Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 241 - 13. desember 2001 Nr. 241 - 13. desember 2001 19 – Men vit kunnu siga, at tað hevur gingið hampiligt í ár, sigur fíggjarstjórin, Leivur Michelsen. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Enn ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um, hvussu gingist hevur hjá Føroya Fiskavirking í hesum árin- um. Roknskaparárið er ikki álmanakkaárið, so neyvu tølini koma ikki á borðið fyrr enn í vár, tá ið úrslitið verður kunngjørt. Í fjør hevði felagið 8 milj. krónur í yvirskoti, 10 milj. krónur í 1999 og í 1998, sum var nógv tað besta árið hjá felagnum, vóru 18 milj. krónur í yvirskoti. Arbeiðsfólkið fyrst Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at enn fer felagið ikki at kunna almenningin ítøki- liga um gongdina. - Øll árini hava vit samlað arbeiðsfólkið undan jólum og takkað fyri árið, iðfarið er. Hevur okkurt verið at sagt, so hava vit fyrst latið tey fingið tað at vita. Tí fara vit ikki siga nakað ítøkiligt um gongd- ina, fyrr enn vit hava kunn- að arbeiðsfólki um hetta. Stjórin sigur, at soleiðis hevur hann altíð gjørt, og hetta er tann minsta virð- ingin, felagið kann vísa sínum arbeiðsfólki. - Vit gera á sama hátt, tá ið vit hava eitt hvørt, sum fjølmiðlarnir verða kunn- aðir um við tíðindaskrivi ella á tíðindafundi, sigur Meinhard. Hampiliga væl nøgdir Í fjør hevði Føroya Fiska- virking eitt yvirskot uppá 8 milj. krónur. Í 1999 var tal- ið 10 milj. krónur, og besta árið var 1998; tá hevði felagið 18 milj. krónur í yvirskoti.Leirvur Michel- sen, fíggjarstjóri á Føroya Fiskavirking, vil heldur ikki siga nakað ítøkiligt um, hvussu gongdin hevur verið í ár, men hann vísir á, at tað hevur gingið hampi- ligt. - Eg vil siga, at vit eru hampiliga væl nøgdir í ár uttan tó at nevna nøkur tøl.Hann váttar, at felagið framvegis hevur eitt yvir- skot og spurdur, um tølini faraat líkjast onkrum av teimum áðurnevndu, heldur hann fyri, at tað fara tey møguliga. Nú fáa vit so at síggja, hvussu út sær, tá ið tølini koma á borðið. Skiftandi gongd Stjórin, Meinhard Jacob- sen, sigur, at ymiskt er, hvussu gongdin er hjá teimum einstøku virkjun- um í felagnum, og soleiðis hevur tað verið øll árini.- Men tey flestu koyra, sum hann tekur til.Hjá summum virkjum gongur væl okkurt ár og eitt sindur lakari okkurt annað ár. Hetta av- hongur eitt nú av, hvat fiskaslag ella hvørja fram- leiðslu virkini hava lagt seg eftir, og hvussu støðan er viðvíkjandi júst hesum fiskaslagnum og marknað- inum. Meinhard vísir á, at t.d. í heyst hevur verið trupult at fingið fatur á hýsu, tí taðvísir seg, at føroysk hýsuframleiðsla í heyst ikki hevur klárað seg nóg væl í kappingini við Bretland. - So, nøkur virkir hjá okkum hava summi ár eitt hampiligt yvirskot, meðan onnur kanska hava eitt undirskot, og tað kann vera skiftandi millum virkini, sigur hann. Stjórin skammast tó ikki við fiskaprísirnar í Føroy- um. - Hesir eru fult á hædd við prísirnar í okkara grannalondum, og vit kunnu bara vera fegnir um, at okkara framleiðsla klárar at verða við í kappingini. Yvir 100 milj. krónur í lønum Á Føroya Fiskavirking ar- beiða umleið 800 fólk til- samans, og felagið rindar meira enn 100 milj. krónur í lønum um árið. Og soleiðis hevur verið í fleiri ár. Spurdur, hvussu fólk støðast í fiskaframleiðsl- uni, vísir Meinhard á, at rættiliga støðugt arbeiði hevur verið á virkjunum kring landið, og tá er lættari hjá fólki at støðast. - Í tíðum sum hesum við nógvum arbeiði, kann vera torført at meta um,hvussu støðuføst fólk eru í fiska- framleiðsluni. Tað síggja vit nokk ikki, fyrr enn arbeiði gerst meira óstøð- ugt. Hetta hava vit sæð áður, sigur Meinhard Ja- cobsen. Sunnudagin kl. 16 hevur gospelkórið Vox jóla- konsert í Fríðrikskirkj- uni á Toftum. Vox er myndað av 26 ungum fólkum úr Heimamissi- ónini, og kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen av Strondum. Gospelkórið, sum tað fyrstu tíðina varð kallað Voices of Praise, hevur nú tilsamans fýra ár á baki, og hesi árini hevur kórið havt fleiri fram- førslur serliga í sam- bandi við ymisk tiltøk hjá Heimamissiónini. Vox syngur rytmiskan gospelsang, sum í sam- band við jólahátíðina, verður av tí meira frið- arliga slagnum. Afturat sær hevur Vox nakrar góðar tónleikarar, sum vanliga plaga at spæla til konsertirnar hjá kórin- um. Á jólakonsertini verða flest føroyskir sangir framførdir, men onkur útlendskur verður inní- millum. Umframt tað samlaða kórið verða eisini nakrar framførslur frá einstaklingum í kór- inum. Gospelkórið Vox bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á jólakon- sert í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin kl. 16. JÓLAKONSERT Tíðindaskriv G.H.M. Harmoni- orkestur, Havnarkórið, Jóhannes Andreasen og Havnar Hornorkestur framføra tónlek á jóla- konsertini í Vesturkirkj- uni sunnudagin kl. 16.00 Nú sunnudagin 16. desember kl 16.00 verð- ur Vesturkirkjan karmur um jólakonsertina, sum er á hvørjum ári undan jólum. Havnakórið undir leiðslu av Ólavi Hátún fer at syngja sangir, sum hoyra jólunum til. Har- umframt fer kórið eisini at syngja brot úr end- anum av Messias. Føstu gestirnir á jólakonsert- um í Vesturkirkjuni, Havnar Hornorkestur undir leiðslu av Ova Olsen og G.H.M. Har- moniorkestur undir leiðslu av Martini Mou- ritsen verða eisini við í ár. G.H.M. fer m.a. at framføra Christmas Re- joicing. Úr skránni hjá Hornorkestrinum kan m.a. nevnast: White Christmas av Irving Berlin. Eisini verður soloframførsla við Jó- hannes Andreasen, sum fer at framføra tónleik eftir J.S. Bach á flygl- inum í kirkjuni. Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking: Arbeiðsfólkið fær fyrst at vita um gongdina - Nøkur virkir hjá okkum hava eitt hampiligt yvirskot, meðan onnur kanska hava eitt undirskot, og tað kann verða skiftandi millum virkini, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking Gospelkórið Vox í Fríðrikskirkjuni Jólakonsert í Vesturkirkjuni ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, er ímóti amerikansku ætlanini um ein amerikanskan hernaðardómstól. ÚTLAND Fartekst Kofi Annan nevndi ikki bin Laden við navni, men tað var eingin ivi um, hvat hann sipaði til, tá hann umrøddi málið í Oslo. ST-aðalskriv- arin hevur verið í Noregi seinastu dagarnar í sam- bandi við, at hann og ST fingu friðarheiðursløn Nobels í ár. Eftir at hava verið á fundi við Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra varð Kofi Annan spurdur, hvussu hann heldur, at málið ímóti bin Laden skal avgreiðast, verður hann tikin fangi. Annan svaraði, at eftir hansara tykki hava altjóða dómstólarnir, sum vórðu skipaðir í sambandi við fólkamorðið í Rwanda og borgarakríggið í gamla Jugoslavia, virkað væl. -Men eg havi kortini varhugan av, at yvirgangs- menninir koma fyri ein dómstól í einum ávísum landi, legði Kofi Annan afturat. Hann fanst ikki at ameri- kansku ætlanunum um at seta yvirgangsmenn fyri hernaðardómstólar og vísti á, at í samtyktini hjá ST stendur bert, at tílíkir brots- menn skulu fyri rættin.Og hetta er framvegis sjónar- miðið hjá ST. -Tað er greitt, at ameri- kanararnir virka samsvar- andi sínum lógum. Og tá ST hevur lagt dent, at hetta skal avgreiðast lógliga og sambært reglunum um mannarættindi, so haldi eg, at vit hava sagt, hvat slag av dómstólum vit hugsa okkum, segði ST-aðalskriv- arin. Fremmandafólk, sum flyta til Bretlands at búseta seg, skulu svørja, at tey verða nýggja heimlandinum lýðin. ÚTLAND Fartekst Talan er ikki um eitt upp- skot frá stjórnini hjá Tony Blair, men um eina nýggja frágreiðing við uppskotum, sum hava til endamáls at forða ófriði og mótsagnum millum tey ymsu fólka- sløgini í Bretlandi. Uppskotini eru fleiri, men uppskotið um at krevja, at fremmandafólk skulu svørja trygdareið, er tað mest víðgongda. Hend- an mannagongd er kortini ikki heilt ókend, tí Kanada hevur longu hesa skipan- ina. Tað er einki at ivast í, at kravið um trygdareið fer at fáa stóra mótstøðu. Nýggja uppskotið fer munandi longur enn tað, sum David Blunkett, innanríkisráð- harri legði fram seinasta vikuskiftið, og sum elvdi til nógv orðaskifti. Í teirri nýggju frágreið- ingini verður eisini skotið upp, at tey fremmandu skulu leggja seg eftir at tosa enskt meira, enn tey gera í dag, og sagt verður, at myndugleikarnir eiga at reka ein meiri miðvísan politikk ímóti rasuskilnaði. Farið varð undir at skriva frágreiðingina eftir teir ógvusligu samanbrestirnar í fleiri enskum býum í summar. Vil hava bin Laden fyri ein altjóða dómstól Innflytarar skulu svørja trygdareið UTTAN ÚR HEIMI Jólatónar í Ribar- húsi Týskvøldið 18. de- sember fara tveir fuglfirðingar at syrgja fyri jólatónum í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði. Eyðun Larsen fer at spæla ljómborð og Johan Hentze horn. Teir fara at spæla ymiskan tónleik; ein- amest jólatónleik. Teir fara at spæla týskvøldið frá klokk- an 19.00. Læknafelagið nýggja nevnd Læknafelag Føroya hevði leygardagin aðalfund, og her varð nýggj nevnd vald fyri felagið. Hans Petur Nielsen var afturvaldur sum formaður, og afturat honum sita hesi í nevndini: Odmar Færø, yvirlækni, Hans Jákup Simon- sen, yvirlækni, Kári Rasmus- sen, kommunulækni, Annika Olsen, kommunulækni, Jens Andreassen, deildarlækni, og Elinborg Mortensen, hjælpar- lækni. Vátur jóladansur All That Rain fer at spæla til jóladans á Kambsdali leygarkvøldið. Tað er Gøtu Ítróttarfelag, sum skipar fyri hesum tiltaki. Hetta er tíðin, tá nógvir útisetar leita heimaftur til Føroya, og tí er slíkt dansitiltak eisini ætlað teimum, sum koma heim hesa ársins tíð. All That Rain hevur seinastu vikurnar spælt aftur til dans, eftir at teir lógu stillir í nakrar mánaðir, tá Jens Marni Hansen var farin úr bólkinum. Nú er tað vágamaðurin Hans Ravnsfjall, sum tekur sær av gittarspæli og sangi, og bólkurin hevur vant sera nógv við nýggju manningini. Dansurin verður í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið. Kofi Annan nevndi ikki bin Laden við navni, men tað var eingin ivi um, hvat hann sipaði til, tá hann umrøddi málið í Oslo Mynd: reuter C M Y K 19 18 veitst tú ikki tað?