Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 7 - 12. januar 2010 Sosialurin Nú er hin lagaliga løtan Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tingformaðurin hevur stevnt løgtinginum til fund ar týsdagin 19. januar kl. 11. Merkisvert er tað, at hesin fyrsti tingfundurin í 2010 verður júst, tá ið hetta valskeiðið verður hálvrunnið. Løgtingsval var leygar- dagin 19. januar í 2008, og løgtingsval verður aftur í seinasta lagið hósdagin 19. januar í 2012. Tá ið valskeiðið er hálvrunnið, eigur at verða rokn- að við, at politiska arbeiðið í hesum valskeiðnum er í hæddini. Royndirnar frá sluttspurtinum sein asta valskeið eiga at hava lært politikararnar, at tað er ikki gott hugskot at bíða við stórum reform um, inn- til tað bara eru fáar vikur eftir av val skeiðnum. Á heysti í 2007 var bruni í, og endin var, at val varð útskrivað, meðan ein rúgva av upp skotum framvegis lógu í tinginum. Hesum vilja politikararnir sleppa undan hesa ferð, og sam felagið hevur ikki ráð til ein sovorðnan kiksara eina ferð aftrat. Royndirnar nógvu tær seinastu ferðirnar hava víst, at síðsta árið undan valinum, ansa politikararnir serliga nógv eftir hvørjum øðrum. Royndirnar vísa eisini, at frá ólavsøku og til ársskiftið snýr politiska arbeiðið seg fyrst og fremst um fiskidagarnar og síðani fíggjarlógina. Tí er tað nú, at lagaliga løtan at fremja stóru og grundleggjandi broytingarnar, sum tað sigst vera breið semja um, at tað er neyð ugt at fremja. Í fleiri valskeið hevur verið tosað um nýggjan kommu nalan bygnað og um at skipa fiskivinnuna av nýggj um. CHE samgongan legði djúptøkið upp- skot um broyt ingar í fiski vinnu lóg gávuni fram á ólavsøku í 2008. Uppskotið var við til at gera enda á samgonguni. Gongdin seinasta árið hevur víst, at tað framvegis er neyðugt við stórum broytingum, og um landsstýri, samgonga og løgting megna at taka seg saman, so fer tað ivaleyst at vísa seg, at fiski- vinnu reformurin – hóast talan er um aðra samgongu – ikki fer at vera heilt ólíkur tí, sum var við til at rygg bróta CHE samgonguna. At inntøkurnar hjá tí almenna so heilt hava svik- ið, hevur av álvara kynt undir spurningin um at dag føra almenna geiran, sum tað nú eitur. Um - framt inntøkusíðuna og harvið skatta lóg gáv una, so hevur hetta ikki minst við útreiðslur til væl- ferðar tænasturnar at gera. Hvussu skulu heilsu- økið, almenna økið, útbúgvingarøkið og sam- ferðslu økið skipast. Hetta hongur alt saman. Eftir nógv prát og ikki so nógv arbeiði í mong ár tykist pensiónsspurningurin nú at vera komin rættu liga nær einari breiðari semju. Fleiri av hinum spurn- ingunum hanga framvegis í leysum lofti. Umframt fíggjarliga tungu spurningarnar og eisini marknaðarspurningin, sum enn eina ferð tykist vera uppsteðgaður, so hevur tingið givið sær sjálvum eina aðra uppgávu, sum skal loysast heilt skjótt. Tað er spurningurin, um Føroyar á næsta vali skulu vera skipaðar í eitt ella fleiri valdømi. Tað er nú, at tað er tann lagaliga løtan at arbeiða við og loysa hesar spurningarnar. Tað, sum ikki verður nortið í vár, verður hesu megin løgtingsvalið ikki annað enn valflesk! Higartil hava millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við í sjálvhjálparbólkum hjá Beranum. Nýggir bólka byrja nú aftur Tíðindaskriv Berin Berin er ein sjálv hjálpar­ bólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin. Nýggir bólkar byrja aftur mikudagin 3. februar. Nýggj bólkaskeið byrja hálva hvørt ár, um ársskift­ ið og eftir summarfrítíðina. Hesaferð verður ein bólkur fyri yngri tannáringar (uml eið 12­14 ár) og eldri tannáringar. Endamálið við Beranum er at savna børn og ung, ið hava mist, og at geva teim­ um rúm til at møta øðrum børnum/ungum í somu støðu. Harumframt at stuðla teimum í at seta orð á kenslur og tankar, ið eru knýtt at sorgini. Á henda hátt hava tey sum frálíður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og inni­ halds ríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við miss­ inum. Børnini og tey ungu møt ast annan hvønn miku­ dag kl. 16­18 í hølunum hjá heilsufrøðinginum í Eysturskúlanum. Higartil hava millum 200­300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við. Afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið knýtt at Beranum, hava verið sera positivar. Tað, sum børnini/tey ungu, fyrst og fremst leggja dent á, er, at tey kenna seg ógvuliga einsamallan við sorgini, og at tað gevur teimum nógv at møta øðrum javnaldrum í líknandi støðu. Í einum slíkum felagsskapi uppliva tey, at tað eru onnur í veru­ liga skilja tey. Hetta er við til at gera tey meira opin fyri at seta orð á truplar tankar og kenslur, sum tey annars byrgja innan í sær sjálvum, og brynjar tey til at koma víðari. Áhugað kunnu fáa meira at vita við at ringja til Jóngerð Poulsen á telefon 562352, Annu Dalsgaard á telefon 229552 ella Oddvør Poulsen á telefon 504145 og lesa meira á heimasíðuna hjá Beranum www.berin.fo Sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung byrjar aftur Mangt er løgið, ja, mangt og mikið er løgið. Vit høvdu eina góða skipan við sjúkrakassunum kring landið. Ein skipan, sum hevði sítt festi í bygda sál­ um, bygdaløgum, býar­ støð um og so samhaldsfast. Vaks fram í fólksligum anda við vanligum bygda­ fólkum og býarbørnum. Varð borin uppi við góðari mannahugsan, tá ið t. d. um rakstur av hesum kass­ um, tað galt. Nei, hann komi til mín, hetta, sum hevur virkað stak væl í ár so mong, skal takast av. Eingin tekur eina góða ær av, ella ger ein vánaligan brund upp. Nú skal orðið samhaldsfast brúkast bæði til knettir og frikadellir, til kassar, heilsutrygd og verða til eitt skálkaskjól, nú okkara kæru býar – og bygdasligu sjúkrakassar skulu í søguna. Hví taka tit nakað av sum “fungerar”? Vit vita, hvat vit hava og vita ikki, hvat vit fáa. Orðið bygda­ menning hevur verið á hvønn mans vørrum í fleiri ár. Eg hugsaði mítt, tá ið rópt verður upp um tað, so gongur tað tann skeiva vegin. Postboðini vóru avsøgd, sjúkrakassarnir eru avsagdir og at vera a útoyggj í dag, tað er eitt tógvið stríð. Sjúkrakassin lívgaði um tína fatan, at her var nakað, sum hevði sítt festi í býar­ og bygda­ sligum anda. Postboðini vóru eisini ein partur av tínum medviti. Nú kemur posturin á stummari nátt, og tú veitst ikki, hvør kemur við honum. Jú, tað skal vera samhaldsfast á einum fremmandum støði, so streymlinja uttan sál og anda. Í morgun bórust tíðindi at heilsutrygd skal leiga seg inn í Klaskvík, og fólk bjóðau seg fram í Klaksvík at taka ímóti hesum sam­ haldsfasta sjúkrakassa, sum hevur mist sína bygda sligu sál. Sam halds­ fastur merkir ­ sum hevur samábyrgd og samstøðu við onnur.(Móðirmáls­ orðabókin) Hevði Aksel Johannesen, landstýrismaður, havt sam­ ábyrgd, so legði hann ikki heilsutrygd í Klaksvík, men í Fuglafirði. Her eigur sjúkrakassin eini góð hús til endamálið. Gevið gatur: Sjúkrakassin eigur eini stór og góð hús í Fuglafirði. »Aksel! Her vóru fleiri túsundir at spara í krónum og oyrum, men her tykist tað mær, at tú sparir dálan og letur skillingin ganga!« Fuglafjarðar sóknar sjúkra­ kassi er bíligasti rikni sjúkrakassi í landinum. Dinna Poulsen, sum hevur røkt henda kassa, veit um nógv at siga. Her hevur tú stjóran longu, og húsini eru klár at flyta inn í. Hevur Aksel samstøðu við tað bygdasliga, ella, at dríva heilsutrygd so bíliga sum gjørligt, so leggur hann ikki Heilsutrygd í Klaksvík, men í Fuglafirði. Annars takki eg Dinnu, Petur Martin Petersen og Ditlev Róin (grannskoð­ arar), nevndini og limunum fyri øll hesi góðu ár, vit vóru í somu song. Sjúkrakassarnir limur í Fuglafjarðar sjúkrakassa FrItS JoHANNESEN