hósdagur 13. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2001
15
ÚT AT KOYRA
Nýggjur
Ibiza
Á eini bilaframsýning í
Italska býnum Bologna í
hesum døgum, er ein
nýggjur Seat Ibiza. Bil-
urin hevur sportligar
koyrieginleikar og fæst
við motorum frá einum
3 syl. 1.2 ltr. við 65 hk til
1.9 TDI við 130 hk
Kelda: Motor Magasinet
Fyrsti 1
litur bilur
Sambært stjóranum í
VW
konsernini,
Dr.
Ferdinand Piëch, koma
teir skjótt við einum VW
1L, ið koyrir 100 km fyri
hvønn litur av bensini.
Prototypan skal vera
klár til 16 apríl 2002, tá
hann fer frá sum stjóri.
Kelda: Motor Magasinet
Lada í
Danmark
Danska
bilasamtakið,
Nic. Christiansen, ið
umboða fleiri bilmerkir,
hava
eisini
fingið
russisku Lada bilarnar í
teirra vøruskrá. Skráin
fevnir um Lada Niva,
Lada 11O sedan, 111
stationcar og 112 hatch-
back.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Null-hugsjónin bleiv
samtykt við framtíð-
ini í huga, men longu
nú vita sviar, hvørjar
atgerðir skulu verða
gjørdar, til tess at
hugsjónin kann blíva
veruleiki. Null-hug-
sjónin er fyrst og
fremst ein spurn-
ingur um at vilja, og
at góðtikið verður, at
tað persónliga frælsið
verður nakað skert
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
Tað kostar nógvan pening
at gera t.d. miðteigar á
vegirnar, soleiðis at bilarnir
ikki kunnu renna saman,
og at taka burtur allar forð-
ingar við vegjaðararnar.
Men av tí at ferðsluskað-
arnir í Svøríki árliga kosta
umleið 20 milliardir krón-
ur, er eisini nógvur pen-
ingur at spara. Tann likam-
liga líðingin eigur at viga
meira enn peningur
Brot úr fyrilestri hjá Petur J.
Sigvardsen starvsnevndarformanni í
RFF
Nú eru fýra ár liðin síðan
Null-hugsjónin varð samtykt
í Svøríki. Vónandi verður
hon eisini samtykt her hjá
okkum
Góðtaka vit at persónliga frælsið verður skert?
Tá BMW seldi Rover,
vildu teir ikki av við
Mini. Tað vísir seg at
áhugin fyri bilinum
er størstur millum tey
sum vuksu upp tá
Minibilarnir vóru
uppá sítt besta
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nýggi Mini er nakað størri
enn
tann
upprunaligi.
Hóast talan er um ein nú-
tímans bil, hava teir nógv
til felags, bæði uttan og
innan. Mini Cooper er ein
dýrur bilur, sum í Danmark
kostar
umleið
275.000
krónur. Bilurin verður ikki
keyptur orsakað av at hann
er sera rúmligur ella prak-
tiskur, men av teimum sum
ynskja sær ein annarleiðis
bil. Eisini fleiri av teimum
sum vuksu upp tá Mini-
bilarnir vóru uppá sítt
besta, hava stóran áhuga í
bilinum.
Vekjur ans
Allar útgávurnar hava 1,6
ltr. 16V motorar í ymiskum
støddum. Mini hava 90 hk,
Mini Cooper hava 115 hk
og Cooper S hava 163 hk.
Sum í gomlum døgum er
ferðmátarin í miðuni á in-
strumentborðinum
og
snúningsteljara
á
ratt-
stammuni. Bilurin sær gott
út og vekjur ans har hann
kemur. Fyrsti Mini kom í
1959, og varð á markn-
aðinum í 40 ár.
Mini Cooper - nútímans bilur í gomlum stíli
Mini Cooper. Tað hevur eydnast at skapa ein nútímans Mini við allari sjarmuni frá tí gamla
Innan er alt sum í gomlum døgum við
ferðmátara í miðuni á instrumentborðinum og
snúningsteljara á rattstammuni
Nýggi Mini er væl størri enn tann upprunaligi
15
Nr. 241 • hósdagur • 13. desember 2001 • 75. árg.
Volvo Cars almanna-
kunngera nú fyrstu
myndirnar av einum
nýggjum SUV, Sport
Utility Vehicle. XC90
verður tann størsti í
nýggju XC røðini hjá
Volvo. Verkætlanar-
leiðarin hjá Volvo,
Hans Wikman, sigur
at endamálið hevur
verið at gera bilin til
ein tann mest spenn-
andi og trygga bilin á
marknaðinum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tá Volvo koma á markn-
aðin við einum nýggjum
bili, er eitt av endamálun-
um at sláa fast at teir ganga
á odda á trygdarøkinum.
XC90 er onki undantak,
hvat viðvíkur aktivari og
passivari trygd. Til dømis
hava teir fleiri nýggjar
tekniskar loysnir, um tað
skuldi hent at bilurin fer út
av vegnum og rullar fleiri
ferðir runt.
Sjey sitipláss
Tað nútímans designi, sam-
an við góða plássinum inn-
an, gevur bestu fyritreytir
fyri einum praktiskum bili.
Hann kann hava upp til sjey
sitipláss, har øll tey ferð-
andi venda frameftir. XC90
fæst við 5 og 6 syl. bensin-
motorum,
og
teimum
nýggju 5 syl. dieselmotor-
unum hjá Volvo, ið allir eru
turboløddir.
Framleiðast í
Torslanda
Framleiðslan byrjar í 2002
á verksmiðjuni hjá Volvo
Cars í Torslanda í Svøríki,
har fleiri av teimum størru
Volvo bilunum verða fram-
leiddir. Teir vænta at 65
prosent av XC90 fara til
norðuramerikanska markn-
aðin, 25 prosent til Evropa
og 10 prosent til onnur
lond. Bilurin verður alment
sýndur fram á Detroit
Motorshow í januar.
Kelda: Volvo Personvogne Danmark
A/S
Fyrstu myndirnar av Volvo XC90
Volvo XC90 er tann størsti í nýggju XC røðini hjá Volvo. Ongin ivi er um at talan er um ein ektaðan Volvo
Volvo XC90 er ein SUV, við upp til sjey sitiplássum
C
M
Y
K
14