týsdagur 12. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 12. januar 2010
17
tíðindi
fólku num rundan um - jam-
en, hetta er einki minni enn
“the state of the art” (tað er:
tað besta av tí besta).
- Eg hugsaði fyrst, at tað
kundi verið áhugavert at
tik ið onkran sangin til mína
nýggju fløgu upp onkra
aðra staðni enn í Nashville.
Men tað var skjótt, at vit
báðir gjørdust samdir um at
brúka
hetta
fantastiska
studio’ið bæði til sangin og
til tónleikin, greiðir Russ
íð in frá.
Sum sagt, so gjørt. Í hes-
um døgum verða fyrstu
stig ini tikin til eina nýggja
fløgu, sum kemur á mark-
naðin í heyst.
Fáa gleðina fram
Hóast Russ Taff hevur nógv
ár á baki sum tónleikari, og
hevur útgivið eitt stórt tal
av fløgum einsamallur og
sam an við øðrum, hava
hes ar vitjanirnar í Føroyum
har aftrat givið honum nak-
að persónligt aftur: Orku.
- Eg sang við eitt møti í
sam komuni Lívdini í Hoy-
vík sunnudagin. Henda løt-
an, saman við øllum hinum
upp livingum mínum her á
lan di, hava av sonnum giv-
ið mær bæði orku og hug til
tónleikin aftur, greiðir hann
fegin frá.
Sum tónleikari kennir
hann alt til tað at vera á
long um konsertferðum, tá
tón leikurin so við og við
einans gerst til eitt arbeiði
og ikki ein passión longur.
Ja, ein nærum gloymir, hví
ein er tónleikari!
Henda
hugsanin
og
henda
kenslan
eru
nú
skúgv aðar til viks. Gleðin
um tónleikin er komin
ístað in.
- Hetta minnir ikki sørt
um ta fyrstu gleðina og ta
fyrstu tíðina, tá eg var tón-
leikari: Gleðin um at skriva
tón leik. Gleðin um at fram-
føra tónleik, og gleðin um
at kunna gleða onnur við
mínum tónleiki.
- Tað er hjá mær, sum um
hugurin at skriva løg og at
fram føra tey, er vaknaður
til lívs aftur, sigur Russ við
einum brosi.
Paul Simon og
Russ Taff
At Russ Taff hevur fingið
gott fólk rundan um seg, -
fólk sum brenna fyri tí
sama og sum hava hug at
fáa eitt framúr gott úrslit í
heyst, hava bert verið hon-
um til fyrimunar og íblástur.
- Tykkara tónleikur er
nevni liga unikur. Hetta er
ser stak ur tónleikur, sum eg
ikki havi hoyrt nakra aðra-
staðni kring heimin, sigur
Russ, sum hevur ferðast í
ein um ótali av londum,
heim s pørtum og tón leika-
um hvørvum.
- Orsøkin til hetta er uttan
iva hesin serligi friðurin og
tann vakra náttúran, sum
eftir míni fatan gera sítt til,
at ein veruliga kann fara
nið ur í dýpdina við tí krea-
tiva í tónleikinum. Hetta er
bara so ótrúligt, at tað má
upplivast.
- Lurta bara eftur tí lag-
num, sum vit høvdu í gjøg-
num í morgun. Eitt ótrúligt
lag, skal eg siga tær, har tú
samstundis hoyrir nakað av
taktini úr tykkara føroyska
dansi. Hetta var rættiliga
ný skapandi fyri meg, sigur
Russ Taff, ið samanber
hetta við tónleikin hjá ken-
da sangaranum Paul Simon.
Hesin var eitt skifti í
1986 í Suðurafrika, og tað
var týðiligt at merkja, at
hann hevði fingið nýggjan
íblást ur og nógv burtur úr á
hesi ferðini, sum eisini
hoyr ist aftur á verkætlanini,
ið fekk heitið “Graceland”.
- Eg vóni so eisini, at fólk
í USA og kring heim, sum
fara at lurta eftir fløguni,
fara at uppliva nakað av tí
serstaka føroyska á hesi
út gávu ni!”
Eg haldi ikki, at teir rættiliga skilja meg nú.
Men eg eri sannførdur um, at um nakrar
fáar mánaðir fara teir at skilja, hví eg júst
valdi at fara til Føroyar. Og hvør veit,
kanska fara teir sjálvir at framleiða sínar
fløgur saman við Jákupi?!
Á ferðum sínum í Før oy-
um hevur Russ Taff
somu leiðis fingið eyguni
upp fyri einum eyðkenni
før oy inga: Tíðin og
friðurin.
Í mun til USA, har alt
skal ganga skjótt fyri seg
og fólk gera nógv við at
eta hamburgers ella fara
til fastfood, vísir tað seg,
at tíð er nakað ein hevur
og sum ein nýtir.
Tá ein arbeiðir við eini
fløgu í USA er neyðugt
at gera skjótt av í studio,
tí ein má alla tíðina
hugsa um, at tann næsti
tón leik arin stendur úti í
gong ini og bíðar eftir at
sleppa framat. Spurn ing-
ur in er, hvønn týdning og
hvørja ávirkan hetta hev-
ur fyri kreativitetin.
Fyri Russ Taff er eing-
in ivi um, at kreativitetin
inn an tónleik, tað mást
tú loyva at henda. Tað er
ikki nakað sum tú skund-
ar tær við, og ikki eitt,
har tú hugsar meiri um
út gávu feløgini ella
út varps støðirnar, men at
tað í roynd og veru er eitt
lag, ið tú arbeiðir við.
Hetta er júst tann
holdn ing urin og tann
pas sión in, sum sermerkir
prát ið og arbeiðið í Kris-
Stuff Studio í Hoyvík, og
sum Russ Taff setur so
stór an prís uppá.
Sooo langt?
At Russ Taff hevur verið
her tríggjar ferðir áður,
er ikki nakað sum er far-
ið ómerkt aftur við
borði num hjá tón leika-
vinum hansara í USA.
Hann er sjálvur sann-
førdur um, at Føroyar
eru vakrasta staðið í
heimi num, og kundi gott
hugs að sær at búð her.
Men hvat siga vinirnir,
nú hann er komin higar
at framleiða eina fløgu?
Eitt av vinfólkum
hansara er Lynda Randle,
ið áður hevur verið í Før-
oyum. Og tá hon hoyrdi
um ætlanir hansara, so
skil ti hon hann sera væl.
Øðrvísi var við onkr-
um av hinum, sum bein-
leiðis spurdu, um
neyðugt var at flúgva í
meiri enn átta tímar til
Før oy ar, bara fyri at taka
eina fløgu upp.
- Teir søgdu við meg:
“Tú behøvist ikki at fara
sooo langt. Tú skalt bara
ganga “half a mile”, so
er tú í einum super
studio her í Nashville!”.
- Eg haldi ikki, at teir
rætti liga skilja meg nú.
Men eg eri sannførdur
um, at um nakrar fáar
mán að ir fara teir at
skilja, hví eg júst valdi at
fara til Føroyar. Og hvør
veit, kanska fara teir
sjálv ir at framleiða sínar
fløg ur saman við
Jákupi?!
Føroysk tíð ella
hamburgers
Í heimbýi Russ er ikki
langt millum studio’ini,
og har hevur hann møgu-
leika at velja og vraka
millum bæði tónleikarar,
bak grundssangarar, tøkn-
ing ar, framleiðarar og
onn u r, ið vita alt um
út gávu av fløgum.
Tað var kortini eitt við
tón leikinum, ið Russ
fann her í Føroyum og
sum hann ikki fann so
nógva aðrastaðni kring
heim in: Henda stóra pas-
siónin, yndið ella tokkin
til tónleikin.
- Eg havi sæð tað,
hvørja ferð eg havi verið
her. Tá tú ert við í
tónleiki í longri tíð, gerst
hann so líðandi ein
handils vøra. Men her, -
her hjá tykkum upplivi
eg ein slíkan reinleika
fyri at umskapa og fáa
tón leikin til tað, sum
hann veruliga er ætlaður
til: At fáa teg at flenna,
at gráta og eisini at føla
nakað.
- So tá eg og Jákup
tosaðu saman um hesa
fløgu na, var tað hetta
sum lá mær í huga. Og
hetta skal eisini verða
ser eyð kenni fyri nýggju
fløgu na, sigur altso Russ
Taff.
Flenna, gráta
og elska
Russ Taff
Føddur 11. november 1953, og er gamal í garði sum
gospel-sangari.
Hann varð fyrst við í bólkinum The Imperials og hevur
eisini sungið við Gaither Vocal Band.
Russ Taff hevur givið út fløgur saman við einum hópi av
øðrum sangarum, men hevur sjálvur givið út 13 solo-
fløgur, og í heyst kemur altso tann 14. fløgan út.
Hann hevur fingið fleiri heiðurslønir, m.a. hjá Grammy.
Hann er giftur við Tori, sum hann hevur skrivað fleiri
sangir til, eins og hon hevur skrivað fleiri sangir til hansara
framførslur.
Hetta er fjórða ferðin hann er í Føroyum. Men neyvan
tann seinasta.
FAKTA
Saman við góðum fólki
hevur Jákup Zachariasen
átikið sær ta fullu ábyrgdina
fyri útgávuni at nýggjastu
fløguni hjá vinmanni sínum,
Russ Taff – bæði at skriva
løg, tónleik, framleiðslu og
útgávu. Upplýst verður ikki,
hvat hetta fer at kosta, men
talan er um nógvar 100.000
krónur
Mynd: Jens Kristian Vang
Russ Taff hevur útgivið eitt stórt tal av fløgum gjøgnum árini. Henda komandi fløga hansara
verður merkt av tí, at hon er framleidd 100 prosent í Føroyum
modellmynd