphavs
rætt.
• allir áhugabólkar fáa høvi
at gera viðmerkingar.
• ætlanin er, at felagsskapir,
rættindahavarar og brúk
arar skulu vera við í hoyr
ingarbólkum, sum skulu
hava fundir um ávís evni,
sum lóggávan fevnir um.
Hóast upphavsrætturin er
skipaður við lóg, eru tað
rættindahavararnir,
sum
gera av, hvussu virksemið
við innkrevjing og útgjaldi
av gjøldum skal vera. Eftir
yvirtøkuna
skal
Menta
mála ráðið tryggja eftirlit og
gjøgnumskygni við virk
semi num hjá fyrisitingarligu
felagsskapunum, ið virka á
føroyska
marknaðinum.
Higartil hava donsku fe
lags skapirnir Koda og Gra
mex í Danmark virkað á
føroyska marknaðinum við
loyvi frá danska menta
mála ráðnum. Koda umboð
ar tónaskøld, sangskrivarar,
teksthøvundar og tón leika
forløg. Gramex umboðar
sangarar,
tónleikarar
og
plátufeløg.
Mentamálaráðið
hevur
gjørt av at geva Koda og
Gramex
tíðaravmarkaða
góðkenning galdandi frá 1.
januar 2010 til 31. desember
2010.
Felagið Fjølrit er felag
fyri føroyskar rættinda hav
arar til listaverk og onnur
hugverk. Fjølrit virkar fyri
áhugamálum hjá rættinda
havarum og umsitur pen
ing in, sum kemur inn fyri
nýtslu av vardum lista verk
um. Fjølrit, sum umboðar
ein týðandi part av før
oyskum rættindahavarum á
økinum, hevur í dag heimild
í lógini at samráðast og
gera sáttmálar um loyvi til
at fjølrita verk hjá lim
unum.
Mentamálaráðið ætlar:
• at Fjølrit, sum umboð
fyri ein týðandi part av
rættindahavarunum, skal
hava
góðkenning
frá
lands stýrismanninum frá
1. januar 2011 at rokna.
Hetta verður gjørt fyri, at
Mentamálaráðið
kann
hava eftirlit við virksem
inum, og harvið verður
hetta rættindaøkið eisini
javnsett tónleikaøkinum.
• at heita á felagsskapir og
rættindahavarar
sum
heild at umhugsa, hvørt
tað eisini eftir 31. de
sember 2010 skulu vera
Koda og Gramex, sum
umsita teirra rættindi.
• at heita á rættinda hav
ararnar at umhugsa, hvørt
tað eisini eftir 31. de
sember 2010 skal vera
Fjølrit, sum umsitur teirra
rættindi.
Hevur tú ella tann felags
skapur, tú ert limur í, áhuga
í at luttaka í arbeiðinum at
smíða nýggju lógina um
upphavsrætt og vera við til
at endurskoða verandi skip
anir, kanst tú vinarliga
senda teldupost til mmr@
mmr.fo
ella
skriva
til
Menta málaráðið.
Mentamálaráðið
vónar,
at rættindahavarar á øllum
rættindaøkjum fara at nýta
høvi at taka lut í hesum
end urskoðanararbeiði, so
leiðis at upphavsrætturin
kemur at virka á øllum rætt
indaøkjum.
Vænta loysn á presta
ósemjuni í hesi vikuni
Mentamálaráðið arbeiðir við at loysa trætuna
um prestastarvið í Hvalba, og ætlanin
er at finna eina loysn í hesi vikuni, sigur
landsstýriskvinnan í mentamálum
FÓLKAKIRKJA
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í tíðindaskrivi í kvøld ásannar Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, at hon hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina á
kirkjuliga økinum og ábyrgdina av, at umsitingin av
økinum fer fram á lógligan hátt. Hon sigur, at ósemjan um
prestastarvið í Hvalba snýr seg um eitt starvsfókamál, og tí
er álagt myndugleikunum serlig tagnarskylda.
Tað skal ongin ivi vera um, at eg sjálv, landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum og landsstýrið gera alt fyri, at vit kunnu
finna eina virðiliga loysn fyri allar partar, skrivar lands
stýriskvinnan.
Hon leggur afturat, at arbeitt verður við at finna eina
loysn á málinum í hesi vikuni.
Gott ár á fiska
marknaðunum
FISKIVINNA
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Árið í fjør royndist sera væl á teimum íslendsku fiska
marknaðunum, og árið var metár bæði í nøgd og virði.
Við skiftablaðið skrivar, at marknaðirnir seldu 103.469
tons í fjør ella 9,8 prosent meiri enn í 2008, tá nøgdin var
94.263 tons.
Vøksturin í virðinum var nógv størri. Í 2008 seldu
marknaðirnir fisk fyri góðar 16,9 milliardir íslendskar
krónur, men í fjør var hetta talið knappar 21,8 milliardir
krónur ella heili 28,5 prosent størri.
Næstan allir fiskaprísirnir hækkaðu í fjør, men
høvuðsfrágreiðingin er, at virðið á íslendsku krónuni hevur
verið sera lágt tað seinasta árið.
Upphavsrætturin komin
á føroyskar hendur
Oljuprísurin hækkar
framvegis
Oljuprísurin hækkaði í gjár. Ein tunna varð í gjár seld fyri 83,58 dollarar
pr. tunnu. WTIoljan verður seld fyri 83,58 dollarar pr. tunnu í New York
í morgun eftir eina hækking á 69 cent, meðan Brent oljan er hækka við
74 cent til 82,11 dollarar pr. tunnu. Tað eru fleiri tekin um, at kreppan
er um at hæsa av og at búskapurin í USA er við at koma fyri seg aftur.
Samstundis hevur tað verið kalt í USA, og hevur hetta eisini verið
viðvirkandi til ein hækkandi oljuprís, sigur Ben Westmore, serfrøðingur
við Bloomberg News. Til samanberingar kann nevnast, at fyri góðum
árið síðani var prísurin á WTI oljuni 36 dollarar pr. tunnu.
Fyrsta filmskvøldið á Sirkus í kvøld
Sirkus niðri í Vágsbotni er farið undir at hava nakrar fastar hendingar um vikuna. Ein av teimum
er filmskvøld hvørt týskvøld, ið tey kalla Sirkus Bio. Fyrsta filmskvøldið verður í kvøld kl.
21.00 á ovastu hæddini á staðnum. Fyrsti filmurin, ið verður
sýndur, er dokumentarurin Heima, ið er um Sigur Rós og eina
konsertferð, sum bólkurin hevði kring Ísland í 2006. Aðrar
vikuligar hendingar, ið Sirkus hevur frá nú av og frameftir, er Red,
White & Cheese hvørt mikukvøld, har tey hava tilboð uppá reytt
og hvíttvín, umframt keks og ostar, um man hevur hug. Hósdagar
er live tónleikur á skránni við spennandi tónleikabólkum, og í
vikuskiftunum eru tað bestu diskararnir bæði her á landi og
uttanfyri, ið eiga pallin.