Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. januar 2010 – Tað er ein trupulleiki fyri landsliðsvenjarar kring heimin, at tað er torført at nøktandi tímatal at fyrireika landsliðini til ymsu uppgávurnar. Men vit eru til reiðar at stríðast, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari, undan HM-undandystunum um vikuskiftið Dia Midjord, landsliðsvenjari, leggur í løtuni seinastu hond á fyrireik­ ingarnar til HM­undandystirnar sum verða um vikuskiftið. Føroyski landsliðshópurin hevur seinasta mánaðin arbeitt miðvíst fram móti dystunum móti Sveis, Hvítarusslandi og Kypros. Men landslisðvenjarin staðfestir, at fyrireikingarnar kundu verið betri. Hondbóltsspælarar eru í heilum upptiknir av dystum í lands kapp­ ingini og steypakappingini, og tað ávirkar sjálvsagt. ­ Tað er ein trupulleiki fyri lands­ liðsvenjarar kring heimin. Tað er torført at fáa venjingartímar at fyrireika landsliðini til ymsu upp­ gávurnar. Leikararnir spæla týðandi dystir við feløgunum hvørja viku, og tí má eg sum landsliðsvenjari sjálvandi laga meg eftir teimum, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari, og leggur afturat, at fyrireikingarnar hesa ferð kundu verið betri. Landsliðshópurin var nógv sam­ an í døgunum millum jól og nýggj­ ár. Tá kom úttøkan og annað grundleggjandi upp á pláss. Møguleikin er móti Kypros Mótstøðan hjá føroyska lands­ liðnum um vikuskiftið verður alt annað enn løtt at syfta. Føroyar hava áður roynt seg móti Sveis, og tá taptu føroyingarnir stórt. Hvíta­ russland spældi fyri stuttum javnt móti Russlandi, og Kypros er í sama styrkibólki sum Italia, sum vann tvær reisur á Føroyum í EM­undan­ kappingini í fjør. Dia Midjord sigur, at tað er serliga í dystinum móti Kypros, at føroy­ ingarnir skulu vóna at fáa stig. – Heilt yvirskipa skulu vit syrgja fyri at standa okkum so væl sum gjørligt móti Sveis og Hvítaruss­ landi. Vit vita, at vit kunnu fáa eitt fantastiskt úrslit, um alt gongur upp í eina hægri eind. Um mót­ støðuliðini undirmeta okkum, sam­ stundis sum tað gongur teimum illa og alt riggar hjá okkum. Men tað er móti Kypros, at vit hava møguleikan at spæla við. Er tað realistiskt at fáa stig? – Ja, í seinasta dystinum. Men tað skal eisini sigast, at vit eru ikki favorittar til dystin, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari. Sær framstig Dia Midjord hevur havt landsliðið um hendi seinastu árini. Hann sigur seg síggja greiða framgongd, hóast saknur er í stórskjúttum. – Men støðuga landsliðsarbeiðið seinastu árini hava við sær, at vit hava ein samansettan hóp nú. Tað hava vit ikki reiðiliga havt áður. Vit hava royndar og garvaðar leikarar, aðrir eru við at vinna sær fasta legu á landsliðnum, og summir eru við sum menningaleikarar, sigur Dia Midjord, sum gleðist um, at Heini Hanusarson hesa ferð hevur verið við í fyrireikingunum frá byrjan. – Hann hevur seinastu árini spælt í Danmark og hevur tí bara luttikið í seinastu venjingunum. Nú er hann fluttur heim og hevur verið við allatíð. Tað merktist í hópinum. Vit eru hóast alt væl til og til reiðar at stríðast, sigur Dia Midjord, lands­ liðsvenjari. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Sveis – Føroyar Fríggjadagin, 15. januar Hvítarussland – Føroyar Leygardagin, 16. januar Kypros – Føroyar Sunnudagin, 17. januar HM-undandystirnir Landsliðsvenjarin ynskir fleiri venjingar Tummas Pauli og Bjarti eru menninga r leikarar Tvey nýggj andlit eru í hópinum hesaferð. Tummas Pauli Hanusarson úr Kyndli og Bjarti Hansen úr VÍF Tummas Pauli Hanusarson og Bjarti Hansen úr ávíkavist Kyndli og VÍF eru hesa ferð við í landsliðshópinum fyri fyrstu ferð. Dia Midjord, landsliðs venjari, sigur, at tað er týdning ar mikið fyri ungar spælarar at sleppa í landsliðshitan. – Teir eru menningarleikarar, um vit kunnu rópa tað soleiðis. Vit vilja altíð hava ein varierað an landsliðshóp, og teir mynda teir unglinga­ bólkin hesaferð. Taka teir hondbóltin í álvara fram yvir við styrkivenjing og øðrum, fara teir heilt víst at ger ast stuðulsleikarar á landsliðs liðnum eina ferð í framtíðini, sigur Dia Midjord, landsliðs venjari. Uni Levi Nybo (málverji) H71 Janus Sørensen H71 Dánjal Tórgarð H71 Esbern Patursson H71 Poul Kjartan Dam H71 Bárður Johannesen Kyndil Hans Áki Dal­Christiansen Kyndil Tummas Pauli Hanusarson Kyndil Ári Egason Dam (málverji) Neistin Heini Hanusarson Neistin Finnur Hansson Neistin Tróndur Kragesten Neistin Carl Herup Olsen Neistin Sámal Joensen VÍF Bjarti Hansen VÍF Føroyski hópurin Landsliðsvenjarin kundi hugsað sær betri tíð til fyrireikingar. Men sum hann sigur, so eru treytirnar tær somu hjá øllum landsliðsvenjarum