Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 7 - 12. januar 2010 Jón Brian Hvidtfeldt, sum hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn úr Kring­ varpinum, er limur í felagnum Føroysk Miðlafólk, men hann er settur eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum Uppsøgn Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í dag er hoyringsfreistin hjá Jón Brian Hvidtfeldt úti. Hann skal koma við við­ merkingunum til ætlanar­ skrivið, sum hann fekk frá stjóra sínum í Kringvarp­in­ um, um at hann skal sigast up­p­ sum tíðindaleiðari í útvarp­inum. Jón Brian Hvidtfeldt er tó framvegis til arbeiðis í kringvarp­inum, men leiðara­ up­p­gávan er tikin frá hon­ um, og ein starvsfelagi hansara hevur fingið tæn­ astuboð um at virka sum tíðindaleiðari í staðin. Tað er eitt sindur ógreitt, hvat nú fer at henda. Fakfelagið hjá Jón Brian Hvidtfeldt, Føroysk Miðla­ fólk hevur mótmælt, og fel­ agið stuðlar annars limi sín­ um við løgfrøðiligari hjálp­. ­ Hetta er ein fakfelagslig og serstøða, tí Starvsmanna­ felagið umsitir sáttmálan, ið ein limur hjá føroyskum miðlafólkum er løntur eftir. Er talan um sáttmálabrot, er tað sáttmálin hjá Starvs­ mannafelagnum, ið er brotin, sigur Anna V. Ellings­ gaard, forkvinna í Føroysk­ um Miðlafólkum. Hon sigur, at felagið altíð stuðlar limum sínum við løgfrøðiligari hjálp­ í sam­ bandi við up­p­søgn, í kring­ varp­inum líka so væl sum á bløðunum. Beint nú liggur málið hjá Jón Brian Hvidtfeldt hjá sakførara. Fløkja Fyri Starvsmannafelagið er málið eisini løgið á tann hátt, at fleiri starvsfelagar hjá Jón Brian Hvidtfeldt eru limir í Starvsmannafel­ agnum, og sum limir í Starvsmannafelagnum eru teir farnir up­p­ á barrikadur­ nar vegna ein lim í Før­ oyskum Miðlafólkum, vísir Anna V. Ellingsgaard á. Selma Ellingsgaard, for­ kvinna í Starvsmannafelag­ num heldur ikki, at Starvs­ mannafelagið er p­artur í málinum, hóast talan er um teirra sáttmálaøki. ­ Fyri meg sum fakfelags­ forkvinnu sannførir hetta meg enn einaferð um, at øll miðlafólk eiga at vera í sama fakfelag, so vit standa sterkari, og hesum arbeiða vit eisini støðugt fram ímóti, sigur Anna V. Ellings­ gaard, forkvinna í Føroysk­ um Miðlafólkum. Jón Brian í fakfelagsligari serstøðu Jón Brian Hvidtfeldt hevur freist til í dag at svara upp á ætlanarskrivið Níggju fólk eru seinastu vikurnar varðhaldsfongslað í Íslandi fyri rúsevnissmugling Rúsevni Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Hørðu rúsevnini streyma inn í Ísland, og smuglingar­ leiðirnar eru fleiri. Ein nógv brúkt leið er úr Danmark við Norrönu um Føroyar til Seyðisfjarðar, ein við flogfari úr Keyp­­ mannahavn og ein við flog­ fari úr USA. Aftrat tí koma onnur skip­ini. Tollvaldið í Íslandi hevur seinastu vikurnar lagt hald á fýra kilo av amfetamini og 1,3 kilo av kokaini. Har­ aftrat koma trý kilo av metaamfetamnini og 4.200 ecstasy­tablettir, sum tollar­ arnir í Føroyum funnu. Henda sending var ætlað til íslendska markaðin. Ein rumeni og ein maður, sum er undir illgruna fyri at hava samstarvað við hon­ um, vórðu tiknir á flogvøll­ inum í Keflavík við hálvum kilo av kokaini. Rumenin kom við flogfari úr Keyp­­ mannahavn. Tríggir litavar vórðu varð­ haldsfongslaðir í Íslandi, eftir at tollvaldið og p­olitiið funnu 1,3 kilo av meta­ amfetamini og 4.200 krónur í bilinum hjá tvemum øðr­ um litavum, sum komu í land í Føroyum av Norrönu men skuldu víðari til Íslands. Í sama máli hava tveir litavar sitið varðhalds­ fongslaðir í Føroyum í tveir mánaðir. Ein íslendingur varð hand­ tikin, tá ið hann kom við flogfari úr Berlin til Íslands við fýra kilo av amfetamnini. Hesin maðurin p­eikaði bein­ anvegin út ein hjálp­ara, og teir báðir vórðu varðhalds­ fongslaðir, skrivar íslendska blaðið Visir. Ein útlendskur maður og ein íslendsk kvinna vórðu varðhaldsfongslað í Reykja­ vík, eftir at tey vórðu komin úr USA við 800 grammum av kokaini í viðførinum. Nógv rúsevni koma til Íslands Vænta stjórnarbroyting Í Danmark eru teir p­olitisku eygleiðararnir á einum máli um, nat Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer at umskip­a stjórnina. Sp­urningurin er bara, nær tað verður. Summir eygleiðarar vænta, at tað verður beinanvegin, men aðrir vænta, at tað verður um ein mánað ella tveir. Samstundis verður gitt, hvørjar btoytingarnar verða. Tey flestu vænta, at ráðharrin í vísindi, Helge Sander, fer úr stjórnini, og einstakir eygleiðarar gita, at Per Stig Møller fer frá sum uttanríkisráðharri, og at floksfelagin Lene Esp­ersen tekur við eftir hann. Sterk rúsevni floyma inn í Ísland