Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 8 - 13. januar 2010 Finnur Fríði, Saksaberg og Jupiter hava um dagarnar landað sløk 4.000 tons av matsild í Skagen Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tey trý skipini hjá Varðanum í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter og Saksaberg, hava øll verið á sildaveiði í norskum sjógvi seinastu dagarnar – og øll hava í hesum umfari verið í Skagen við veiðini, sum er landað til matna. Fyrstur var Finnur Fríði við 2000 tonsum, síðan kom Saksaberg við 480 tonsum, og seinastur Jupiter við 1400 tonsum. Finnur Fríði og Jupiter hava roynt út fyri Lofoten í Noregi, og Saksaberg var í norska partinum av Norð­ sjónum. Saksaberg byrjaði túrin í føroyskum sjógvi hin 6. januar. Teir royndu fyrst við nót eftir sild í føroyskum sjógvi, men lítið bar til. Síð­ an bar leiðin í norska partin av Norðsjónum, har Saksa­ berg fekk góð 400 tons av matsild eftir einari nátt. Í oyggjunum Finnur Fríði gjørdi annars ein svartkjaftatúr, sum hin fyrsta í ár. Teir loystu 2. jóla­ dag og høvdu fult skip, tá fáir dagar vóru farnir av nýggja árinum. Av tí, at Havsbrún er stongt í løtuni vegna ymisk­ ar umvælingar, legði Finnur Fríði svartkjaftalastina upp í Vestmannaoyggunum í Íslandi. Finnur Fríði fekk svart­ kjaftin í føroyskum sjógvi, har teir royndu í ein útsynn­ ing úr Suðuroynni. Gøtuskip í Skagen við sild Finnur Fríði, Saksaberg og Jupiter landa allir matsild í Skagen í hesum døgum Sum skilst, verður matsildin skorin til flak og partvís heilfryst Nú veiðan hjá útróðrarmonnum er batnað, er størri bjartskygni eisini farið at vísa seg millum útróðrarmenn Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nakrir útróðrarbátar land­ aðu á Toftum í mánakvøldið, og tá líkindi eru, eru menn aftur farnir at loysa bátarnar við betri huga enn áður. Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøðini á Toft­ um veit at siga, at bátarnir nú javnan liggja úr 100 pundum og upp ímóti 200 pundum á línuna. Hann sigur, at bjartskygni aftur er farið at síggjast mill­ um útróðrarmenn, nú fiski­ skapurin er batnaður. ­ Tað er ikki so langt síð­ an, at menn bara skundaðu sær til hús eftir loknan útróðrardag, tí veiðan var einki at tosa um. Teir høvdu líkasum ikki hug at tosa um dagin, tí her var einki at tosa um. Nú skunda menn sær heim at sova fyri at sleppa avstað aftur næsta dag. Harry Benjaminsen sigur, at útróðrarmenn, sum selja veiðina um Fiskamarknaðin á Toftum, eru nógv bjartskygdari, enn teir hava verið leingi. Fleiri línuskip hava ann­ ars boðað frá landing á Toftum fríggjadagin og sum skilst, hava skipini havt hampiligan fiskiskap. Harry Benjaminsen sigur, at línuskipini Kambur og Eystnes, ið eru millum skip­ ini, sum koma inn at landa fríggjadagin, væntandi fara at hava eini 100.000 pund í part. Harry Benjaminsen, sum eisini er formaður í Tofta Arbeiðarafelag Mynd: Vilmund Jacobsen Bjartskygdir útróðrarmenn Mærsk vil í bretska flotan Bretska verjumálaráðið er í ferð við at kanna møguleikarnar at outsource’a ein part av flotanum. A. P. Møller­Mærsk hevur víst áhuga í at fáa ein sáttmála við flotan, um hetta gerst veruleiki. – Í løtuni bíða vit eftir einari uppgerð frá fíggjarmálaráðnum, sum fer at koma við einari avgerð um Royal Fleet Auxiliary. Soleiðis sum tað sær út í løtuni, hevur Mærsk áhuga í hesum, og nú bíða vit bara eftir uppgerðini,k sigur Kate Sanderson, samskiftisleiðari í Maersk UK við tíðindastovuna Direkt. Nýggju møguleikarnir fyri einum sáttmála eru tó ikki beint fyri framman. – Uppgerðin er steðgað eitt sindur upp í seinastuni, og tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um nær gjøgnumgongdin verður. So í løtuni hevur Mærsk bara boðað frá, at vit fegnir vilja síggja, hvat hesir sáttmálar ganga út upp á, og síðani taka vit eina avgerð út frá tí, sigur Kate Sanderson sambært boersen.dk. skipan gevur fiskimonnum rætt til almenna inntøkutrygd. Ætlan landsstýrisins er annars, at inntøkutrygdin við tíðini skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarkn­ aðin, reiðarar og fiskimenn, at umsita – og gjalda. Mynd: Karstin Vang