Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 241 - 13. desember 2001 Nr. 241 - 13. desember 2001 13 Kirkjubøar kommuna hækkar skattapro- sentið fyri aðru ferð á rað, og er skatturin nú á 20,5%. Orsøkin er, at kommunan sum tann fyrsta hevur bygt ein skúla uttan stuðul frá landinum, og henda íløgan hev- ur verið tung, sigur borgarstjórin KOMMUNUR Stefan í Skorini Kirkjubøar kommuna var tann fyrsta kommunan at byggja nýggjan skúla uttan fíggjarligan stuðul frá landinum. Hetta merkist nú á skattaprosentinum í kommununi. Fyri aðru ferð á rað er skattaprosentið hækkað, so at borgararnir nú lata kommununi 20,5% í skatti. Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubø, sig- ur orsøkina vera, at bygda- ráðið hevur gjørt eina ógvuliga stóra og tunga íløgu í nýggjan skúla, um- framt at fortreytirnar hjá kommununi vórðu enda- vendar, tá barnaansingin varð løgd út til kommun- urnar at umsita. – Vit máttu seta skatta- prosentið upp fyri at reka kommununa forsvarliga, og tað hava vit gjørt stigvíst, sigur Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubøar kommunu. Hann leggur afturat, at borgarin merkir lítið til eina slíka hækking, og tað er m.a. tí, at botnfrádrátturin samstundis er hækkaður. Skúlin er kostnaðarmikil Skúlin á Velbastað er tann fyrsti í landinum, ið er bygdur uttan stuðul frá landinum, eftir at stuðul til skúlabygging varð tikin aftur 1998. Hann varð tikin í nýtslu fyri hálvum øðrum ári síðani og hevur verið eitt tungt tak hjá komm- ununi. Annfinn Brekkstein vísir á, at av teimum 220 íbúgv- unum á Velbastað eru 86 undir átjan ár, og tí er tað av alstórum týdningi at hava ein vælvirkandi skúla og ansingarpláss. – Raksturin hevur verið tungur vegna hesa íløgu, men eisini tí at landsstýrið valdi at leggja barnaans- ingina út til kommunurnar at umsita, sigur borgar- stjórin, ið leggur afturat, at tað ikki verður pláss fyri stórum íløgum næstu árini. 38 børn eru á dagstovn- inum á Velbastað. Tó nevnir hann, at høv- uðskloakkin verður gjørd liðug í komandi ár, og ætl- anin er at gera ein størri vatnbrunn í kirkjubø. Annfinn Brekkstein vil tó ikki siga, at tað stendur illa til fíggjarliga í Kirkju- bøar kommunu. Hann nevnir, at fíggjarætlanin komandi ár javnvigar við 5,5 milliónir krónur. Skuld- in er 5,6 milliónir, so bygdaráðið skal tó ansa eitt sindur eftir, hvussu komm- unan verður rikin. Kirkjubøar kommuna hækkar aftur skattin Skúlin á Velbastað er tann fyrsti, ið er bygdur uttan stuðul frá landinum. Hann er eisini orsøk til, at skatta- prosentið í kommununi hækkar næsta ár Í fjør drakk hvør før- oyingur í miðal 6,8 litrar av reinum alko- holi. Hetta er ein vøkstur uppá 0,2 litrar. Hagtølini vísa, at seinastu seks árini er nýtslan av alkoholi ikki økt stórvegis, men tykist at vera støðug RÚSDREKKANÝTSLA Stefan í Skorini Seinastu seks árini – frá 1995 til og við 2000 – hevur rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum verið rættiliga støðug. Tó er ein lítil øking at hóma. Nýtslan verður roknað sum reint alkohol fyri hvønn íbúgva, ið er yvir 15 ár. Í 1995 nýtti hvør íbúgvi yvir 15 ár í miðal 6,4 litrar av reinum alkoholi. Næstu fýra árini var nýtslan 6,6 litrar um árið. Í fjør var hon komin uppá 6,8 litrar fyri hvønn íbúgva. Hesi hag- tølini skulu takast við ein- um ávísum fyrivarni, tí toll- frí søla av rúsdrekka er ikki roknað uppí. Hetta stendur at lesa í Árbókini fyri Føroyar, sum júst er komin út. Tá nýtslan skal býtast upp í sløg av rúsdrekka, er tað sjálvsagt mest øl, sum verður drukkið. Í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 í miðal ár 62,1 litrar av øli, 7,2 litrar av brennivíni , 6,8 litrar av víni, og 2,5 litrar av ymiskum tollfríum rús- drekka. Tilsamans drukku føroy- ingar í ár 2000 2,2 milliónir litrar av øli, 250.000 litrar av brennivíni, 237.000 litr- ar av víni og 88.000 litrar av ymiskum tollfríum. Tað sæst týðiliga, at nøgdin av tollfríum rús- drekka er økt nógv seinastu árini. Í 1995 vóru bara 13.000 litrar av tollfríum rúsdrekka flutt inn í landið. Síðani er ein støðug øking farin fram, og í fjør var nøgdin 88.000 litrar. Grønlendingar fremst Hagtølini vísa eisini, hvussu nógv føroyingar drekka samanborið við hini Norðurlondini. Meðan ein føroyingur í miðal nýtti 6,8 litrar av reinum alkoholi í fjør, nýtti ein grønlend- ingur heili 13,2 litrar av reinum alkoholi í 1999. Danir eru ikki langt aftanfyri Grønland. Í 1999 nýtti ein dani í miðal 11,6 litrar av reinum alkoholi. Síðani kemur Finnland við 8,7 litrum í miðal fyri hvørt fólk um árið. Føroyingar nýta 6,8 litrar um árið, álendingar nýta 6,2 litrar um árið, sviar nýta 6,1 litrar, íslendingar 5,9 litrar og minstu nýtsluna sam- bært hagtølunum hava norðmenn, sum hvør nýta 5,5 litrar av reinum alko- holi um árið. Rúsdrekkanýtslan í fastari legu Í Býin Tinghúsvegur • Tórshavn • Tlf. 31 56 28 Fríggjakvøldið Leygarkvøldið Café'in hevur opið mán.-frí. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00 Club 20 Café Írskur búffur v/chips, salat & whiskeysós 69,- EISINI TANN BESTI Í LANDINUM Hóskvøldið DJ Marjon Petersen DJ Marjon Petersen DJ Marjon Petersen www.club20.fo ladies night Fótbóltur á stórskíggja HESA VIKUNA Felagið Tórshøll Hetta vikuskiftið spæla Hvørt fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld er Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 Tlf. 31 15 65 livandi tónleikur NÁTT- T- T B hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vetsm.-Tórsh. kl. 23.30 • Tórsh.-Vetsm. kl. 00.30 órsh. kl. 03.30 • Tórsh.-Vestm. kl. 04.30 (Koyrt ver ívík og Kollafj rð Onnur kv ld kann avtalu Tlf. 424254 Tlf.286254 Hafnia Lounge Gløgg kr. 30,- Eplaskivur kr. 15,- Stór vafla við róma og súltutoy kr. 15,- Kaffi við dagsins køku kr. 38,- Størri úrval á menukorti Opið frá kl. 14.00 Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50 Frá nú av fram til jóla hava vit m.a. Í Býin - hvønn hósdag AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 í miðbýnum Klaksvíkar Klubbi kar Klubbi Tlf. 455681 Bíleggið borð á telefon 223000 ella 457680 Í Býin - Hvønn hósdag Mat- seðilin Hósdagin 13. des.: Hakkibúffur Fríggjadagin 14. des.: Nakkaflak Leygardagin 15.des.: Oksasteik Mánadagin 17.des.: Kjøtfrikadellur Týsdagin 18.des.: Bankikjøt Mikudagin 19.des.: Livur *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 19,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 25,00 Matstovan í Hoyvík C M Y K 13 12 Í Í Býin - Hvønn hósdag Hugnalig nýggj Italiensk matstova Borðbílegging á tlf 31 96 96á tlf. 319696 Vel millum 30 fjølbroyttar: Forverðar, suppur, pasta, pizza, fiskaverðar, kjøtverðar, barnamenu og dessertir Opið er frá kl. 12.00 Manhattan PUB & CAFÉ Manhattan PUB & CAFÉ Sverrisgøta • Tórshavn Tel 31 96 96 Hóskvøldið & fríggjakvøldið Livandi tónleikur