Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 • hósdagur • 13. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Umdystur skuldi til, áðrenn favorittarnir úr Klaksvík fingu knógvað StÍF týs- kvøldið COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Tað var ikki sørt, at Stjørn- an fekk ein skelk, tá tær týskvøldið vóru á Skála, har tær spældu fjórðings- finalu í steypakappingini. Hetta skuldi kanska ikki vera meira enn ein av- greiðsluspurningur, um metast skuldi eftir avrikun- um í landskappingini. Og tað var kanska eisini júst hetta, sum tær hjá Stjørnuni hildu, tó at tær fingu annað at síggja. Hildu í 59 minuttir StÍF hevði nevnliga takið á klaksvíkskvinnunum at kalla allan dystin. Frá fyrsta bríksli løgdu tær nógv fyri, og so líðandi fór eisini at dragna millum liðini á mál- talvuni. Í hálvleikinum vóru soleiðis fýra mál á muni, og stutt inn í seinna hálvleik varð hetta økt upp í seks mál. Stjørnan tók tá nakað av ferð á, men hvussu tær enn royndu, so sluppu tær ikki fram um mótstøðuna. So- mikið nógv stóð á hjá fav- orittunum, at tað ikki var fyrr enn 20 sekund fyri leiklok, at tær fingu javnað leiðsluna hjá heimaliðnum, og harvið tryggjað sær møguleikan í longdari leik- tíð. Her var Stjørnan stinnara liðið, og ivaleyst mundu tey í Klaksvík draga andan nakað lættari, tá tað hóast alt varð greitt, at møguleik- in í steypakappingini ikki varð tveittur burtur. Á Skála munnu tey tó iðra seg. Tey høvdu stórfav- orittarnar á knøunum í mest sum samfullar 60 minuttir, og tí fær tað ikki verið ann- að enn eitt vónbrot, at tær so kortini máttu taka til takkar við einum heiðurlig- um – men nyttuleysum – tapi. Dysturin í tølum StÍF-Stjørnan 25-28 eftir umdyst. 23-23 (16-12) í regluliga dystinum. Málskjúttar: StÍF: Ileana Moanolescu 7(2), Alina Olaru 6, Poula Olsen 6, Anna Maria Berth- elsen 3, Anna B. Danielsen 2 Stjørnan: Joan M. Joensen 10(1), Simona Dziugyte 7(2), Anna Kristina Sams- on 6, Bára Skaale 3, Jastrid Gullaksen 2 Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan 4 Útvísingar: StÍF 2, Stjørn- an 1 Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johannes- en. Umframt at Michael Mio Nielsen er givin við yrkisfótbóltinum, eru bæði Thomas Thorninger og Thomas Rytter farnir til útlendsk feløg DANMARK Jákup Mørk Seinasta vikan ella so hevur ikki á nakran hátt styrkt um møguleikarnir hjá FCK at endurvinna danska meist- araheitið. Tapið fyri Brøndby merkti, at munurin upp til fremsta plássið nú er 10 stig, og møguleikarnir at vinna hetta aftur, eru ikki styrktir, nú tríggir leikarar eru farnir úr felagnum Fyrriverandi liðskiparin, Michael Mio Nielsen, hevði longu í summar boð- að frá, at hann gavst í vetur, og hetta lyfti hevur hann hildið. Harafturat hevur felagið nú boðað frá, at bæði Tho- mas Thorninger og Thomas Rytter eru farnir til onnur feløg. Thorninger er farin til Udinese, har fyrrverandi FCK venjarin, Roy Hodg- son, var venjari fram til seinasta vikuskiftið, tá hann fekk sekkin. Sølan av Thorninger gav ikki FCK so mikið sum eina krónu, tí sáttmáli hans- ara rennur út á nýggjárin- um. Hinvegin komu pengar í kassan, tá Rytter fór til týska Wolfsburg. Hvussu nógv, vil leiðslan tó ikki siga. VÍF og KÍF fara í kvøld at avgera, hvør teirra skal vera í pott- inum, tá dragast skal um hálvfinalurnar COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Enn ein fjórðingsfinala í steypakappingini hjá monnum er á skránni hós- kvøldið. Tá fara kollfirðingar og vestmennningar at gera av, hvør teirra skal umboða Norðstreym, tá dragast skal um hálvfinalurnar. Talan er sum kunnugt um lokaluppgerð, og tí eigur einki at verða tikið fyri givið, tó at VÍF sjálvsagt er favorittur, um hugt verður at stigatalvuni. Í seinasta dystinum mill- um liðini mátti VÍF tó stríð- ast fyri sigurin, og nú koll- firðingar hava fingi viðrák í landskappingini, kann á ongan hátt roknast við, at munurin millum liðini verður meira eyðsýndur hesaferð. Dysturin er ásettur at byrja kl. 20.30, og verða tað Hannis og Uni Wardum úr Kyndli, sum skulu døma. StÍF-Stjørnan 25-28 ((23-23) 16-12): Stjørnan í hálvfinaluni Stjørnan fekk óvæntaða mótstøðu, tá tær við bit og slit fingu strítt seg í hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini savnsmynd Slagið um Norðstreym Todi missir tríggjar liðfelagar 21 20 Nr. 241 - 13. desember 2001 Tað ber væl til at hava eitt innihald í lívin- um, eisini eftir at eitt langt arbeiðslív er lagt afturum bak HUGNALIG SAMVERA Áki Bertholdsen At verða gamal er ikki tað sama sum at leggja árarnar inn. Pensjónistarnir í norð- aru helvt í Suðuroynni eru livandi dømi um, at tað ber væl til at hava eitt innihald í lívinum, eisini eftir at eitt langt arbeiðslív er lagt afturum bak. Tað eru nú 20 ár síðani, at tey eldru í norðaru helvt í Suðuroynni stovnaðu pensjonistafelagið HØFT. Høft stendur fyri Hvalba, Øravík, Fámjin og Tvør- oyri. – Í veruleikanum vóru tað heimahjálpirnar í hes- um bygdum, sum tóku stig til at stovna felagið. Tær hildu at vit áttu at havt eitt felag, har vit kundu hitst til hugnaliga samveru, heldur enn at sita einsamøll, hvør í sínum lagi, sigur Torbjørn Lisberg, sum er formaður í felagnum. Hetta vísti seg at fáa so góða undirtøku, at enn er felagið so livandi og virkið, sum nakrantíð. Felagið varð stovnað heima hjá Kristiani Djur- huus, og har helt tað eisini til tey fyrstu árini. Seinni fekk tað høli í klubbanum, men fyri nakað nógvum árum síðani fekk felagið egin høli í kjallaranum í nýggja skúlanum inni í Trongisvági. – Vit vóru kommununi ómetaliga takksom fyri, at vit fingu hesi hølini, tí tað gav felagslívinum ein heilt annan týdning, siga tey í felagnum. Fyri at fáa hølini so hugnalig og góð til enda- málið sum gjørligt, gjørdu tey nokk so stórar ábøtur og broytingar, tey keyptu køk og settu hana upp, løgdu streym inn og keyptu inn- búgv. Tey betaltu tað mesta sjálvi, og tað var ikki so lítið, tí bara køkin kostaði 25.000 krónur. Men Suður- oyar Sparikassi var so beinasamur at stuðla tey við eini fittari peninga- gávu, so at tey eisini fingu keypt sær forsterkara, há- talarar og mikrofon. Men so hendi tað, at kommunan gav eisini dag- røktini rætt til at brúka hølið ávísar dagar. Men tað vant síðani uppá seg og nú er dagrøktin í hølinum hvønn dag. Tey í pensjonistafelag- num dylja ikki fyri, at tað var eitt vónbrot at tey ikki kundu hava hølið í frið. – Tað er ikki blivið tað sama, síðani dagrøktin kom inn. Tey halda líkasum, at atmosferan er ikki tann rætta longur. Tey føla seg ikki rættiliga heima ímill- um litfagrar gardinur við smáum flogførum og sovorðnum á og við ruggu- hestum og russjibanum stáplaðum upp framvið vegginum. – Nei, nú er tað ikki so hugnaligt longur sum tað var, siga tey. Men tað ringasta er kortini, at nú noyðast tey at flyta bæði borð og stólar burtur, hvørja ferð, tey hava brúkt hølið. Og tað er ikki bara sum at siga tað, tá ið viljin oftani er sterkari enn liðirnir og giktin er blivin ein fastur fylgisneyti... Hittast javnan Tá ið felagið varð stovnað, vóru teir umleið 100 limir í felagnum. Tað, mesta, sum hevur verið limir, eru 103 fólk. – Í løtuni eru vit góðir 70 limir í felagnum. Tey vita ikki, hvussu tað ber til, at limirnir fækkast, tí tey eldru økjast jú í tali. – Pensjonistarnir melda seg ikki í felagið. Men hví, tað veit eg ikki, sigur næstformaðurin, Mervyn Dimon. Men tey eru tó samd um, at tey, sum ikki tíma, ella fáa upp í lag at melda seg í felgið, vita ikki, hvat tey missa. Í pensjonistafelagnum koma tey saman regluliga. Tey hittast í hølinum fyrsta mikudag í hvørjum mánaða vetrarmánaðirnar. Tá hava tey eina hugna- liga løtu, ofta er onkur, sum undirheldur, ella onkur er, sum lesur upp fyri teim- um. Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at harmonikan verður tikin fram, tí í Norðaru helvt í Suðuroy eru nógv, sum eru rættiliga stinn uppá ymisk ljóðføri. Men annars hava tey fast eitt hugnakvøld á jólum, har eisini onkur plagar at vera og siga frá einhvørjum forvitnisligum. Nú í desember fyllir fe- lagið 20 ár og føðingar- dagurin verður hildin í annaðkvøld við veitslu í matstovuni í høllini í Trongisvági. Yrkja fyri at minnast Ì Pensónistafelagnum hev- ur tað eisini verið ein fastur táttur, at ferðast. Annað- hvørt ár eru tey uttanlands, tey hava eitt nú verið bæði í Skotlandi, Noregi og og í Danmark. Hetta eru rík upplivilsi. Men hjá fólki, sum eru komin upp í árini, kann tað ofta knípa at minnast nøvn og støð. Men tann trupul- leikan hava tey loyst á genialan hátt. Formaðurin í felagnum Torbjørn Lisberg, er ikki sørur fyri skaldagávur og hann plagar at yrkja ein sang um hvørt plássi, tey hava verið á. – Á tí eini danmarkar- ferðini gistu vit á fimm ymsum hotellum og tað kann verða ringt at halda skil á øllum. Men sangirnir hjá Torbirni hjálpa væl til at halda skil á. Pengarnar til uttanlands- ferðirnar fáa tey við bingo og kakutombola, men kommunurnar eru eisini óførar at stuðla við fastari upphædd fyri hvønn lim. Enn halda tey árar í sjógv Frá aðalfundinum fyrr í ár. Frá vinstru eru tey Alexandra Michelsen, sum er skrivari, Elæsebeth Joensen, kassameistari og Tórbjørn Lisberg, formaður, hevur orðið Í pensjónistafelagnum Høft í norðaru helvt í Suðuroy, hittast tey fyrsta mikudag í hvørjum mánaða alt vetrarhálvárið. Tá hava tey eina hugnaliga løtu við práti og undirhaldi. Ofta er eisini onkur og lesur upp fyri teimum og tað kemur eisini meiri enn fo fyri, at harmonikan verður tikin fram C M Y K 20