Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 8 - 13. januar 2010 Tað ber ikki til at gera útvarps- og sjónvarpstíðindi fyri so lítla upphædd, sum Kringvarpið hevur sett av til tíðindadeildina. Kringavarps- stjóranum vantar førleikar til at fata hetta, og hon hevur einki sagt um, hvussu raðfestast skal. Hesi sjónarmið koma frá starvsfólkunum á tiðindadeildini í Kringvarpinum Kringvarp Føroya Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Framvegis er ógreitt, hvussu verður við Jón Brian Hvidtfeldt, nú fyrrverandi tíðindaleiðara í Kringvarp­ inum. Hann er settur frá uppgávuni sum tíðindaleið­ ari, men er kortini framvegis í Kringvarpinum. Hoyringsfreistin hjá hon­ um upp á ætlanarskrivið um uppsøgn var úti týsdag­ in, men sum skilst verður hoyringsfreistin longd. Starvsfelagarnir hjá Jón Brian Hvidtfeldt á tíðinda­ deildini í Kringvarpinum finna seg ikki í, at maðurin verður uppsagdur, tí hann hevur ikki forbrotið seg á nakran hátt, siga starvsfel­ agarnir. Í sjey tímar týsdagin sótu tíindafólkini á fundi og við­ gjørdu málið við tí úrsliti, at eingi tíðindi vóru seinna­ partin í útvarpinum og eing­ in Dagur og Vika í sjón­ varpinum týskvøldið. Ein av grundgevingunum hjá stjóranum fyri at koyra Jón Brian Hvidstfeldt er, at hann ikki hevur megnað at hildið útreiðslurnar innan fyri fíggjarkarmin. Nú sansar at ­ Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál. Tíðindafólkini royna at arbeiða sum frægast, men játtanin er so lítil, at arbeiðið kann ikki gerast forsvarligt. Tí eru vit noydd til at siga frá. Nú sansar at, sigur Dánjal Høj­ gaard, talsfólk á tíðinda­ deildini. Starvsfólkini vísa á, at tað er ógjørligt hjá teimum at gera verulig tíðindi og halda tær public service skyldur, sum Kringvarpið hevur, við tað at játtanin er so lítil. Tey eftirlýsa eisini, at stjórin og leiðslan seta út í kortið, hvussu raðfestast skal fyri at kunna halda játt­ anina. ­ Vit halda ikki, at stjórin dugir at loysa tann spurning­ in, og vit halda eisini, at hon tekur ikki málið í nóg stórum álvara. Vit hava ikki álit á hennara metingum, og vit koma ikki uttan um, at hon hevur eina aðra bakgrund, við tað at hon er bankafólk, og Jón Brian Hvidtfeldt og vit onnur eru fótfólk, sigur Dánjal Højgaard. Hann heldur, at tíðinda­ flutninurin hjá kringvarpin­ um nú er komin niður á so lágt støði, at tíðindafólkini skammast við arbeiði sítt. Í skrivi til Anniku Mittún Jacobsen, stjóra í Kringvarpi Føroya leggja starvsfólkini á tíðindadeildini ikki fingr­ arnar ímillum. Forsømdar uppgávur ­ Vit eru tíðinafólk og ynskja at sleppa til arbeiðis, tá ið tingini henda. Seinastu tíð­ ina hevur støðan tó verið tann, at vit ikki eru sloppin at lýsa týðandi samfelags­ og altjóða hendingaar á nøkt­ andi hátt, skriva tíðinda­ fólkini og nevna sum dømi viðgerðina av fíggjarlógini, altjóða verðurlagsráðstevn­ una og málið um Skálaberg. Starvsfólkini stúra fyri, at ætlanin hjá stjóranum fer at gera støðuna enn verri og kann elva til, at starvsfólk fara at velja sær annað arbeiði, tí arbeiðsumstøður­ nar verða ótolandi og fak­ liga óforsvarligar. Dánjal Højgaard heldur ikki, at grundgevingarnar fyri ætlaðu uppsøgnini halda. ­ Jón Brian Hvidtfeldt hevur ikki gjørt nakað krim­ inelt, og mannagongdin í sambandi við ætlaðu upp­ søgnina er ivasom, sigur Dánjal Højgaard. Skammast við tíðindaflutningin Fak- feløgini samstarva Starvsmannafelagið og Føroyska Miðla- fólk eru i felag farin undir at viðgera málið um ætlaðu uppsøgnina av tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum Kringvarp Føroya Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sum nevnt í Sosialinum í gjár er málið um ætlaðu ppsøgnina av tíðindaleið­ aranum í Kringvarpi Før­ oya ein fakfelagslig fløkja. Starvsøkið hjá leiðaranum hoyra undir Starvsmannafelagið, og hann er løntur eftir sátt­ málanum hjá Starv­ mannafelagnum. Men maðurin er limur í felag­ num Føroysk Miðlafólk. ­ Tað er tó eingin trup­ ulleiki, tí feløgini arbeiða sera væl saman, og vit hava sett okkum fyri at viðgera málið í felag, sigur Súni Selfoss, næst­ formaður í Starvsmanna­ felagnum. Hann undrast eisini yvir mannagongdina hjá stjóranum, tí vanlig mannagongd í sambandi við uppsøgn er, at fyrst kemur ein munnlig ávar­ ing, harnæst ein skrivlig, og so kemur ætlanarskriv­ ið. Í hesum førinum kom eingin ávaring, áðrenn sjálvt ætlanarskrivið kom. Starvsmannafelagið hevur ikki havt møgu­ leika til at gera viðmerk­ ingar til málið, tí felagið fekk ikki málið til hoyr­ ingar fyrr enn týsdagin og hevur so freist til 22. januar at svara. Tað merk­ ir, at hoyringsfreistin er longd, tí upprunaliga var freistin úti týsdagin. Tíðindafólkini í Kringvarpinum bóðu um fund við stýrið í morgin, men fundurin verður ikki fyrr enn seint í næstu viku Kringvarp Føroya Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Stýrið fyri Kringvarp Føroya aftrar seg við at fara upp í málið um ætlanina at siga tíðindaleiðaran úr starvi. Ein grundgeving er, at starvsfólkamál hoyra undir stjóranum og ikki stýrinum, og haraftrat er stýrið kærumyndugleiki. Men starvsfólkini á tíðindadeildini skulu fáa fundin, sum tey hava biðið um, sigur Rúni Heinesen, formaður í stýrinum. Tíðindafólkini bóðu um at fáa henda fund í morgin, men fundurin kann vegna forfall, og tí fólk eru burtur­ stødd, ikki verða fyrr enn seint í næstu viku, sigur Rúni Heinesen. ­ Men vit hava sjálvandi ta yvirskipaðu ábyrgdina av stovninum og vilja hava, at stovnurin virkar, sigur Rúni Heinesen. Stýrið fund í næstu viku Stjórin vil einki siga Kringvarp Føroya Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Illa ber til at fáa nakað at vita frá Anniku Mittún Jacobsen um ætlan henn­ ara at siga Jón Brian Hvidtfeldt úr starvi sum tíðindaleiðarileiðari í Kringvarpinum. ­ Eg havi onga við­ merking til ætlanar­ skrivið, tí hatta er eitt persónsmál, sigur hon. Hon viðgongur tó, at málið er keðiligt men heldur tað vera gott fyri Jón Brian Hvidtfeldt, at hann fær so góðan stuðul frá starvsfeløgum sínum. Stjórin svarar við tøgn, tí hon verður spurd, um hon kann liva við, at ein heil deild á stovninum hevur sagt seg ikki hava álit á henni sum stjóra. ­ Vit hava eitt professi­ onelt samskifti, sigur hon tó. Háskúlar væl umtóktir Tey seinnu árini eru fleiri danskir háskúlar givnir, tí tað bar ikki til at fáa nóg nógvar næmingar. Men nú er vend komin í, og sambært bløðunum hevur áhugin fyri at sleppa á háskúla ikki verið so stórur síðani í áttatiárunum. Júst nú eru háskúloarnir farnir undir várskeiðið, og sagt verður, at næmingatalið er átta prosent størri enn á várskeiðinum í fjør. Eitt nú eru fleiri føroyskir ungdómar byrjaðir á donskum háskúlum nú í januar. Í Danmark eru 75 háskúlar, og á hvørjum ári eru umleið 45.000 fólk á longri ella stytri skeiði. Fleiri skattabroytingar Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, segði í gjár, at stjórnin fyrireikar uppaftur fleiri skattabroytingar enn tær, sum longu eru framdar. Ráðharrin segði, at stjórnin fer at seta eina serliga skattanevnd at endurskoða alla skattaskipanina. Endamálið er at beina burtur møguligar ójavnar í skattaskipanini, men nevndin skal eisini gera uppskot um umhvørvis­ og tilfeingisskatt. Íslendska vinnulívið heldur lítið um, at stjórnin umhugsar skattabroytingar. Vinnan heldur, at einki er at fara eftir. Starvsfólkini á tíðindadeildini harmast um, at fíggjarlig orka ikki er til nóg góðan tíðindaflutning