Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2010 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Elias Jacobsen, vanliga nevndur Elias hjá Bena­ dikt, Syðrugøtu, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 94 ára gamal. Olivia Bordoy, fødd Olsen, ættað úr Skálvík, búsitandi í Larvik í Norra, andaðist fríggjadagin 8. januar, 99 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Nýggjársdag andaðist Mads Berg Petersen 91 ára gam­ alur. Foreldur hansara vóru Christian P. Petersen úr Gásadali og Katrina f. Lar­ sen úr Sandagerði í Tórs­ havn. Tey áttu fýra børn: Frida, sum var lærarinna, Anna, sum var seymikona, Mads Berg og so Petur, sum var lærari. Mads sleit sínar barna­ skógvar á Tinghúsvegnum, har foreldur hansara búsett­ ust. Fyrst í 1950­árunum bygdi Mads úti við Velba­ staðvegin, og fluttu øll tá út hagar. Mads hevur havt ymisk arbeiði. Hann arbeiddi m. a. í fleiri ár í Grótbrotinum undir Varða, har John Just­ inussen var arbeiðsformað­ ur. Nú henda dagin, vit tosaðu um Mads, tók John soleiðis til, at tað var lætt at vera formaður, har arbeiðsfólkið var sum Mads. Í nøkur ár arbeiddi hann hjá Jensi Poulsen, múrara. Mads plagdi stund­ um í skemti at siga, at hann var hondlangari hjá Jensi. Men hetta sigur eisini nak­ að um hansara lítillætni. Hann var altíð í sínum arbeiði og síni medferð hin stilli og trúfasti tænarin og álitismaður í øllum viður­ skiftum. Seinastu arbeiðsár síni arbeiddi Mads úti á Kirkju­ garðinum við Velbastað­ vegin. Hóast pensiónsaldur­ in kom, so setti hann seg ikki hendur í favn. Nú hevði hann betri tíð at arbeiða á trøðni, sum dámdi honum ógvuliga væl. Tá ið Tilhaldið fyri um leið 10 árum síðan fór und­ ir at hava skeið í matgerð fyri pensiónistar, teknaði Mads seg til skeiðið, og har var hann hvønn miku­ dag fyrrapart í vetrarhálv­ uni til fyri einum knøppum ári síðan. Trúgvur var hann móti Guds húsi. Tað mundi vera fáur sunnudagur, at hann ikki var í Havnar kirkju, og sat í sínum fasta sessi á aftastu brík, og eftir guds­ tænastuna plagdi hann fáa sær døgurða á Sjómans­ heiminum. Undirritaði kennir Mads best frá arbeiðnum í KFUM og KFUK. Mads hevur verið limur í KFUM frá fyrsta degi, felagið varð stovnað í 1938. Hann var ikki tann, sum møtti á aðal­ fundum og slapp sær í nevnd, men hann var altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond. Tá ið bygt var uppí KFUM í 1980­1981, kom hann ofta eftir arbeiðstíð at smíða o.a. Varð arbeitt til basar, so var hann til reiðar at smíða hjólbørur o.a. at luta burtur. Varð tal­ an um fiskibrunn, so var hann við at skera pappír og pakka pakkarnar, so okkurt var hjá børnunum at fiska á ólavsøku. Tá ið tiltakið – Varðmenn – sum serliga var ætlað eldri limum í KFUM og pensiónistum, varð sett á stovn, so var hann har og setti borð upp og ruddaði burtur eftir fundirnar. Eldrasamkomurnar í KFUK dámdi honum stak væl at koma til, og mong vóru tey, sum takkaðu hon­ um fyri, at hann koyrdi tey heim eftir fundin. Familjuna var hann góð­ ur við, og plagdi hann, tá ið hann hevði rundar føð­ ingardagar, at fara til systr­ ina og systurdóttrina í Dan­ mørk at halda føðingardag. Hann var trúfastur móti vinum og kenningum. Hetta seinasta góða hálva árið, tá ið heilsan av álvara var farin at bila, búði hann á Tjarnargarði, har hann hevði tað gott. Líka so stillisliga, sum hann hevði livað lívið, líka so stillisliga og friðsælt legði hann árarnar inn. Guds friður veri við minninum um Mads Berg Petersen. G. Z. Mads Berg Petersen f. 8. mars 1918 – d. 1. jan. 2010 Dagurin 12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist munkur í Köln, men varð myrdur av steinhøggarunum umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í arbeiðinum at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum merkir tann, sum hevur vald á Gudum (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Ísak Kristianson Bjarnaskor so brádliga var tikin frá okkum. Takk til tykkum á G1. Takk til Sverra Steinhólm og Alfred Petersen fyri góð og troystarík orð á kapellinum. Elsu Funding, prest, fyri vøkur orð, sangarar, Óluvu og Maluna fyri vakurt floytuspæl, øll tykkum, sum á ein ella annan hátt hjálptu til. Takk til Elisabeth, Egga, Didde og Jógvan og tann stóra skaran, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elvira, Kristian, Sunniva, Simona og Marian Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma okkara Sigrid Sofía Nicodemussen fyrrverandi ljósmóðir Sandur andaðist og varð jarðað. Eina stóra tøkk til starvsfólkið á Áargarði, sum tóku sær so væl av henni. Tøkk til Jákup Reinert Hansen, prest, fyri troystarrík orð á Áargarði og í kirkjuni. Tøkk fyri blómur og kransar, heilsanir og peningagávur til Áargarð. Tøkk til tykkum øll, gravarar, berarar og sangarar og øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Marin og Jógvan Jarðarferðin hjá Erik Wenningsted Larsen f. 17. sept. 1961 - d. 1. jan. 2010 Verður úr Kirkjugarðskapellinum í Havn hósdagin 14. jan. kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Lina, Evald og Finn v/ familju Tey, ið vilja minnast Erik, kunnu lata Føroya felag móti krabbameini eina peningagávu. 80 ára føðingardagur Mikudagin 13. januar fyllir Andreas Debess (DIABA) 80 ár. Dagurin verður hildin á Tjarnargarði saman við familjuni. 70 ára føðingardagur Hósdagin 14. januar verður Jafet Rasmussen í Søldarfirði 70 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp 12. januar hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. jan kl. 13 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus Magnusson Innan Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á Klaksvíkar Sjómansskúla frá kl 14­17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í Árnafirði kl. 19. Prógv Stefan í Skorini hevur tann 16. september 2009 lokið prógv sum stjórnmálafrøðingur (cand. scient. pol.) við Københavns Universitet. Merkisdagar