mikudagur 13. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 13. januar 2010 – Nr. 8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
NSÍ leitar eftir
málverja
– Tað kemur dátt við hjá okkum, at Meinhardt Joensen
nú er farin aftur til B36, tí skotbráið at finna ein góðan
málverja er so stutt. Men vit leita bæði í Føroyum og
uttanlands eftir einum manni í hansara stað, sigur
Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ
Sunnudagin kundi B36 boða frá, at felagið hevði gjørt ein tvey ára
sáttmála við Meinhardt Joensen, sum í fjør vardi málið hjá NSÍ, men
undan tí var málverji í B36 í 2008. B36 segði hetta vera eina góða loysn,
tí teirra málverji síðsta kappingarár, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, hevur
boðað frá, at hann eftir summarfrítíðina fer niður at lesa.
Men so góð tíðindini eru fyri B36, líka so ring eru tey fyri NSÍ, sum
hevði vónað, at Meinhardt fór at halda fram í Runavík hetta
kappingarárið. Ikki minst, tí tíðin er farin at ganga undan, nú hópurin til
komandi kappingarárið helst skal vera nøkulunda klárur.
– Tað kemur dátt við hjá okkum, at Meinhardt Joensen nú er farin aftur
til B36, tí skotbráið at finna ein góðan málverja er so stutt. Vit hava í
mong ár verið sera væl mannaðir við málverjum, so tí er tað serliga
torført hjá okkum so seint at skula at finna ein, ið kann gera, at vit
halda okkum á sama stigi, sum vit plaga, sigur Andrias Lamhauge,
formaður í NSÍ.
– Men einki er at gera við tað, so nú leita vit bæði í Føroyum og
uttanlands eftir einum nýggjum málverja. Vit harmast um, at
Meinhardt fer frá okkum, tí vit hava verið sera glað fyri at havt hann í
felagnum. Hetta er tó veruleikin, sum hann sær út nú, so vit verða
noyddir at finna onkran í hansara stað.
Andrias Lamhauge sigur, at NSÍ frammanundan hevur ein ungan
málverja, Kristian Joensen, sum hevur verið knýttur at
fyrstaliðshópinum síðstu tvey árini, men at tað kanska er í so tíðliga
longu at seta hann í málið í Vodafonedeildini, umframt at hann
frammanundan er málverji hjá 1. deildarliðnum.
– Vit eru annars so gott sum komnir á mál við hópinum hjá okkum, ið
ikki er so øgiliga nógv broyttur frá síðsta kappingarári. Tó vita vit, at Óli
Hansen er givin, so umframt nýggjan málverja, skulu vit nokk hava ein
spælara aftrat, áðrenn vit eru heilt til reiðar, sigur NSÍ-formaðurin.
hil
Andrias Lamhauge harmast um, at Meinhardt Joensen ikki
spælir við NSÍ komandi kappingarár, men staðfestir, at hetta er
veruleikin og at felagið tí leitar eftir nýggjum málverja
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Flogbóltur í kvøld
Í kvøld klokkan 19 – og ikki í gjárkvøldið, sum vit av
misgávum skrivaðu í blaðnum í gjár – spæla SÍ og ÍF í Eik-
liguni hjá monnum í høllini í Sørvági. Við sigri kann SÍ enn
eina ferð fara frá Fleyr í kappingini um at koma í FM-final-
urnar ímóti Mjølnir, sum hevur verið á odda tað mesta av
kappingini. ÍF, sum støðugt hevur gjørt framstig, skal sum
botnlið fyri ellivtu ferð á vøllin at jagstra fyrstu stigini í
hesum kappingarárinum.
Bíða eftir boðum
Ein av næstu døgunum verður greitt, um altjóða hondbólts dómara-
par okkara, Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen, fáa boð um at
døma onkrar av áttandapartsfinalunum í Europa Cup-kapping un-
um, sum verða um ein mánað. Sunnudagin dømdi Eyðun dystin
millum Tjaldur og Stjørnuna saman við Hans Thomasen, tí Andrias
hevur fingið ein skaða í ryggin. Hann væntar tó at verða klárur aftur
um eina ella tvær vikur.
At tað avgjørt ikki skal
takast sum skemt, tá ein
fótbóltsdómari verður
hóttur við sms-boðum,
hevur ein fótbóltsfjeppari
í Eysturoynni fingið at
sannað. Hann hevur nú
fingið eina ávaring frá
fútanum, sum samstundis
staðfestir, at fjepparin er
sekur
Tað var mikukvøldið 16. september
í fjør, tá fult umfar var spælt í
Vodafonedeildini, at ein
fótbóltsfjeppari í Eysturoynni
gjørdist so argur inn á dómaran í
einum av dystunum, at hann eftir
dystin sendi dómaranum hesi sms-
boð: »Tú ert ein klovn. Um tú ikki
leggur floytuna og kortini, kanst tú
vænta tær eitt alvorligt besøk
sunnukvøldið«.
Orðaljóðið var so mikið hóttandi,
at málið endaði sum eitt politimál,
tí hóast dómarar vanliga tola at
hoyra eitt sindur av hvørjum, uttan
at taka sær stórvegis tykni av tí, var
hesin fjepparin farin so mikið um
mark, at tað ikki bara kundi fara
aftur við borðinum.
Eftir at hava ráðført seg við
sakførara, gjørdi Dómarafelagið av
at melda tilburðin. Felagið visti,
hvør hevði sent sms-boðini, so tað
var ikki so torført at finna fram til
rætta viðkomandi. Síðani hevur
málið koyrt sína gongd, men nú er
fútin liðugur at viðgera málið.
Sum skilst, hava serligar
umstøður gjørt seg galdandi, og tí
hevur fútin gjørt eitt undantak frá
vanligu siðvenjuni í slíkum málum,
so talan í hesum føri bert verður
um eina ávaring, hóast eingin ivi er
um, at talan er um eitt brot á grein
266 í revsilógini.
Fótbóltsfjepparin sleppur sostatt
í hesum føri við einum gulum korti,
men úrskurðurin hjá fútanum er
ikki minni greiður fyri tað. Har
verður millum annað staðfest, at
»…en advarsel er en strafferetlig
afgørelse, der indebærer, at jeg
anser [navnið á fjepparanum]
skyldig i det forhold, der er rejst
sigtelse for.«
Á heimasíðu sigur
Fótbóltssambandið, at tað er sera
væl nøgt við avgerðina, ið greitt
sigur, at tað er lógarbrot at hótta
dómara ella annan persón. –
Vónandi fer hetta at hava við sær, at
dómarar í framtíðini fara at fáa betri
arbeiðsfrið, og at slíkar hóttanir ikki
fara at verða sendar í framtíðini,
sigur Fótbóltssambandið.
Gul kort frá
fútanum
Fútin hevur givið
einum fótbólts
fjeppara í Eystur
oynni eina ávaring
fyri í øðini at hava
sent einum dómara
hesi hóttandi sms
boðini eftir ein dyst
í september
Montasja: Hilmar Jan
Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen