týsdagur 12. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 7 - 12. januar 2010
Kári við Stein ynskir øllum eitt
gott nýggjár við teimum seinastu
tíðindunum úr Grønlandi
20. desember
Í dag er -4 stig og stilli. Krabbabáturin
Nagtoralik kom inn í gjárkvøldið við gott
15 tonsum av livandi krabba. Teir skulla út
aftaná jól nýggjan túr.
Polar Nagtoralik kom inn í morgun við
ein um sjúkum manni. Teir loystu aftur aft-
aná døgurða. Lómur liggur í Nuuk um
jólini, og Polar Aassik skal eisini liggja í
Nuuk .
21. desember
Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir
hava knapt 400 tons inni. Tað sama er
Qaqqatsia inni í Nuuk og landar
22. desember
Natarnaq loysti í morgun nýggjan túr.
23. desember
Steffen C er inni í Manitsoq og landar. Teir
hava fulla last inni.
28. desember
Hann lovar av ringasta veðri, at siga ódn.
Akamakik kom inn í kvøld. Teir hava so at
siga fulla last inni. Teir skulla byrja at landa
í morgin tíðliga. Skiparin Linjohn Cristian-
sen sigur frá, at hann ongatíð hevur sæð
eitt so ljót veðurkort, sum er frammi nú.
29. desember
Vindurin varð ikki so nógvur, sum vit
roknaðu við her inni, men hann var nógvur
úti á.
30. desember
Alamalik loyst nýggjan túr kl. gott 6 í
morgun. Vit á landi sendu teimum einar 15
ljósrakettir, og teir svaraðu aftur við rakett
og so trý ýl, og tað sama var her frá landi.
Vakurt at síggja og gott at hoyra.
Í dag er Polar Amaroq inni í Nuuk og
landar. Natarnaq er eisini inni í Nuuk og
landar.
4. januar 2010
Vit komu øll gott inn í tað nýggja árið. Vit
høvdu kavarok nýggjársaftan, so man sá
ikki alt fýrverkaríið, sum bleiv skotið upp.
Steffen C kom inn morgun at landa og at
skifta fólk. Teir hava gott hálva last og
rokna við at sigla í kvøld.
Í Nuuk er Regina C og landar. Qaqqatsiaq
er inni í Manitsoq og landar.
5. januar
Polar Natoralik kom í dag inn við Polar
Amaroq uppá sleip. Onkur boltur var farin,
og tað mátti koma fólk úr Danmark at gera
tað arbeiðið.
6. januar
Polar Qaasiut er komin inn at millumlanda.
Teir skullu bert leggja tær kókaðu rækj-
urnar upp. Sekkirnir skulla teir hava við til
Nuuk í næstu viku, har teir skulla landa. Í
Nuuk landa Markus og Manu.
7. januar
Polar Nattoralik kom inn at landa til kl
2100, so loysa teir aftur. Tað gongur striltið
hjá Polar Amaroq at fáa arbeiðið gjørt.
Roknað var við at verða klárir í dag, men
tað var av ongum.
8. januar
Í dag loysti Polar Amaroq, men ódnarveður
var uttanfyri, so teir hava ligið og andøvt
allan dag.
Gott nýggjár allir lesarir.
Grønlandstíðindi Kári við Stein
Ljótasta veðurkort Linjohn hevur sæð
Hjálp til landbúnaðin
Børsen skrivar, at danska stjórnin fyrireikar ein
hjálpar pakka til landbúnaðin, og fyrrapartin vóru
landbúnaðarframsøgufólkini hjá flokkunum á fundi
við Lene Espersen, búskaparmálaráðharr og viðgjørdu
ta fíggjarligu støðuna hjá landbúnaðinum. Tað er ikki
greitt, hvussu stórur hjálparpakkin til landbúnaðin
verður, men tað er eingin ivi um, at vinnan hevur
hjálp fyri neyðini, skrivar DR. Víst verður á, at skuld-
in hjá landbúnaðinum er 350 milliardir krónur, og at
framleiðslan gevur ov lítið.
207 tvingssilssølur
Fíggjarkreppan í Íslandi hevur millum annað gjørt, at
nógvar fastar ognir eru endaðar á tvingsilssølu.
Morgunblaðið skrivar, at í fjør vórðu 207 fastognir seldar
á tvingsilssølu ímóti 161 árið fyri. Harafturat endaðu 441
bilar á tvingsilssølu í fjør, og tað var heldur færri enn í
2008. Tað vóru tó minni enn so allar ognir, sum fóru á
tvang, hóast kravánarar høvdu biðið um tað. Í fjør vórðu
ikki færri enn 2.504 fastar ognir kravdar á tvang og 1.068
bilar. Umframt fastar ognir og bilar viðgjørdu
myndugleikarnir meiri enn 18.000 innheintingarkrøv, og
tað var nakað tað sama sum í 2008.
Bert 100 toll- og av-
gjaldsfríar sigarettir
Frá 1. januar
2010 hava
ferðandi bert
loyvi til at
flyta inn 100
sigarettir toll-
og avgjaldsfrítt
TOLLUR
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hevur tú sum ferðandi fleiri sigarettir við enn tað, skal
tú gjalda avgjald av teimum. Avgjaldið er 1,90 krónur
fyri hvørja sigarett - ella 190 krónur fyri hina helvtina
av kar tonginum.
Avgjaldið skal gjaldast til tollarnar í reyðu rásini í
komu høllini á flogvøllinum ella um tú kemur við
Norrønu í reyðu rásini á Farstøðini.
Taks minnir eisini á, at hava sigarettirnar hjá tær í
tínum persónliga viðføri. Tað er ikki loyvt at hava við
sær siga rettir fyri onnur.
Er tú tó somikið frekur, at tú hevur fleiri sigarettir
enn loyvt er at flyta inn toll- og avgjaldsfrítt, og tú ikki
boðar frá tí til tollarnar í reyðu rásini, men gongur
víðari í grønu rásini 1 metur burturfrá, skal tú rokna
við, umframt at skula gjalda avgjald, eisini at fáa álagt
eina tollsekt. Toll sektin er vanliga 2 ferðir avgjaldið.
Sostatt kann tað koma at kosta heilt upp í 667 krónur
fyri eitt kartong av sigarettum.
Í annaðkvøld verður
kunnandi fundur
í Miðlahúsinum í
Vágsbotni í Havn um
heimleys børn í Kenya
Susanne og Leif Madsen
hava arbeitt ímillum gøtu-
børn í Nakuru í Kenya í 15
ár. Í vikuni vitja tey, saman
við afrikanska prestinum
David Ford í Føroyum. Tey
byrjaðu við at deila mat út
til tey svongu gøtubørnini,
og í dag leiða tey eitt eitt
stórt hjálpararbeiði á stað-
num. Seinastu fimm árini
hava fleiri føroyingar arbeitt
á staðnum í styttri og longri
tíð.
Verkætlanin
umfatar
ídag:
• Barnaheim fyri 100
børn um
• Skúli við 550 næm
ingum
• 70 næmingar á hægri
skúlum
• Seymiskúli við 35 næm
ingum
• Kreppumiðstøð fyri
einligar kvinnur og
mammur við børnum
• Dagsentur fyri kvinnur
sum búgva við ruskdungan
Eisini fyriskipa tey ymisk
hjálpartiltøk á staðnum, har
neyðin er stórst.
Mikukvøldið 13. Januar
klokkan 20 verður høvi at
hoyra tey greiða frá hesum
arbeiði í Miðlahúsinum í
Vágsbotni.
Tey fortelja um lívið
ímill um gøtubørnini
Um lívssøgur hjá børnum
á barnaheiminum
Myndir og filmur verður
vístur
Høvið verður at seta
teim um spurningar
Møguleiki verður at tekna
seg sum faddur, ella við
stuðla sjálvum arbeiðinum.
Eisini verður møguleiki at
keypa málningar og aðrir
smálutir úr Kenya, kaffi
verður eisini á skránni.
Møgu leiki er bert at stuðla
við reiðum peningi hetta
kvøldið.
Øll eru hjartaliga væl-
komin í Miðlahúsið 13.
januar kl.20
Lesast kann meir um
arbeiði á:
www. newlife-africa.org
Kunningar-
fundur um
heimleys
børn í Kenya