Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 7 - 12. januar 2010 skuldin goldin niður á um ­ leið 15 milliónir. Í hesum tíðarskeiði vóru eisini stórar íløgur gjørdar, samstundis sum skuldin varð niðurgoldin: 2 Frysti­ tunnlar – Tunnilsbryggjan ­ Bryggjan har Havsbrún í dag hevur landingartólið – Keyptu Timburhandilin á Kambsdali ­ Vesturstova ­ Nýggi skúlin – Nýggj Brand støð, umframt mangt annað. Tí skilji eg ikki, at bert 5 ár aftaná, er skuldin aftur komin uppá 40 milliónir, (tá er sminkingin av skuld­ ini ikki tald við). Hvat er kommunal sminka fyri nakað? Kommunala sminka = Sølur av arvagóðsið síðani 2004 1: Timburhandilin á Kambsdali (P/F Harald­ sen eigur í dag, og P/F Leif Mohr leigar) 2: Verkstaðsbygningurin sum Dugni hevur keypt. 3: Landingarbygningurin á kajuni sum P/F Sand­ grevstur nýliga hevur keypt. 4: Ætlanir eru eisini um at selja frystitunnlarnar í jannuar (Hettar kundi eg lesa millum linjurnar í tilfarinum sum nýtt varð á síðsta býráðsfundi). 5: Kontoin til ellisheim varð lensað 8. decembur. Alt hetta sminkar 40 milli­ óna króna skuldina, sum í veruleikanum heldur skuldi verið góðar 60 milli ónir og ikki 40. Uppá bert 5 ár er Fuglafjarðar kommuna í veruleikanum aftur vorðin sama skuldar reyv sum hon var í 1996. Prosentið, sum ætlað varð ellisheimsbygging, er sjálv yndissminkan, um hetta prosent ikki varð ”hapsað” ­­ Gud viti hvør upphæddin so hevði verið? Arbeiðshátturin minnir ikki sørt um, tí skjúldu dagsskránna, táið Brixtofte seldi ognarnir hjá borgarunum í Farum kommunu. Hvat íð spurdist burturúr í Farum vita flest øll. Hví er fíggjarstøðan so spinnandi galin? Eg taki við 3 dømi?. 1: Ein tann stórsti brølarin sum nakrantíð er gjørd­ ur í Fuglafirði er grót­ rúgvan, sum vippað er á 30 metra dýpi – ein deyð íløga, sum kostaði eina stóra 2 sifraða milliónaupphædd. 2: Keyp av Timbur handl­ inum (sum Runavíkar Timburhandil) átti, har grundstykkjaprísurin varð á leið 2.000,­ kr ferðmeturin – tá er bygn ingurin frároknað­ ur). 3: Tvær lítlar stovur í kjall­ aranum í Barna garðin­ um, sum kostaðu góðar 3 milliónir – tað sum verðuliga ger hesa íløgu vitleysa er, at rúmini vóru har táið byrjað varð. Vit kundu hildið áfram við nógvum dømum, men eg haldi ikki tað tænir nøkrum endamálið. Eg føli tað sum mína skylda at bera hesa vitan út til borgaran, tí eg eri greið­ ur yvir at flestu borgarar ikki vita, hvussu illa stend­ ur til, og hvussu illa skatta­ peningurin hjá borgarunum politiskt er umsitin sein­ astu 5 árini. Søla av arva­ góðs inum og hækkað skatta trýst má bjarga komm ununi undan húsa­ gangi. Við hesum fram­ gangsmáta verður skjótt einki eftir at selja. Varð talan um eitt van­ ligt partafelag, so varð øll leiðslan koyrd til hús. At enda vil eg leggja eina við, at atfinningar mínar ikki eru persónligar, men politiskar, vent móti málinum og øllum kommu­ nalpolittikarunum. Fyri­ sitingin eigur sín lut, men ger eftir boðum frá politik­ arunum. Tað er eingin ivi: Tað eru politikararnir sum eiga alla ábyrgdina. Tey, sum keypt hava ognir frá kommununi, hava einki skeivt gjørt. Tað er ein sjálvfylgja, at tey keypa so bíligt sum gjør­ ligt. Skrivingin er ikki meint sum ein atfinning móti teimum. Við passandi millumbili kemur rúsdrekka spurn­ ingurin á breddan. Sum oftast er tað rúsdrekka­ lógin, sum verður umrødd. Ført verður sum regul fram, at rúsdrekkalógin er ov gomul. Hon er ikki nútíðarhóskandi Hendan lógin eigur at verða dagførd. Tey alra flestu av okkum kenna gongdina í rúsdrekka mál­ inum hesi seinastu árini. Har eru broytingar hendar. Her eru sum vant ymiskar meiningar um tað. Politisk hoppan stein av steini Tá eg var smádrongur, plagdu vit at spæla í ánni. Eitt av spølunum var at hoppa stein av steini. Tá tað kemur til at tosa og umrøða rúsdrekkalógina ella sum heild at umrøða rúsdrekkaspurningin, er tað sum okkara politikkarar hoppa stein av stein. Lat okkum í stuttum líta aftur at gongdina í rús­ drekkaspurninginum. Rús­ drekkasøla kom á breddan, vit kenna gongdina, polit­ isku skipanina. Nær um øll hoppaðu yvir á steinin, rús drekkasøla Føroya bleiv ein veruleiki. So var friður eina løtu. Tann politiski myndug­ leikin fær aftur einaferð boð um at hoppa á ein ann­ an stein. Nú eru tað hotellir, matstovur, gisting­ ar hús og ferðavinnan. Vit mugu fáa skeinkiloyvi. Um ikki skeinkiloyvir koma, fara ferðavinnan, hotell­ vinnan og matstovuvinnan á húsagang. Aftur her stendst eitt orðaskifti. Endin blívur, at okkara politiski myndugleiki hoppar á næsta stein, sum eitur skeinkiloyvi. Nú er so aftur boð um at hoppa á ein annan stein. Hesin steinur ber heitið at bryggja sterkt og at inn­ flyta sterkt øl. Aftur nú uppliva vit, tá ið rúsdrekkaspurningurin kemur á breddan til um ­ røðu, at tað er tað, sum fjáltur kemur á nakrar poltikarar. Tað er, sum ein ikki torir at umrøða evnið. Tað verður valt at verða ímóti og vendir tummilin niður, ella bert sigur, vit vilja einki. Við tí rúspolitikki, sum nú verður førdur, so hoppa okkara politikarar stein av steini. Hví ikki taka eina endalig uppgerð, fáa lagt og gjørt ein endaligan rús­ drekkapolitikkk, hvar rús­ drekkalógin verður dag­ førd. Hví kunnu tit politik­ arar ikki seta tykkum niður og tosa við virðing og respekt fyri hvørjum øðrum í hesum álvarsmáli? At halda seg til veruleikan Til tíðir kann tað verða torført at fyrihalda seg til tann veruleika, ein møtir. Ein kann velja at trúgva tí, ein verður gjørdur varugur við, ella ein kann velja ikki at trúgva tí. Vit mugu óivað øll somul ásanna, at rúsdrekka er komið her til landið fyri at verða. Tað verður óivað hildið í so naivt at halda, at Føroyar blíva turrlagdar fyri rúsdrekka. Vit vera tí noydd at fyri­ halda okkum til tann veru­ leika, at vit hava eina vøru av serligum slag og sum hevur eitt serligt árin á brúkararnar av hesi vøru. Her skal ikki vera gjørd nøkur roynd at fordøma ella hevja peikifingur til brúkarar av hesi vøru. Ætlan mín er bert at seta nakrar tankar á pappírið um ein møguligan fram­ tíðar farbaran veg í rúsdrekkaumrøðuni. Ein medalja við tveimum síðum At brúka myndina um medaljuna um rúsdrekka kann óivað fella onkrum fyri bróstið. Eg hugsi, tá vit tosa um rúsdrekka, so fara viðhaldsfólk og mótstøðufólk aloftast í hvør sína skotgrøv, og har fer so stríðið fram. Lítið konstruktivt fast sjáldan úr slíkum. Lat okkum venda aftur til myndatalu mína um rúsdrekka við medaljuna við tveimum síðum. Í dagsins umrøðu av rús­ drekkamálinum er tað síðan, sum vendir út. Tað snýr seg, um vit skulu bryggja sterkt øl her á landi. Seinni vilja so teir koma, sum bryggja brenni­ vín í øðrum londum. Hesir vilja sjálvandi seta sama ynski fram. Somuleiðis er ætlan at lata upp fyri innflutningi av sterkari øli. Einum nýtist ikki at vera njótari av rúsdrekka fyri at skilja argumentini fyri at játtan kundi blivið til at framleiða sterkt øli og annan rúsdrekka. Sum nevnt er í hesi við­ merking, er rúsdrekka ein serlig vøra. Vit tosa ikki um súltutoys­ ella osta­ framleiðslu. Vit tosa um eina vøru, sum kann hava álvarsamar avleiðingar við sær, tí mugu vit tosa opið og fordómsfrítt um rús­ drekka. Uttan at mála hin ónda á veggin, mugu vit og okkara politikarar fyrihalda okk­ um til baksíåuna av medalj uni, sum eitur rús­ drekka. Hendan baksíðan má takast í fullum álvara. Vit tosa um brúkarar av rúsdrekka, sum koma illa fyri og sum fáa eitt avhangiheits forhold til hesa vøru. Vit verða noydd at fyri­ halda okkum til henda veruleikan. Vit hava í dag í Havn trý ella fýra støð, sum eru viðgerðarstøð ella herberg. Hetta eru støð, sum eru beinleiðis sprottin av ein­ um tørvi, sum er íkomin av ov nógvari rúsdrekka­ nýtslu. Vit kunnu og eiga ikki bert at umrøða rúsdrekka­ spurningin isoleraðan sum nakað reint vinnufremj­ andi. Vit mugu umrøða hetta sum eina heild, t.v.s. eisini tey minus, sum fylgja við rúsdrekka. Rúsdrekkagrunn Um tað nú hendir, at polit­ iski myndugleikin velur at geva loyvi til at innflyta sterkt øl og at bryggjaríini fáa loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín her á landi, so vóni eg, at okkara politikarar eru so mikið at sær komnir, at teir bera so í bandi, at rúsdrekkavinnan kemur at bera ein part, fyri ikki at siga tann mesta partin, hvat tað kostar at hava viðgerðartilboð. Tað er møguligt at onkur heldur, at tað er órímiligt at hendan vinnan skal verða plágað við at gjalda í ein grunn. Vit hava nevnt tað áður, at vit tosa ikki um súltu­ toys­ ella ostavinnu. Vit tosa um rúsdrekkka, sum kann hava álvarsamar fylgjur fyri einkultpersónar og familjur. Eg ivist í, um samfelagið Føroyar hevur ráð peningaliga og menn­ iskjansliga at fáa fleiri inn á viðgerðar støðini. Um valið verður, at vit skulu hava eina bryggjarí­ vinnu, so hevði tað verið ein vegur at gingið, at eitt ávíst prosent fer av annað­ hvørt hvørjari fløsku ella litur av rúsdrekka í ein rúsdrekkagrunn, sum verður við til at fíggja avleiðingarnar av ov nógv­ ari rúsnýtslu. Okkum tørvar ein rúsdrekkapolitikk Ofta verður ført fram, at rúsdrekkalógin er ov gom­ ul. Hon er ikki nútíðar­ hóskandi. Hon eigur at verða dagførd. Onnur halda, at rúsdrekkalógin eigur at verða heilt skrottað og ein nýggj gjørd í staðin. Sjálvt um politikkarar tosa og eftirlýsa ein dag­ førd an rúsdrekkapolitikk, so er ikki tað heilt stóra hent frá teirra síðu til at fremja ein revideraðan rúsdrekkapolitikk. Vit hava einans sæð okkara politik­ ararar fara til verka, tá krøvini eru komin frá teimum vinnurekandi, sum hava tørv á rúsdrekka til teirra kundar, tað veri seg í ferðavinnuni ella á mat­ stovum v.m. Sum oftast, tá ið rús­ drekkaspurningurin verður umrøddur, fer orðaskiftið niður í eitt slag av sand­ kassablakan við orðum og holdningum. Tað er sum álvari og seriøsiteturin í hesum álvarsmáli glíður nær sagt út í sandin. Báðir partar hava tørv á eini hugburðsbroyting. Tá tosa vit um tey, sum eru fyri at liberalisera, og tey, sum eru ímóti, at nakað skal broytast. Báðir partar hava tørv á respekt og virðing fyri sjónarmið­ unum hjá hvør øðrum. Lat meg til endan venda mær til tykkara, sum eru uppskotsstillarar til eina­ ferð enn at liberalisera rúsdrekkamálið í landi okkara. Góðu tit. Um tað kemur hartil, at tit fáa undirtøku fyri uppskoti tykkara, vil eg vóna, at tit gera eina heildarloysn, so tit hava tað fyribyrgjandi arbeiði við, og tit taka læknar, sálar­ frøð ingar og aðrar stovnar, sum kenna til rúsdrekka frá eini heilt aðrari síðu, enn til gera. Eg skrivi hetta ikki vegna nakran avhalds­ felags skap, tí eg eri ikki knýttur at nøkrum slíkum. Eg skrivi hetta, tí eg havi meti evnið at verða áhuga­ vert, álvarssamt. Eg eri fult vitandi um, at onkur kann fáa ta fatan, at eg geri meg til talsmannn fyri innflytan og bryggjan av sterkum øli og brennivíni. Tað er ein skeiv fatan av míni við­ mer king. Í mínum íkasti til rús­ drekkamálið havi eg fyri­ hildið meg til tann veru­ leika, sum er viðvíkjandi rúsdrekkapolitikkinum her á landi. Eg vildi hildið, at nú var ein gyltur møguleiki hjá avhaldspoltikarum at sett tykkara fingramerki á ein komandi rúsdrekkapolitikk uttan at tit avreiða etikk ella tykkara andaligu hugsjón. Tit kenna og hava brúkt orðavendingina í øðrum málum, at tá man samráðist, kann man ikki fáa alt sítt við. Øl og brennivín aftur á breddan Hósvík Thomas J. askham viðmerkingar Framhald av síðu 13