mikudagur 13. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2010
Ein ungur maður
varð í Føroya Rætti í
morgun dømdur fyri
álvarsligan harðskap;
dómarin gav honum
40 dagar treytaleysa
fongsulsrevsing
HARÐSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var eitt februarkvøld í
fjør, at illstøða stóðst mill
um tveir ungar mans. Hetta
endaði alt í Føroya Rætti í
dag við at annar maðurin
varð dømdur fyri álvarsligan
harðskap.
Tað var leygarkvøldið 21.
februar í fjør, at teir báðir
ungu menninir komu til iln
ar. Upprunaliga varð ungi
maðurin ákærdur eftir §245,
ið er harðskapur av serliga
ráum slag við nýtslu av
onkrum amboði – knívi,
fløsku, jarnstong og líkn
andi. Men eftir vitnisfrá
greiðingarnar slepti ákæru
valdið hesa ákæruna og
ákærdi mannin eftir teirri
linari paragraffini 244.
Ákærdi viðgekk at hava
sligið órættaða tvær ferðir
við knýttum neva og sparka
viðkomandi
somuleiðis
tvær ferðir.
Sum dokumentatión legði
ákærin, Hanna Vang, fram
læknafrágfreiðing ið lýsti,
at hann tvær ferðir var hjá
órættaða, fyrru ferðina vísti
hesin seg ikki at hava fingið
serligt mein av viðferðini,
men seinnu ferð var órætt
aði versnaður munandi, og
hann varð tí sendur á skaða
stovuna, har tað varð stað
fest, at vinstra lunga var
perforerað.
Órættaði endaði tískil á
intensivu deild um náttina.
Stranga revsing
Ákærin metti, at talan kundi
ikki blíva um minni enn 30
daga fongsulsrevsing, og tá
talan var um serliga grovan
harðskap mælti hon til, at
ákærdi varð dømdur 40
daga treytaleysa fongsuls
revsing.
Við í ákæruritinum var eis
ini ein ákæra um brot á fugla
veiðilógina við tað at ungi
maðurin hevði skotið tvær
villgæs, ið sum kunnugt eru
friðaðar. Í tí førinum kravdi
ákæruvaldið mannin dømda
eina bót á 2000 krónur.
Verjin,
Poul
Hansen,
kravdi í fyrsta lagi frídøm
ing. Hann vísti á, at ákærdi
ikki var revsaður áður, og at
tað var órættaði, ið hevði
provokerað ákærda og har
við var orsøkin til illstøð
una.
Í øðrum lagi metti verjin,
at 30 dagar var ivaleysur
dómur, og at hesin hartil
átti at verða treytaður. Við
víkjandi bótini vildi ákærdi
taka við hesari.
Dómarin var tó av aðrari
meining. Hann metti harð
skapin so mikið grovan, at
dómurin ljóðaði upp á 40
daga treytaleysa fongsulsrevs
ing. Hartil skal ákærdi rinda
eina bót á 2000 krónur fyri at
hava skotið tvær villgæs.
Ákærdi valdi ikki at kæra
dómin inn fyri hægri rætt,
men tók við dóminum.
40 dagar fongsul
fyri harðskap
Harðskapurin
var so mikið
grovur, at
órættaði fekk
vinstra lunga
perforerað
og endaði á
intensivu deild
á Landssjúkra
húsinum
Um 7.45-tíðina í
morgun rullaði ein
stórur steinur oman
á Kaldbaksvegin, og í
ringa sýninum rendi
ein bilur á steinin
FERÐSLUÓHAPP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Roknað verður við, at stein
urin er loysnaður tá frostið
er farið úr aftur jørðini, og
hann rullaði so oman á
Kaldbaksvegin.
Ein bilførari var so óhepp
in ikki at varnast steinin
fyrr enn ov seint var og
rendi tískil á hann. Eingin
mannskaði stóðst av, men
bilurin fór so mikið illa, at
hann mátti sleipast á verk
stað.
Løgreglan var á staðnum
at syrgja fyri, at ikki fleiri
bilar rendu á lutfalsliga
stóra steinin.
Bilur rendi á stein
Sum myndin vísir fór bilurin
rættiliga illa
Mynd: Jens Kristian Vang
20. dag jóla var gam-
alt, at jólini endaðu,
og tann siðin hev-
ur kommunan í
Tórshavn tikið upp
JÓL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.go
Ójavnt er, hvussu long
jólini eru hjá fólki.
Í danska jólasanginum
»Nu er det jul igen«
verður sagt, at jólini vara
til páska. Tað var so ikki
vanligt í Føroyum, men at
tey vara til 13. kvøld, sum
er 6. januar, er vanligt.
Ella til 20. kvøld jóla,
sum er 13. januar, er eisini
vanligt.
Ofta velja fólk at lata
jólatræið
enda
í
nýggjársbálinum, um enn
tey bíða nakað við at taka
annað jólapynt niður.
Í Havnar kommunu hava
fólk undrast á, at jólatrø og
ljósperur og jólapynt ann
ars hongur uppi enn, men
sambært borgarstjóranum
er hetta gjørt við vilja.
Vit hava valt at lata
jólastásið verða hangandi
uppi og jólatrøini stand
andi fram til 20. kvøld
jóla. Hetta er jú myrkasta
tíðin á árinum og veðrið
er ofta ikki so upplyftandi,
og tí hava vit hildið tað
vera passandi, at lata
jólastásið
hugna
um
nakað longri enn vanligt,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
Hann sigur, at arbeiðs
fólkið hjá kommununi
hevur fingið boð um at
bíða við at taka jólastásið
niður til í dag, so hetta
verður við øðrum orðum
seinasti dagur, at fólk í
kommununi kunnu fegn
ast um jólastásið.
Jólini
enda
í dag
Fram til í dag
stendur jólatræið
á Vaglinum uppi
og lýsir upp í
januarmyrkrinum
Mynd: Leo Poulsen
Yvir tvey túsund færri akfør
Hagtøl fyri skráseting av akførum pr. 12. januar 2010 vísa, at talið av
akførum er minkað við meira enn tvey túsund síðan í fjør. Í fjør vóru
tilsamans 30.430 akfør í Føroyum í mun til 28.152 í ár. Í løtuni eru
19.671 persónbilar, 3.813 vørubilar og 588 lastbilar í landinum.
Tema um bilar
Hósdagin verður temainnslagið í morgunsendingini hjá
Kringvarpinum um bilar, hvussu hesir hava ment seg seinastu 10
árini. Prátað verður við Magnus Gunnarsson, biláhugaðan
blaðmann og útvarpsvert. Maggi hevur seinastu 10 árini skrivað
um bilar í Sosialinum, eins og hann eisini hevur sína egnu
útvarpssending „Bilradio“ á Rás2.