Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 8 - 13. januar 2010 Lærari hópdrápsmaður Tann 38 ára gamli belgiski lærarin Ronald Janssen hevur langt síðani viðgingið, at hann myrdi ein mann og eina kvinnu í heimbýnum Halen i Belgia. Men tá hann aftur var til avhoyringar mánadagin, segði hann, at hann hevði eisini burturflutt og myrt eina unga gentu fyri tveimum árum síðani. Hetta hevur sambært blaðnum The Telegraph fingið løgregluna at kanna onnur burturflytingar- og drápsmál, eitt nú tá ein 18 ára gomul genta bleiv burturflutt og myrd í 2007. Belgiskir fjølmiðlar spyrja nú, at Ronald Janssen kann vera ein nýggjur Marc Dutroux, sum burturflutti og myrdi fleiri gentur í nítiárunum. Frætt frá forsetanum Í Nigeria hava fólk loksins frætt frá forsetanum, Umaru Yar'adua, sum fór til Saudiarabia at søkja sær læknahjálp fyri tveimum mánaðum síðani, men sum ikki hevur latið frætta frá sær síðani. Ikki fyrr enn nú. Í samrøðu við bretska kringvarpið BBC sigur forsetin, at hann fær framvegis viðgerð, men at hann hevur tað betur. Hann dugir tó ikki at siga, nær hann verður so birgur, at hann kann fara aftur til Nigeria at røkja forsetaembætið. Í Nigeria hava fólk kravt at frætta frá forsetanum, og fleiri krevja, at hann kemur heimaftur, ella at hann letur embætið frá sær. Lýsa í Blaðnum? Blaðið við skráum og greinum er ókeypis, og verður borið í hvørt hús í landinum hvønn mánadag. Tískil er Blaðið ein sera góður møguleiki hjá fyri tøkum og øðrum at lýsa í og bera sín boðskap fram. Um áhugi er at lýsa í Blaðnum, ring til Svein Rógva á telefon 341826 - hvønn mánadag Sosialurin 341800 Gleðin við at gerast foreldur kann lættliga fáa ein bráðan enda orsakað av eini føði depresjón – eisini hjá monnum. Men tað er nærum eingin, sum sigur hetta við teir nýggju páparnar. Tørvurin er har, men tilboðini vanta, siga donsk fakfólk Føðingar Snorri Brend Danmark: Ein føðidepres- sjón kann minka um gleð- ina, sjálvt hjá teirri eydnu- samastu familjuni. Og tað eru altso ikki bert kvinn- urnar, sum verða raktar. Eisini páparnir kunnu fáa kensluligar trupulleikar, soleiðis at talan í roynd og veru er um eina føði depre- sjón. Men hetta fáa teir bara ikki at vita! Bæði Jordmoder foren- ing en og Fagligt Selskab for Sundhedsplejersker, eins og Gaia-Instituttet, sum bert tekur sær av slík- um trupuleikum, vita hvørki um skeið ella samtalur, sum greiða komandi pápum frá møguleikanum at fáa eina føðidepresjón. Øll eru kortini samd um, at tørvur er á arbeiði at fyri- byrgja hesum, og at ein samtala ella eitt skeið hjá lækna, heilsusystur, jarðar- móður ella sálarfrøðingi, hevði kunnað forðað nógv- um føðidepresjónum hjá monnum. - Í Fagligt Selskab for Sundhedsplejersker eru vit gjørd varug við trupulleikan, men hesin er lutvíst nýggjur, og tí hava vit eingi tiltøk at seta inn enn. Tað er ofta ógvuliga tilvildarligt, um heilsusystrarnar hoyra um trupulleikarnar hjá monn- um, tá tær eru á heima- vitjan. - Men skal okkurt gerast, so er spurningurin um tað eru vit, praktiserandi lækn- arnir ella ein heilt triði partur, sum skal seta tiltøk í verk, sigur Susanne Hede, forkvinna í felagnum við Kristeligt Dagblad. Føðidepresjónir hjá monn um er ikki ein sjáld- samur trupulleiki. Men sum Susanne Hede vísir á, eru bert fá ár síðani at gransk- arar komu fram til, at føðidepresjónir ikki bert koma fyri hjá kvinnum. Yvirsálarfrøðingurin á Rigshospitalet, Svend Aage Madsen og sálarfrøð ing- inum, Tina Juhl hava gjørt eina kanning í árunum 2004 til 2006m sum vísti at um leið sjey prosent av øll- um nýggjum pápum høvdu havt føðidepresjón. Til samanberingar verða dupult so nógvar kvinnur raktar av hesum sama, vísir kanningin ið er tann einasta sum setur ítøkilig tøl á trupulleikan. Neyðugt er við størri kunning til menninar. Jarðarmøðurnar eru í øllum førum sinnaðar til at gera meiri, um møguleikin var til staðar. - Tað hevur altíð havt áhuga hjá okkum at fyri- reika foreldrini, men trupul- leikin er, at regiónirnar hava spart føðifyrireikingina burtur. - Vit eru tí ikki vís í, hvussu stórur trupulleikin er, men vit vita at tað er ein trupulleiki, sigur menn- ingarráðgevin í Jorde- moderforeningen, Pernille Lotterup við blaðið. Menn vita ov lítið um føðidepresjónir