týsdagur 12. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 12. januar 2010
13
Ársins neyðrakett
Eg skrivaði í farnu viku
eina grein um viðmerk ing
arnar, sum Høgni Hoydal
hevði til nýggjársrøðu løg
mans. Eg samanbar við
merkingar hansara við
støðuna, tá alt nýggjárs
krútið er uppbrúkt og bara
tey allar seinastu físini eru
eftir. Men nú vísir tað seg,
at krútposin var ikki heilt
tómur. Fríggjadagin hevði
sami maður eina grein í
bløðunum, sum var ein røð
av neyðrakettum frá einum
politiskum flokki, sum
hevur rent seg fullkomiliga
fasta. Í flestu førum var
talan um endurnýtslu av
gomlum krúti, men okkurt
skotið av nýggjari slag var
eisini at hóma innímillum.
Eg má undrast yvir, at so
nógvar villleiðandi upp
lýsingar kunnu rúmast í
eini so stuttari grein, og
fari tí at gera nakrar rætt
ingar til einstakar av
teimum.
Neyðrakett nr. 1
Høgni brúkar orðini ”síð
ani landið fór á heysin við
fullum blokkstuðli í níti
árunum...”
Hetta er eitt ógvuliga
gamalt skot, sum buldrar
meira enn tað upplýsur.
Tað er nevniliga stórur
munur á at fara á heysin
við fullum blokkstuðli og
at fara á heysin av fullum
blokkstuðli. Vit skulu ikki
gloyma, at vit reistu okk
um eisini aftur úr kreppuni
við fullum blokkstuðli, so
tað var ikki har, ið trupul
leikin lá.
Neyðrakett nr. 2
Høgni skrivar um støðuna
síðani 1998, ”tá blokk stuð
ulin varð settur til viks...”
Hetta er beinleiðis ósatt.
Landskassin fekk 920 mió.
krónur í blokkstuðli í 1998,
meðan samlaða avlopið
hetta árið (tá blokkstuðulin
er íroknaður) var bara
471,5 mió. krónur. Hetta
merkir, at umleið helvtin
av blokkinum varð ikki
settur til viks, men fór til
almennar útreiðslur í 1998.
Neyðrakett nr. 3
Roynt verður at samanbera
blokkstuðulin við brutto
tjóðarúrtøkuna, og sagt
verður at blokkstuðulin er
bara 6 prosent av føroysku
framleiðsluni.
Bruttotjóðarúrtøkan sig
ur, hvussu stórt virðið er á
tí, sum alt føroyska sam
felagið framleiðir, men hon
sigur einki beinleiðis um
støðuna hjá landskass an um.
Og tað er júst lands kassin,
sum hevur stórar trupul
leikar at dragast við, og tað
er eisini lands kass in, sum
fær allan blokk stuðulin.
So tá Høgni sigur, at
blokk stuðulin er bara 6
prosent av føroysku fram
leiðsluni, so má hann eisini
minnast til, at skatta inn
tøkurnar hjá landskass an
um, eru bara millum 10 og
11 prosent av føroysku
fram leiðsluni (men tað
merkir ikki, at skatturin
hevur lítlan týdning fyri
lands kassan).
Neyðrakett nr. 4
Høgni skrivar, at ”skatta
lættar vórðu givnir fyri 400
mió. undir fyrra ABC
landsstýrinum” (rætta talið
er 240 mió. men lat tað
nú fara).
Av eini ella aðrari orsøk
hevur hann fingið sær til
vana, at vísa til skatta lætt
arnar hjá ABClandsstýr
inum, men hann gloymir at
nevna, at fullveldislands
stýrið gav eisini skatta
lættar. Undan valinum í
2004 sendi Høgni eitt
teldubræv út í allar ættir,
har yvirskriftin var ”Seks
ár við Tjóðveldisflokkinum
– seks ár við frambrotum”.
Eitt av ”frambrotunum”
ljóðaði soleiðis: ”Skatta
lættar eru framdir fyri
knappar 400 mió. kr.”
Hvussu ber tað til at
skattalættar í summum
førum verða kallaðir
skaðiligir og í øðrum
førum eitt frambrot?
Neyðrakett nr. 5
Høgni skrivar: ”Undir
fullveldislandsstýrinum
varð skuldin niðurgoldin
og milliardir spardar upp.”
Nú er tað soleiðis, at eitt
landskassaavlop kann bara
brúkast upp á tveir mátar.
Annaðhvørt verða peng
arnir spardir upp, ella
verða teir brúktir til at
niðurgjalda skuld við.
Verða pengarnir brúktir til
okk urt annað, so eru teir
ikki longur avlop.
Hetta merkir, at um vit
telja saman tað sum verður
spart upp og tað sum
verður goldið fyri skuld, so
fáa vit eitt tal, sum svarar
til avlopið.
Samlaða avlopið frá
1998 til og við 2003 var
2,6 milliardir krónur. So
nógv var goldið fyri skuld
og spart upp tilsamans.
Men í sama tíðarskeiði
fekk fullveldislandsstýrið
næstan dupult so nógvar
pengar (5,1 milliard krón
ur) í blokkstuðli um framt
aðrar ríkisveitingar, sum
liggja uttan fyri blokkin.
Tað vil siga, at hvør ein
asta króna, sum full veldis
landsstýrið spardi upp og
hvør einasta króna sum
fullveldislandsstýrið brúkti
til at gjalda skuld við, kom
í landskassan sum blokk
stuðul. Og harumframt
rindaði blokkstuðulin 2,5
milliardir krónur fyri
rakstrarútreiðslur hjá full
veldislandsstýrinum hesi
árini, umframt at aðrar
ríkisveitingar rindaðu
annan almennan rakstur í
samfelagnum.
Men Høgni sigur ikki alt
hetta. Hann sigur bara:
”Undir fullveldislands
stýrinum varð skuldin
niðurgoldin og milliardir
spardar upp,” og hetta
sigur hann í eini grein,
sum hevur til endamáls at
vísa, hvussu óneyðugur
blokkstuðulin er.
Seinni í greinini sigur
hann at ABCflokkarnir
komu til eitt búgvið borð í
2004, har skuldin var
niðurgoldin og 2,3 milli
ardir spardar upp. Men her
er hann sjálvandi so smart
ur, at hann telur eisini tað
við, sum var uppspart
áðrenn fullveldislands
stýrið kom til.
Neyðrakett nr. 6
Sætta neyðrakettin er ein
av hansara nýggjaru
pástandum, har hann roynir
at siga, at kreppur koma
ikki, tí at vit eiga ov fáar
pengar, men heldur tí at vit
eiga ov nógvar pengar. Eg
haldi ikki, at tað er neyð
ugt at gera so nógvar við
merkingar til henda
pástand in, tí hvat annað
skal ein maður siga, sum
hevur høvuðsábyrgdina av,
at fleiri milliardir av skatt
gjaldarans pengum eru
tveittar burtur? Tá er gott
at kunna vísa á, at tað kann
vera vandamikið at eiga
pengar.
Neyðrakett nr. 7
Við síni sjeyndu neyðrakett
sigur hann, at landskassin
hevði einki ár undirskot,
meðan fullveldislands
stýrið sat.
Her kundi verið áhuga
vert at hugt eftir, hvussu
býtið var ímillum árini
áðrenn blokkstuðulin
minkaði og árini aftaná.
Sum áður nevnt, so var
samlaða avlopið frá 1998
til 2003 umleið 2,6 milli
ardir krónur. Men býtt
ímillum tíðarskeiðið
áðrenn og aftaná blokk
niðurskurðin, so var av
lopið 2,4 milliardir frá
1998 til 2001 og bara 0,2
milliardir frá 2002 til 2003.
Í 2003 var avlopið komið
heilt niður á 22,5 mió.
krónur (0,02 milliardir
krónur). Tá løgdu teiri eis
ini frá sær mitt í valskeið
inum!
Um vit ikki telja blokk
stuðulin við, so var talan
um eitt samlað undirskot á
2,5 milliardir krónur,
meðan fullveldislands
stýrið sat og tosaði um
”sjálvberandi búskap”.
Annars skulu vit ikki
gloyma, at Tjóðveldi var
eisini við í CHEsamgong
uni so seint sum í 2008.
Tann samgongan skuldi
hava eitt trýsiffrað millióna
avlop á fíggjarlógini, men
tá árið var liðugt, vísti
roknskapurin eitt undirskot
á 330 mió. krónir (aftan á
at landskassin hevði fingið
meira enn 600 mió. krónur
í blokkstuðli).
Neyðrakett nr. 8
Spurt verður, hvat
heimastýrið hevur kostað
Føroyum, og spyrjarin
svarar sjálvur, at sambært
Caragataálitinum, kostaðu
bara 80’ini 13 milliardir út
gjøgnum vindeygað.
Mín spurningur er: Á
hvørjari síðu í Caragata
álitinum stendur, at tað var
”heimastýrið”, sum kostaði
13 milliardir?
Áhugaverd upplýsing
Ein upplýsing, sum Høgni
kemur við í greinini, má
sigast at vera sera áhuga
verd. Hann sigur at
blokkstuðulin hevði í dag
verið 1,4 milliard, var hann
ikki skorin og fastfrystur.
Hetta er sera áhugavert,
tí 1,4 milliard er 800 mió.
meira enn verandi
blokkstuðul, og undirskotið
á fíggjarlógini er eisini 800
mió. krónur – so kanska
hevur Høgni Hoydal, hóast
alt, funnið orsøkina til
undirskotið? Tillukku við
tí!
Sum fyrrverandi komm
unu stýrislimur í 8 ár so
kenni eg av góðum grund
um eitt sindur meira til
kommunala arbeiðið enn
vanligi borgarin. Táið vit
leysar og beinleiðis ólóg
ligar avgerðir verða tiknar,
meti eg tað sum mína
skyldu at lýsa málini so
væl sum eg eri førur fyri.
Fyri at kunna gera tað,
verði eg noyddur at taka alt
við frá byrjanini av.
Fyrstu ferð eg varð vald
ur í Fuglafjarðar býráð, var
í 1996. Hetta varð í ring
astu kreppuárum, skuldin
hjá kommununi varð
knapp ar 70 milliónir, so vit
vóru stutt sagt fíggjarliga
niðurbundin. Sjálvt í ar
móð ini vóru vit fús til at
bjóða framtíðini av. Nógv
óhjálpin vóru tá ansaði
heima, tí einki alment
ansingartilboð varð til
flestu teirra. Fleiri eru vit,
sum minnast hesa óvirði
ligu støðu, hvørki komm
unur ella land vildu taka
ábyrgdina á seg. Eldraøkið
og skúlamál vóru eisini tey
øki, eg hevði sett mær sum
mál at fáa gjørt nakað við.
Sum formaður í Menta
málanevndini legði eg á
fyrsta fundi fram ynski um
at loysa ansingar trupul
leikan. Úrslitið bleiv sum
kunnugt Vesturstova.
Henda loysn slóðaði fyri
og opnaði eisini ans ingar
sjónarringin kommunal
politiskt um alt landið, hon
gjørdist fyrimyndin fyri
teimum heimum sum síð
ani tá vóru bygd. Vestur
stova, varð sum sagt, bygd
meðan fíggjarstøðan varð
sera vánalig, tí varð spart
har sum sparast kundi.
Hon varð ongantíð ætlað
til annað enn umlæting, at
húsið í dag verður brúkt
sum eitt 3 klassa ellisheim,
har 2 óhjálpin deila um
sama kamar er sera óvirði
ligt, og eg skammist í dag
av misbrúkinum. Hetta
minnir ikki sørt um nútíð
ar gjørdar konsentratións
legur. Almennur stuðul til
byggingina varð eingin, vit
bóru allar útreiðslur á egn
um herðum, men tíbetur
vildi landið umsíðir spæla
við og veitti nakað av
stuðli, sum bert er vaksin
sum árini eru gingin. Sagt
verður um Eysturoynna, at
ellisheimstørvurin er nøkt
aður. At Fuglafjarðar
komm una góðtekur hesa
niðurstøðu og loyvir mis
brúkinum av heiminum, er
mær óskiljandi.
Í seinnu býráðssetuni
hækkaðu vit kommunu
skattin við einum prosenti,
lovað varð borgarunum, at
allur peningurin, frá hesi
hækkan, skuldi setast á
konto til at byggja ellis
heim fyri (flestu av teimum
sum tóku hesa avgerð sita
enn í dag í býráðnum). Í
2005 vóru umleið 8 milli
ónir á hesi konto. Tíverri
steðgaði býraðið sum sat í
tíðarskeiðnum frá 2005
2008 hesi avseting – men
skattaprosentið bleiv ikki
lækkað aftur. Her er mest
beinrakið at kalla býráðs
limirnar sannar orð loys ing
ar. Peningurin bleiv ístaðin
bókstavuliga vippaður í
havið. Um hildið hevði
verið áfram, við hesi skila
góðu avseting, so høvdu
vit í dag umleið 25 milli
ónir á bók at byggja fyri.
Vit kundu í dag bygt
kontant eitt heim uttan
mun til hvat lokalpolitik
ararnir í Løgtinginum
dikterað. Ansingar trupul
leikin hevði verið lyftur
uppá eitt meira virðiligt
støði, og vit høvdu við
hesum skapt í minsta lagi
20 nýggj arbeiðspláss,
umframt byggiarbeiði í
hesum soltnu tíðum. Eg eri
onga løtu í iva um, at
heim ið nokk skuldi komið
undir veingirnar hjá
almennu skipanini. Tað
hava vit dømi um frá
Vesturstovu. Og landskass
ans fíggjarliga ábyrgd
hevði eisini við tíðini runn
ið aftur í kommunukassan
Eg fór úr býráðnum í
2004 og væntaði í míni
sælu trúgv, at tað sum vit
høvdu stungið út í kortið,
fór at verða framt í verki.
Men so varð ikki. Tíverri
havi eg ikki mynduleika til
at gera nakað við tær
avgerðir sum tiknar verða,
og siti sum vanligur borg
ari á síðulinjuni og hyggið
at meðan peningurin verð
ur nýttur til skilaleysar
íløgur, men tá eg fyri stutt
um hevði varðhugan av at
tær 8 milliónirnar sum
avsettar vóru til ellis heims
bygging, í heimildarloysi,
eisini vóru brúktar, tá
kundi eg ikki tiga longur.
Málið hevur ikki verið fyri
á býráðsfundi, men kontoin
varð tóm 08. decembur
2009. Eg ivist onga løtu í,
at býráðið hevur fingið
kaldar føtur, síðani eg bað
um innlit í hetta mál, og at
kontoin, á ein ella annan
hátt, er fylt uppaftur, fyri
síðani at verða mál á kom
andi fundi, har møguliga
samtykt verður ”lógliga” at
neyðtaka hesa konto – vit
fáa at síggja, um politik ar
arnir tora og kunnu bera
tað skommina um so
verður, so skal eg eisini
lova borgaranum, at tað
verður ikki tagt burtur.
PENINGURIN ER
SETTUR AV TIL ELLIS
HEIMSBYGGING, OG
EINKI ANNAÐ.
At enda vil eg í grovum
trekkum vísa fíggjar støð
una hjá Fuglafjarðar
komm unu frá 1996 til í
dag.
Í 1996 varð kommunala
skuldin knappar 70 milli
ónir.
Í 2004 varð kommunala
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
Kann tað verða rætt, at Fuglafjarðar kommuna arbeiðir í heimildarloysi?
Fuglafjørður
JóHAn Heri
Joensen
viðmerkingar
Framhald á næstu síðu