mikudagur 13. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 13. januar 2010
– Eg eri ongantíð fyrr kosin
ársins spælari upp á henda
mát an, so hetta er eitt gott
herða klapp at fáa, sigur
lands liðsspælarin Símun
Samuel sen, sum millum
jól og nýggjárs var kosin
besti fótbóltsspælari og
trið besta ítróttarfólk á
Reykjanesleiðini
Hóast farna árið ikki var tað besta hjá
fótbóltsfelagnum í Keflavík, sum
endaði á sjeynda plássi í lands kapp
ingini og náddi hálvfinalurnar í
steypa kappingini, gjørdi tað ikki mun
hjá Símuni Samuelsen, sum kort ini
fekk víst, hvør dugur er í hon um.
Millum jóla og nýggjárs heiðraðu
tey á Reykjanesleiðini (og ikki
Reykja víkar leiðini, sum fyrr er sagt og
skrivað, blðm.) síni bestu ítróttar fólk.
Valt var millum tey gott og væl
2.000 íðkandi í Keflavík, Sandgerði,
Njarðvík og Garði – og tey kundu í
øll um førum erpa sær av, at
tíggjunda hvørt av hesum ítróttar
fólku num var íslendskur meistari!
So mikið flottari má avrikið hjá
Símu ni sigast at vera, tí tá avtornaði,
var hann kosin besti fótbóltsspælari,
umframt at hann kom á triðja plássi,
tá besta ítróttarfólk skuldi veljast.
Somu leiðis var hann enn eina ferð
mint ur á, at hann hevði skotið ársins
mál hjá Keflavík.
– Hetta var bara fínasta slag. Eg eri
ongantíð fyrr kosin ársins spælari
upp á henda mátan, so hetta er eitt
gott herðaklapp at fáa, sigur vág
bing urin.
Fekk fleiri steyp
Nú hann kom aftur til Íslands
fríggja dagin, stóðu ikki færri enn
seks steyp og bíðaðu eftir honum, tí
ís lendingar gera nógv burturúr, tá
teirra bestu skulu heiðrast.
– Fyri at gerast ársins spælari fekk
eg bæði ognarsteyp og ferðasteyp,
har nøvnini á teimum undanfarnu
valdu vóru inngraverað. Harumframt
fekk eg steyp fyri at gerast triðbesta
ítróttarfólk, steyp fyri ársins mál og
so alt møguligt annað, so tað blivu
seks steyp tilsamans, sigur Símun, ið
greiðir soleiðis frá máli sínum, ið var
kosið tað besta.
– Ja, tað málið skoraði eg ímóti
Fjöln ir. Eg fekk bóltin nokk so langt
út, trekti eitt sindur inn og smekkaði
til, og so sat bólturin heilt uppi í trí
kanti num. Hetta er triðju árið, at eg
havi skorað besta málið, og um eg
ikki fari skeivur, er tað enntá triðja
árið á rað.
Símun Samuelsen viðgongur, at
tað kanska ikki er so løgið, at hann var
í uppskoti og so eisini vann heið ur in
at gerast ársins spælari á Reykja nes
leiðini, tí hetta misjavna ár ið hjá
Keflavík heldur hann, at tað bara hava
verið hann og ein annar, sum hava
presterað á liðnum. Tann spælar in er
høgri
bakkurin,
Guðjón
Árni
Antoníusson, sum forrestin gjør di
sjálvmál, tá Føroyar vunnu á Ís landi í
mars mánaði í fjør.
Einsamallur eftir
Sjálvur hevur Símun havt ein langan
steðg heima í Føroyum, tí hann kom
heim í heyst, tá Føroyar spældu
seinastu dystirnar í HM undan kapp
ing ini og hevur verið heima síðani.
So statt hevur hann vant sjálvur
og fyri reikað seg eftir besta
førimuni til enn eitt kapp
ingarár í íslendsk um fót
bólti, ið tó verður eitt
sindur øðr vísi, enn tað
plagar.
– Eg havi eitt ár eftir
av sátt mála num við
Keflavík,
men
hetta
kom andi árið skal eg
vera einsamallur her yviri,
tí genta mín er farin heim til
Føroya at gera seg lidna við
út búgving. So nú skal eg royna meg
her, uttan at hon og sonurin eru
sam an við mær her, sigur Símun, ið
av tí sama væntar, at hann heldur
oftari fer at gera smáar túrar
heim til Føroya.
– Tað verður eitt sindur
óintere s sant at ganga einsamallur her
yvir, men tað má eg bara taka við. Eg
skal bara fokusera upp á fótbóltin, og
eg haldi, at tað sær nøkulunda út hjá
okkum. Vit hava mist tveir spælarar og
fingið tríggjar nýggjar. Venjarin hjá
okkum, Kristján Guðmundsson, er nú
venjari hjá HB, men í hansara stað er
komin Willum Þór Þórsson, sum
gjørdi Val til
íslendskan
meista ra
í
2007.
Símun fekk seks steyp
Símun Samuelsen hevði eitt
gott kappingarár í Keflavík í
fjør, og tá han kom aftur til
Íslands fríggjadagin, stóðu
ikki færri enn seks steyp og
bíðaðu eftir honum
Mynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Símun Samuelsen er 24 ára
gamal og ættaður úr Vági.
Áðr enn hann fór til Íslands at
spæla fyri Keflavík í 2005, har
han n hevur sáttmála komandi
kapp ingarárið út, spældi hann
við VB. Símun hevur spælt 73
lands kappingardystir fyri
Kefla vík og telist javnan mill
um málskjúttarnar. Í lands
kapp ingini hevur hann skot ið
18 mál, í steypa kapp ing ini
fýra mál í 11 dystum, um framt
tvey mál í 10 euro peisk um
dystum. Fyri Føroyar hev ur
Símun spælt 27 A lands dystir
og skotið eitt mál.
FAKTA