mikudagur 13. januar 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2010
Í krabbameinsfelag
num eru tey vón
brotin av, at sam
gongan longu er farin
at skáka sær undan
at seta víðfevndu
krabbameinsætlanina
í verk, men tey bæði
vænta og vóna, at
meiri peningur verð
ur játtaður seinni í ár
Krabbamein
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Arbeiðið at víðfevndu
krabbameinsætlanina
í
verk, eigur ikki at vera
treyt að av, hvussu nógv
játt an er til taks.
Tað staðfestir Jákup N.
Olsen, formaður í Krabba
meinsfelagnum.
Hann var sjálvur við í
arbeiðsbólkinum, sum í
heyst handaði landsstýrin
um eina víðfevnda ætlan
fyri at menna viðgerðina av
krabbameini
í
Føroyum
hesi næstu árini.
Men tað harmar hann, at
landssýrið longu nú er farið
at drála við at seta ætlanina
í verk, soleiðis, sum vit
greiddu frá í Sosialinum í
gjár.
Har greiddi Aksel V. Jo
hannesen frá, at fleiri tiltøk,
sum krabbameinsbólkurin
mælti til at seta í verk í ár,
verða útsett, tí heilsuverkið
skal spara pening.
Hetta er formaðurin í
krabba meinsfelagnum vón
brotin av.
Nú hevur hevur arbeiðs
bólkur hjá heilsu málaráð
num gjørt eina krabba
meins ætlan fyri tey næstu
trý árini og fíggingin eigur
ikki at verða ein forðing
fyri at seta hana í verk,
sigur Jákup N. Olsen.
Ongin umbering
Tilsamans hevur bólkurin
58 tilmæli til politiska
myndugleikan á krabba
meinsøkinum, men fleiri av
teimum kosta onki at seta í
verk.
Men heldur ikki tey til
mæli, sum eru ókeypis at
seta í verk, kann lands
stýris maðurin lova at fylgja
í ár, tí tað veldst um um
sitingarligu orkuna í heilsu
málaráðnum
og
fakligu
ork una í heilsuverkinum.
– Tað átti so ongantíð at
komið politiska myndug
leikanum so mikið sum til
hugs at drála við tí, sum
onki kostar, sigur formað
urin í krabbameins felag
num.
Hann staðfestir, at nógv
av teimum ókeypis til mæl
unum snúgva seg um sam
starv tvørtur um stovnar og
fakbólkar og um at flyta
orku, sum er til framman
undan.
– Er viljin til staðar, kann
rættiliga nógv gerast, áðr
enn tað kostar eina krónu,
sigur hann.
Fara at lata
løgtingslimir í
Formaðurin í krabba meins
felagnum setir nú sítt álit á
tað
aðalorðaskiftið
sum
Aksel V. Johannesen ætlar
skal vera í løgtinginum í
næsta mánaði um krabba
meinsætlanina
Í
tí
sambandi
hevur
krabba meinsbólkurin bjóð
að sær at hava eina framløgu
fyri løgtingslimunum fyri
at lata teir betri í til at við
gera spurningin.
– Á tí tí framløguni ætla
vit at fáa høvi til at greiða
løgtingslimum frá krabba
meinsætlanini, hvat stendur
í henni, hvat liggur í henni
og, hvat liggur aftanfyri tey
tilmæli, vit koma við.
– Og tá ið aðalorðaskiftið
hevur verið, hava løg tings
limir vónandi eina nógv
betri fatan av, hvat ætlanin
snýr seg um. Og tá bæði
vænta og vóna vit, at teir
vilja játta neyðuga peningin
í eini eykajáttan, so at tey
tilmæli, sum fyribils eru
strik að í ár, kunnu verða
sett í verk kortini, sigur
Ják up Olsen.
Hann leggur afturat, at
verða tiltøkini sett í verk,
eru peningur at spara í hin
um endanum, tí fyribyrgj
andi tiltøk føra við sær, at
nógv verða funnin, áðrenn
viðgerð verður neyðug.
Lítil meining
í at spara
Tá ið ein krabbameinsætlan
verður gjørd, sum hevur
heili 58 tilmæli til politiska
myndugleikan, er tað ein
ásannan av, at støðan er ikki
nóg góð, sum er.
– Sjálvandi kundi støðan
verið nógv betri. Tí eru vit
komin við hesi ætlanini.
Tað nyttar ikki at viðgera
ein sjúkling, hvur tú ikki
eina greiða ætlan fyri,
hvussu hann skal viðgerast,
sigur Jákup N. Olsen.
– Tí má og skal heilsu
verkið hava eina krabba
meinsætlan. Og tað skal
vera ein langætlan, sum
skal fylgjast.
Hann sigur, at krabba
meins ætlanin eigur at rokn
ast sum ein samtykt um, at
soleiðis skal krabbameins
viðgerðin vera og skipast.
– Men so kann tað heldur
ikki bera til, at tað verður
skarvað av ætlanini, hvørja
ferð, tað sýgur saman um
fíggjarliga. Krabba meins
sjúklingar skulu ikki brúk
ast til at regulera búskapin
við, tí ætlanin skal fylgjast,
annars er lítil meining í tí,
leggur hann afturat.
– Tað kann ikki vera
mein ingin, at vit knappliga
finna útav, at nú hava vit
ikki ráð til at fylgja ætlanini
longur.
Hann sigur, at hesi við
urskifti halta í Føroyum,
men tað má fáa ein enda og
tí er tað neyðugt, at stórur
meiriluti í løgtinginum fyri
eini ætlan.
Men samstundis bindur
politiska skipanin seg til at
betala tað, sum tað kostar,
tí ein samanhangandi við
gerð setir ávís krøv.
– Tað ber ikki til at spara
ávísar partar í viðgerðini
burtur. So mugu vit heldur
staðfesta, at hesar sjúkur
ikki viðgerast.
Jákup N. Olsen staðfestir
eisini, at hetta er bara tann
fyrsta krabbameinsætlanin,
tí tá ið nøkur ár eru farin, er
tað neyðugt at endurskoða
hana.
– Í Danmark eru tey beint
nú í ferð við tað triðju ella
fjórðu krabbameins ætl an
ina, leggur hann afturat.
Akutt sjúka
Eitt tilmæli frá krabba
meins bólkinum má sigast
at vera nokk so grund leggj
andi fyri øllum øðrum til
mæli. Tað er, at krabbamein
má verður roknað sum ein
akutt sjúka og at heilsu
verkið sostatt ikki kann
savna sjúklingar saman til
tað eydnast at fáa ein skurð
lækna til Føroyar at viðgera
teir.
Jákup N. Olsen sigur, at
hetta vil krabbameins bólk
urin hava fyri at staðfesta,
at talan er um eina akutta
sjúku, sum skal viðgerast
beinanvegin.
– Vit hava nevnt hetta fyri
at binda um heilan fingur, tí
tað er skjótt at fella fyri
freistingini at savna sjúk
ling ar saman og fáa ein
lækna hendavegin at við
gera teir, tí tað er bíligari.
– Men verður krabbamein
raðfest sum ein akutt sjúka,
ber tað ikki til, tí sjúkan
krevur, at sjúklingurin kem
ur í viðgerð sum skjótast.
Tá ið krabbamein umræður,
er skjót viðgerð avger andi.
Jákup N. Olsen sigur
kortini, at í Føroyu er tað
ikki formliga staðfest, at
krabbamein er ein akutt
sjúka.
– Kortini verða krabba
meinssjúklingar viðgjørdir
sum akuttir sjúklingar, tí
tað gongur rættiliga skjótt
at koma til kanningar og í
viðgerð.
Men tá ið krabbamein
formliga er staðfest sum
ein akutt sjúka, er tað longu
hjá kommunulæknanum, at
tað verður staðfest, at ill
gruni er um krabbamein og
so skal sjúklingur framat
kanningum beinanvegin.
– Jákup N. Olsen sigur, at
hetta er ein skipan, sum
eigur at verða sett í gildi í
Føroyum.
Hann fegnast eisini um
ætlaða samstarvið við ís
lend ingar, tí har er ongin
bíðitíð til stráluviðgerð og
ávísa aðrar krabba meins
viðgerðir.
Krabbamein
skal ikki
sveiggja við
búskapinum
- Antin hava vit eina krabbameinsætlan, sum verður fylgd, ella skulu vit halda upp at at viðgera hetta slagi av sjúklingum. Tí
nyttar ikki knappliga at siga, at vit hava ikki ráð til ein part av ætlanini, soleiðis sum landsstýrið nú ger, sigur formaðurin í
krabbameinsfelagnum
Aftur til Grønlands
Higartil hevur Royal Greenland flutt at kalla alla sína
góðsking til Póllands, men nú hevur felagið gjørt av at
flyta ein part av arbeiðinum aftur til Grønlands. Talan er
um svartkalvan, sum í framtíðini skal góðskast á virkinum
í Qasigiannguit, sigur grønlendska kringvarpið. Maskin
urnar verða settar upp fyrsta dagin. Grønlendskir politik
arar og fakfelagsfólk hava leingi funnist at Royal Green
land, tí felagið hevur flutt arbeiðspláss av landinum, og tey
fegnast tí, nú felagið hevur valt at flyta ein part av
góðskingarvirkseminum heimaftur, sigur KNR.
Løgreglumaður stjól
Sjálvt tann, sum skal halda skil á, at onur halda lógirnar,
kann fella fyri freistingini.. Í hvussu er skal ein
løgreglumaður á Sælandi fyri rættin, tí hann er ákærdur
fyri at hava stolið 132.000 krónur úr kass anum hjá tí
lokala løgregluklubbanum, sum hann var kas sameistari
hjá. Tann 56 ára gamli løgreglumaðurin hevur játtað seg
sekan, og tí fer málið ikki at taka drúgva tíð, tá tað kemur
fyri rættin í vár. Hinvegin kann løgreglumaðurin, sum er
frítikin fyri tænastu, vænta sær munandi longri tíð í
fongslinum, verður hann dømdur sekur, sigur TV2.