Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 7 - 12. januar 2010 Felagið Fresh Link, sum fór undir farma­ skipasigling millum Føroyar og Skotlands fyri hálvum øðrum ári síðan, hevur fingið tað at bera til fíggjarliga. Flutningurin heim úr Skotlandi veksur, og felagið sær ljóst uppá tíðina, sum liggur fyri framman Flutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Vilmund Jacobsen Kølifarmaskipið Silver Fjord, sum hevur siglt við fiski millum Føroyar og Skotland í hálvt annað ár, fær nú alt fleiri vørur heimaftur við úr Skotlandi. Felagið Fresh Link, sum rekur farleiðina, sigur, at talan eitt nú er um fruktir og grønmetisvørur, men fel­ agið siglir eisini heimaftur við kassum og embalasju, sum fiskurin er í, tá hann fer úr Føroyum. Aðrar vørur, sum Silver Fjord flytir heim til Føroya úr Skotlandi, er byggitilfar, bilar, billutir, ljóðføri og flísar til álegging. Hongur saman Tað var hin 7. juli í 2008, at fyrsti túrur varð sigldur av Toftum til Scrabster í Skot­ landi, og soleiðis hevur rutan nú hálvt annað ár á baki. Tá Fresh Link hevði verið virkið í eitt ár, vístu rokn­ skapartølini, at farleiðin hongur saman fíggjarliga, og felagið kundi tá vísa á eitt avlop í rakstrinum. Felagið hevur skrivstovu á Toftum, haðani Silver Fjord siglir ávikavist til Scrabster fríggjadag og til Aberdeen mánadag. Tey, ið standa aftanfyri fel­ agið, lata væl at gongdini, og tað er ikki minni áhuga­ vert, at flutningurin heim til Føroya úr Skotlandi veksur. Stjórin í Fresh Link er Ingun Olsen, og Andreas F. Hansen er nevndarformað­ ur. Tey fáa tað at bera til Fram fekk betri prís hjá Kósini í Klaksvík, enn Vestmenningur fekk hjá Faroe Seafood í Vestmanna Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vestmenningur og Fram, sum landaðu í gjár, høvdu 450.000 pund av góðum upsa tilsamans. Hendan túr­ in royndu teir á Munka­ grunninum. Faroe Seafood í Vestmanna keypti veiðina hjá Vest­ menningi fyri 6,50 krónur fyri kilo, meðan Kósavirkið keypti veiðina hjá Fram fyri 6,75 krónur fyri kilo. Soleiðis fekk Fram betri prís í Klaksvík enn Fram fekk í Vestmanna. Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at fiskurin hjá skipunum var góður, meginparturin var 2­arar og 3­arar. Vestmenningur og Fram loystu hendan fyrsta túrin í árinum eftir midnátt 2. januar. Umleið 20 mans eru knýtt­ ir at vestmannatrolarunum. Vestmenningur og Fram góðan upsatúr Teir loystu eftir midnátt 2. janu­ ar og landaði í gjár 450.000 pund Mynd: Karstin Vang Flutningurin heim úr Skotlandi við Silver Fjord er veksandi og tey, sum standa aftanfyri felagið, eru bjartskygd um útlitini Silver Fjord, fyrrverandi Star Saga. Smíðað á Skála (1984). Umbygd fyri 12 árum síðan. Eigarar av P/F Fresh Link eru P/F Valhalla á Toftum og P/F Rainbow Seafood í Havn. FAKTA Nevndarformaður í Fresh Link er Andreas F. Hansen, og stjóri í felagnum er Ingun Olsen Dýrur vetur Tann kaldi veturin í Danmark sæst aftur á hitarokningini, og sambært felagnum Dansk Fjernvarme var hitarokningin hjá einum vanligum húsarhaldi 150 krónur dýrari í desember enn í sama mánað í 2008. Felagið hvur eisini roknað út, hvat tað fer at kosta, um tað kalda veðrið fer at standa við, og eftir teirri metingini verður hitarokningin millum 200 og 500 krónur dýrari enn vanligt frá 20. desember og hendan mánaðin út. Tey, sum hava oljufýring, fáa eisini sviðan av kuldanum. Tað kemst ikki bara av størri nýtslu, men eisini av at oljan er dýrkað, sigur DR. Saab letur aftur Alt bendir á, at Saab Automobile fekk mønustingin, tá forstjórin í General Motors, Edward Whitacre, í gjár kunngjørdi, at tann svenska bilverksmiðjan letur aftur. Fleiri hava ligið framvið at keypa Saab, men sambært næstformanninum í General Motors, Bob Lutz, hevur einki tilboð verið nøktandi. Hann legði tó afturat, at kemur eitt nøktandi boð, meðan Saab er undir avtøku, verður tilboðið kannað. Tað ljóðar, at íløgufelagið Genii Capital í Luksenburg og Formel 1­stjórin, Bernie Ecclestone, hava hug á Saab.