mikudagur 13. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2010
Ein fundur á Klaks
víkar Sjómansheimi,
sum Føroya Fiski
mannafelagið skipaði
fyri seinnapartin
týsdagin, viðgjørdi
eina fastlønarskipan
fyri fiskimenn.
Áður hevur Føroya
Skiparaog Navigatør
felag eisini havt henda
spurning frammi
Fastlønarskipan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á aðalfundi í Føroya Skip
ara og Navigatørfelag mill
um jól og nýggjár, nam for
maður felagsins, Eyðstein
Djurhuus, við spurningin
um setanarog lønarviður
skiftini hjá fiskimonnum.
Hann helt, at tíðin helst er
komin til eina munandi
nútímansgerð og vísti á
kappingina, sum fiskiskipa
vinnan fær frá altjóða
farma og frálandaskipum,
eitt nú við javnari mánaðar
løn, pensjón, skipaðari frí
tíð og áhaldandi eftirútbúgv
ingum.
Hetta hevur alt stóran
týdning, tá ungir navigatørar
velja sær starv, segði Eyð
stein Djurhuus, formaður
felagsins.
Eisini dekkarar
Føroya
Fiskimannafelag
hevur nú eisini tikið spurn
ingin um fastlønarskipan
upp, og seinnapartin týsdag
in helt felagið fund á Klaks
víkar Sjómansheimi fyri
limum, ið høvdu hug at við
gera henda spurning.
Einir 30 mans møttu á
fundinum, har høvuðsmálið
var ein fastlønarskipan fyri
fiskimenn.
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, sigur,
at hetta var ein góður fund
ur, har limirnir í felagnum
eisini viðgjørdu inntøku
trygdina
og
ymiskar
tryggingarspurningar.
Hann sigur, at fiskimenn
eru positivir fyri eini fast
lønarskipan,
sum
hevur
grundarlag í sáttmálanum
millum fiskimenn og reið
arar.
Vit hava fastlønarskipan
ir umborð á pelagisku skip
unum, og nú er so ætlanin
at fáa slíkar skipanir umboð
á flakatrolararnar.
Jan Højgaard sigur, at ein
fastlønarskipan er eitt mál,
sum er í stoypiskeiðini, og
tí enn torført at siga, hvussu
ein slík skipan kann fáast í
lag um allan fiskiflotan.
Hann heldur, at tað hevði
havt týdning fyri fiskimenn,
tá teir eitt nú skulu tosa við
bankar um privat viðurskifti,
at teir kundu víst á eina
fasta løn.
Vit hava skiftiskipanir
umborð á partrolarum, men
enn vita vit ikki, hvussu
onkur betri skipan kann
fáast fyri línuflotan, sum
seinnu árini ikki hevur havt
sínar bestu dagar.
Varðveita trygdina
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum sigur, at fiski
menn vilja halda fast um
almennu inntøkutrygdina.
Hetta kom eisini fram á
fundinum í Klaksvík týs
dagin.
Eingin tímur út á hav,
um ikki ein ávís trygd er
fyri, at okkurt fæst burtur
úr, og tí vilja fiskimenn
varðveita inntøkutrygdina,
sum hevur verið galdandi
langt aftur í tíðina, sigur
Jan Højggaard.
Landsstýrið hevði annars
ætlanir um at taka játtanina
til inntøkutrygd av fíggjar
lógini fyri 2010, men við
tað, at nevndin, sum sat og
viðgjørdi hetta mál, ikki
náddi undir land, er lógin
framvegis galdandi, sum
Fiskimenn tosa eisini um fastlønars
Herfyri kom fram, at
JFKTrol í Klaksvík
hevur ætlanir um at
keypa norska trolaran
Gadus, men sum
skilst á reiðaranum,
Hanusi Hansen, er
eingin avtala gjørd
millum partarnar enn
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Málið um keyp av norska
trolaranum Gadusi skuldi
ætlandi koma undir land
tíðliga í hesi vikuni, men
eftir øllum at døma hevur
hetta drigið nakað út.
Hanus Hansen, stjóri í
JFKTroli, segði í stuttari
viðmerking í gjár, at enn er
eingin endalig avtala gjørd
millum partarnar.
Reiðarin ætlar, at Gadus
skal koma í føroyska fiski
skipaflotan, tá øll viðurskifti
í sambandi við Skálaberg
eru avgreidd.
Gadus er smíðaður í
Noregi í 1987, men fekk
eina stóra umvæling og
nútímansgerð í 1996.
Norski trolarin Gadus er
smíðaður í Noregi í 1987,
men fekk eina stóra umvæling
og umbygging í 1996
Eingin endalig avgerð um Gadus
Fiskimenn eru nú eisini farnir at viðgera spurningin um eina fastlønarskipan
Yoko Ono skrivar bók um Beatles
76ára gamla einkjan eftir John Lennon hevur sett fimm ár av til at skriva nýggja bók um
kenda tónleikabólkin The Beatles. Hon hevur leingi ivast í at skriva bók um bólkin, men
nú hevur hon so gjørt av at skriva um deyða mann sín og The Beatlesø Yoko Ono sigur við
Yahoo.uk, at ein sjálvbiografi er næsta verkætlan hennara, og at hon fer at koma út innan
fimm ár. Hon hevur annars fyrr verið afturhaldandi við at fáa útgivið minni síni um tíðina
saman við John Lennon, millum annað við atliti til fyrru konu Lennon, Cynthiu. Yoko
Ono hevur sonin Sean saman við John Lennon, sum doyðí í 1980, tá hann varð skotin
uttan fyri heim sítt av einum sinnissjúkum manni. Tað veit danska blaðið Politiken at siga.