mikudagur 13. januar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2010
Higartil hava fyritøk
urnar, ið hava størsta
partin av føroyska
marknaðinum við
bjargingarútgerð,
selt øll trý sløgini av
bjargingarringum,
sum kunnu søkka.
Men nú upplýsa
stjórin á Gummi
bátatænastuni og
stjórin á Fønix, at teir
í framtíðini ikki fara
at selja ivasomum
merkini
Bjargingarringar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað hevur verið gjørligt at
keypa bjargingarringar av
ivasomu merkjunum Eval,
Perrybuoy og Altura – sum
í Svøríki eru staðfestir at
kunna søkka – frá fyritøkun
um, sum selja mest bjarg
ingarútgerð
í
Føroyum.
Men soleiðis verður ikki í
framtíðini.
Fønix hevur millum onn
ur selt merkini Perrybuoy úr
Onglandi og Altura úr Italia,
men sambært stjóranum fer
hetta ikki at halda fram.
– Vit hava til samans
tríggjar ringar eftir av hes
um sløgunum, og eru í veru
leikanum longu skiftir til
merkið Lalizas, sum ongin
feilur er funnin við, stað
festir Alfred Hummeland,
stjóri og eigari á Fønix.
Støðan er tann sama hjá
Gummibátatænastuni.
Teir hava selt nakrar ring
ar av merkinum Eval, men
Dánjal
Jóhan
Thomsen,
stjóri á Gummibátatænast
uni sigur seg sjálvandi ikki
vilja selja ringar við feilum.
– Vit selja nógv mest av
ringunum, sum eita Viking,
og tí fara vit at halda fram
við, sigur stjórin á Gummi
bátatænastuni.
Taka ringar inn
Í gjár fekk Alfred Humme
land bræv frá Valeria San
Giorgio í Italia, sum gera
Altura ringarnar.
Í brævinum stendur, at
fær fyritøkan defektar ring
ar aftur, sum serliga eru
framleiddir í januar 2004,
so verða teir endurgoldnir,
tí fyritøkan vil ikki hava
fleiri feilir at henda, og ann
ars greiðir brævið frá,
hvussu ringarnir skulu hand
farast, so teir halda so væl
sum gjørligt.
– Eg havi enn ikki fingið
nakað bræv um Perrybuoy,
so vit fáa at síggja, hvussu
teir gera, sigur Alfred
Hummeland.
Hann leggur afturat, at
hann er um at senda bræv
út til allar sínar kundar, um
hvussu teir kunnu fyrihalda
seg við hendan trupulleikan,
sum sær út til at vera.
Hjá gummibátatænastuni
verða eisini tiltøk sett í verk.
– Vit hava bara selt 12
ringar av slagnum Eval, og
nú fara vit at taka teir allar
inn til kanningar, sigur Dánj
al Jóhan Thomsen, sum er
um at geva hesi boðini út til
teir ymisku kundarnar.
Skift ringar út
Hóast tað ikki var fyrr enn
mánadagin, at tað kom
alment fram í Føroyum, at
feilir eru í ávísum sløgum
av bjargingarringum, so
hava partar av skipavinnuni
verið greiðir yvir ivasomu
ringarnar í eina tíð og hava
tikið avleiðingarnar av tí.
– Vit hava dømi um skip,
sum longu hava skift allar
ringarnar umborð út, sigur
Alfred Hummeland.
Ein einfaldur feilur
Báðir stjórarnir á fyritøkum,
sum selja bjargingarútgerð,
staðfesta, at tað ikki er nógv
at halda um hetta mál.
– Tað er ikki óvanligt í øðr
um vinnum, sum til dømis í
matvøruvinnuni, at ávís mis
tøk henda framleiðsluni.
– Hetta er eftir øllum at
døma ein einfaldur produk
tiónsfeilur, og tí er tað bara
gott, at tað verður uppdagað,
sigur Dánjal Jóhan Thom
sen.
Alfred Hummeland á Føn
ix sigur, at tað er eitt øgiliga
lítið tal av ringum, sum
feilur er í, men at avleiðingar
sjálvandi mugu takast.
400 krónur
Ein bjargingarringur kostar
vanliga einar 400 krónur
uttan meirvirðisgjald, so
tað er ikki tann størsta íløg
an at broyta bjargingar
ringar, sambært stjórunum
á Fønix og á Gummibáta
tænastuni.
Gevast
at selja
ivasom
merki
Ivasomu merkini
Tað eru trý merki av bjargingarringum, sum tað í
Svøríki er funnið fram til, at tað er møguleiki fyri at
teir søkka, tí skúmið inni í ringunum tódnar.
Merkini eru:
Altura úr Italia.
Eval úr Grikkalandi.
Perrybuoy úr Onglandi.
Smyril sent ringar
til kanningar
Bogi Mortensen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins,
staðfesti á Rás2 í gjár, at skriv er sent til avvarðandi
myndugleikar, um at fáa greiðu á, hvussu støðan er við
ringunum umborð á Smyrli, eftir at Sosialurin
mánadagin avdúkaði, at ringarnir umborð eru av
merkinum Eval, sum í Svøríki er funnið fram til at
kunna søkka, tá teir skulu brúkast.
Málið hevur á Álandi millum annað havt við sær, at
Viking Line hevur skift ein triðing av øllum sínum
ringum til annað merki.
Merkið
eitur Eval
Í Sosialinum mánadagin
stóð skrivað, at merkið
úr Grikkalandi, sum
Smyril hevur umborð er
av merkinum Aval, men
hetta er ikki heilt rætt, tí
ein stavur er komin
skeivt fyri í bjargingar
ringunum Eval úr
Grikkalandi.
Sak um Madeleine
Dómsvaldið í Portugal er farið undir at viðgera eitt
rættarmál ímóti fyrrverandi løgregluyvirmanninum
Goncado Amaral, sum hevur skrivað eina bók um
málið, tá enska gentan Madeleine McCann hvarv í
Portugal. Í bókini skrivar høvundurin, at Madeleine
doyði, og at foreldrini beindu hana burtur. Foreldrini
avsanna skuldsetingina, og tey hava kravt fleiri
milliónir sterlingpund í endurgjaldi fyri ærumeiðing.
Tey hava sagt, at endurgjaldið skal brúkast til at halda
fram við leitingini eftir Madeleine, skrivar Reuters.
Campbell í hoyring
Alastair Campbell, sum var ráðgevi hjá fyrrverandi bretska
forsætisráðharranum Tony Blair, segði í einari hoyring í
London í gjár, at eins og George W. Bush, forseti, vildi Blair
hava Saddam Hussein úr forsetaembætinum í Irak. Hann legði
tó afturat, at Blair ætlaði sær ikki at leypa á Irak í óðum
verkum fyri at fáa Saddam av vegnum. Í hoyringini segði
Campbell, at eftir hansara tykki eiga bretar bretar at vera
stoltir av, at teir vóru við til fáa stjórnarskifti í Irak. Alastair
Campbell var samskiftisráðgevi hjá Tony Blair frá 1994 til
2003 og hevði stóra ávirkan á frágreiðingina um tey iraksku
hópoyðingarvápnini, sum vístu seg ikki at vera til.
Mánadagin avdúkaði Sosialurin, at fleiri skip í Føroyska flotanum hava bjargingarringar av merkjum, sum eru avdúkað, at
kunna søkka. Í dag kunnu vit staðfesta, at ivasomu merkini higartil hava verið seld av størstu veitarunum av trygdarútgerð, men
nú fara teir báði at gevast við hesum