mikudagur 13. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 13. januar 2010
19
viðmerkingar
Havi ikki orð fyri hvussu
hørm eg eri um viðferðina
av okkara gomlu; ómenn
iskjasligt og kalt.
Somu persónar, sum í
vallyftunum skrivaðu um,
at fólkapensiónistar skuldu
tryggjast eina góða og
rími liga fólkapensión, sum
skuldi verða á hædd við
tær bestu í Norðanlondum,
himprast nú ikki við, frá
einari løtu til aðra, at
minka um nýtslupeningin
hjá hesum gomlu við 2.000
krónum um mánaðin ella
verður eingin tænasta
verður sagt. Hatta kann
man ikki!!!
4 milliónir máttu verið at
funnið hjá øðrum sam
felagsbólki á fíggjarlógini.
Haldi ikki at tað líkist
nøkrum at tað so mikið
verður hugsað um at gera
livikorini hjá okkara gomlu
verri enn tey eru, tað átti
ikki 'eingang at komið upp
at vent'. Eitt er heilt vist,
henda sparda upphæddin
ger lítlan mun í okkara
risastóra halli.
Og okkara eldru eiga
ikki at straffast fyri nakað
hall !!! tí tey eiga tað ikki,
tey hava strevast alt lívið
og hava gingið høgt uppí,
ikki at skylda nøkrum
nakað .
Vit sóu eisini í sjónvarp
inum, at tey ikki kendu seg
rímiliga viðfarnan.
Eitt uppskot um hvussu
hesar 4 milliónirnar kundu
fingist til vega, er t.d. post
urin á fíggjarlógini sum
eitur 'afturgjald til pápar
fyri part av goldnum barn
apeningi' mítt uppskot er,
at hevur pápin eina inntøku
yvir eitt vist, t.v.s. eina
góða inntøku, so verður
henda afturbering strikað.
Spyrt tú mammuna, so eru
tingini ikki rímilig har, í
hvønn mun foreldrini
uppihalda barninum
vinaliga kannið henda og
aðrar møguleikar við tí fyri
eyga,at fáa hesar 4
milliónirnar, sum ætlanin
er at taka frá okkara
gomlu.
Við vón um at henda
ætlan verður endur
skoðað....
Pensjónin skal upp
Eitt av mínum fremstu
málum sum formaður í
Fiskimannafelagnum verð
ur at framtíðartryggja sjó
fólkið. Tí skulu vit hava
hægri pensjón og eina
nýggja pensjónsskipan í
fiskimannafelagnum.
Eftirlønin hjá sjómonn
um er ikki komin undir
land enn, men arbeitt verð
ur við spurninginum. Eftir
lønin hjá okkum er í løtuni
70 kr um dagin, men eg
haldi tað gerst greiðari og
greiðari fyri allar okkara
limir, at hetta er alt ov lítið.
Jú fyrr vit byrja at spara
upp, tess meir verður til
okkara, tá ið vit gerast
pensjónistar.
Tað er ikki nóg gott at
fáa 70 kr fyri hvønn
mynstr að an dag í pensjón.
Vit mugu leggja pensjón
ina um til eitt %gjald, sum
so líðandi skal hækka til
eini 15%.
Eg kundi hugsað mær, at
vit til komandi sáttmála
samráðing fingu gjørt eina
langtíðaravtalu um pen
sjón ina, soleiðis at tær 70
kr verða umroknaðar til %
t.d. gerast 5%, og at
pensjónin so veksur við
12% um árið, til hon er
eini 15%–16%.
Framtíðartryggja
sjófólkið
Endamálið við pensjónini
er at framtíðartryggja sjó
fólkið og familjur teirra,
soleiðis at okkara limir
ikki vera verri fyri, tá ið vit
gerast pensjónistar.
Eg haldi tað er í lagi, at
vit rinda nakað av pensjón
ini sjálvi – tað gera fleiri
onnur feløg eisini – men
vit skulu ikki rinda alla
pensjón sjálvi. Eitt rímuligt
býti hevði verið 25% til
okkum og 75% til reiðaran.
Sum eg eisini nevndi á
landsfundinum, so er mítt
uppskot, at okkara limir
rinda 4% í eftirløn og
reiðarin rindar 12% í eftir
løn.
Sum felag mugu vit
hugsa um, hvussu vit best
kunnu røkja pensjóns
áhugamálini hjá sjó monn
unum, og tí eru vit í ferð
við at kanna, hvørja skipan
limirnir skulu hava fram
yvir. Framtíðar pensjóns
lóggávan fer eisini at seta
ymisk krøv til pensjónina,
so tað er greitt, at vit
kunnu ikki halda fram við
60’ara kontunum, sum vit
hava í dag.
1. januar í 2011 skulu vit
í Føroya Fiskimannafelag
hava eina nýggja pensjóns
skipan fyri limir okkara –
hetta verður eitt av mínum
fremstu málum at fáa av
greitt í 2010. Arbeiðið er
longu byrjað.
Tað er ófatiligt, at flokk ur
in, sum dagliga heldur
verju røður um tryggleikan
í ríkisfelagsskapinum, fer
so lætt um tryggleikan hjá
teimum gomlu!
Ella er tað nú so ófati
ligt? Er tað ikki júst neyð
uga avleiðingin av, ikki at
vilja taka við ábyrgd!
Tað hevur í øllum førum
ikki verið mánaður, síðani
ABC samgongan kom til,
at Sambandsflokkurin ikki
er komin við uppskotum
um at taka frá teimum
gomlu, og fingið tey sam
tykt við hjálp frá Fólka
flokkinum og Javnaðar
flokkinum:
Er tað ikki í sambandi
við dagtilhaldini, sum
skulu missa sína játtan,
so eru tað pensjónirnar,
sum skulu lækka ella
gjald fyri heiligvágin,
sum skal hækka, ella
gjald fyri uppihald á
sambýlum sum skal
hækka.
Osfr.
Tað tykist sum at sam
gong an, í hesum føri við
Sambandsflokkinum á
odda, eina og aleina hevur
kikaran vendan móti teim
um gomlu, og teimum
onkursvegna fíggjarliga
illa fyrikomnu borgarum
okkara.
Sparið heldur har, sum
sparast skal!
Um tað nú var so, at onki
annað reiður var at fara
eftir pengum, so var tað
tað! Men so er ikki. Fíggj
ar lógin er fylt við bygnað
ar trupulleikum, sum sam
bært búskaparráðnum fyllir
helvtina av fíggjarlógar
hallinum. Og tey gomlu
eru altso ikki ein partur av
hesum bygnaðartrupul
leikum! Tað eru heilt aðrar
kontoir sum skapa fíggjar
lógarhallið, og sum tí
mugu rættast! Men sam
gongufólk bera seg undan,
og siga seg ikki kunna
semjast um at gera nakað
við hesar trupulleikar.
Gud viti, hvat tað so er,
sum fær alla samgonguna
viku eftir viku at verða
samda um, at umstøðurnar
hjá teimum gomlu skulu
skerjast, og enntá uttan
grundgevingar og uttan
mál og mið!?
Eins deyð er annans
breyð!
Fólkaflokkurin hevði mann
ikki roknað við fór upp á
barikadurnar í hesum máli.
Men hvar er Javnaðar
flokkurin? Er hann ikki
merkiliga kúrrur í hesum
døgum. Kann verða, at
hann veit, at skal hann fáa
tað betri í komandi veljara
kanningum, so kann hann
bara taka atkvøður frá
Sambandsflokkinum. Tí
ræður um hjá honum at
lata Sambandsflokkin
steikj ast í sínum egna feitti
til Javnaðarfloksins fyri
mun. Hevði hann annars
akt, sum hann hevur makt,
hann situr jú við fíggjar
málum! So hevði hann
langa nevan í borið og
forlangað virðiligari
um støður fyri tey gomlu.
Men ikki eitt orð. Bara
samtigandi tøgn!
Vísir kanska, hvussu
nógv hægri tey virða
Flokk in enn umstøður
fólksins.
Fullveldið gevur teimum
gomlu virðiligar um støð
ur Ríkis felags skapurin
tekur frá teimum!
Tá ið fullveldislandsstýrið
sat, vaks pensjónin meira
enn nakrantíð. Tað høvdu
vit ráð til tá, tí vit høvdu
eitt mál um at taka ábyrgd
av okkara samfelagið og
borgarum okkara. Vilt tú
taka ábyrgd av sam felag
num ber ikki til at
um ganga ábyrgdina fyri
teimum gomlu, og tí kom
onki annað uppá tal tá.
Men so kom ABC til og
settu fullveldið til viks.
Úrslitið síggja vit m.a.
hevur verið, at hesi
ABCfólk, nú hava slept
teimum gomlu upp á fjall.
Eg veit ikki, hvat málið hjá
ABC samgonguni er. Tað
vita fjølmiðlarnir heldur
ikki. Fakfeløgini heldur
ikki. Og tað vita sam
gongu tingfólk heldur ikki.
Tey flenna bara, tá ið man
spyr tey! Tú, sum lesur
hetta lesarabrævið kanst
royna teg, við at spyrja
onkran í ABC samgonguni,
hvat endamálið er við
ABCsamgonguni.
Vilt tú ikki hava ábyrgd
av samfelagnum, megnar
tú heldur ikki at stýra við
ábyrgd.
ABC samgongan er gott
dømi um tað! tí mugu teir
politikkarar framat, sum
vilja seta ábyrgdina á
skránna aftur. Tástani fært
tú ein politiskan myndug
leika, sum eisini tekur
ábyrgd av teimum gomlu.
Jan
HøJgaard
Hvussu ringt skulu pensjónistarnir hava tað,
áðrenn Sambandsflokkurin er nøgdur????
annita á
Fríðriksmørk
Jóna
mortensen
Ránsmenn á ferð
Fylgjurnar av nýggju fíggjarlógini koma nú javnt og
samt undan kavi.
Skula vit meta eftir gongdini seinast, so verða eini
ræðutíðindi fyri og onnur eftir at frætta komandi
vikurnar og mánaðirnar.
Nú kom upp, at eldra fólkið á sambýlum skal rinda
ikki minni enn 2000 krónur meir um mánaðin fyri
innivst og mat.
Rokningin hjá hesum gomlu hækkar úr 3500
krónum upp í 5.500 krónur í einum høggi frá 1.
februar.
Hetta verður gjørt fyri at bøta um landsins
fíggjarlóg.. Annars hevði hendan tænastan verið skerd,
sigur almannaráðharrin Rósa Samuelsen.
Mær er farið at tykja so hjartaliga synd í Rósu
Samuelsen.
Tað sær ikki mætari út enn, at hon er vorðin tann
ævigi syndabukkurin fyri samgonguflokkarnar og
løgtings og landsstýrisumboðini úr flokkunum
trimum.
Skula nøkur oyru sparast ella takast inn, so verður
Rósa spent fyri hestin, og hon skal eisini út á vígvøllin
at forklára politikkin hjá eini samgongu, sum ongan
politikk tykist hava yvirhøvur.
Virksemið hjá samgongu og løgtingi í løtuni kann
allarbest lýsast við einum orði: ránsmannavirksemi.
Tey gera ikki annað enn ræna pengar frá fólki,
stovnum og kommunum.
Løgtingið og landsstýrið megna als ikki at fíggja sítt
egna barn, føroyska samfelagið, men fyri kortini at fáa
ráð til ekstravagansu fara tey í lummarnar hjá teimum
veikastu í samfelagnum og tøma teir við beráddum
huga.
Púra óskiljandi, at Rósa ikki langtsíðani havt lagt frá
mær og latið til dømis Johan Dahl sloppið at tømt
lummarnar hjá fólki.
Tá onki er eftir í einstaklingslummunum, verður
hálsað um. Tá verður ein stovnur fyri og annar eftir
stolin úr Havn og fluttur út á bygd eftir einari nátt, so
skattainntøkurnar hjá viðkomandi bygdakommunu
kunnu økjast.
Hetta hevur verið lagið í fleiri ár, og ongi útlit eru til
nakran bata. Seinasta sniðálopið er, at tann hart royndi
Vinnuháskúlan skal skrykkjast upp við rót og flytast í
onkran útjaðara. Tað stendur í fíggjarlógini.
Vit hava eisini verið vitni til, at tá tingið ikki hevur
fleiri pengar at reka síni egnu børn fyri, so langar tað
fleiri børn saman í eitt. Útvarpið og sjónvarpið eru
dømi um tað. Úrslitið var, at ikki bara annar, men
báðir, fóru av knóranum.
Í áravís hava landsstýris og tingfólk jabbað um at
leggja málsøkir út til kommunurnar. Skúlin og
eldraøkið skula liggja fremst fyri, men hetta gongur
ongan veg.
Tað mest syrgiliga við hesum ætlanum er, at tað er
ikki fyri tey bláu eyguni hjá kommununum og
borgarunum, at landspolitikarnir vilja leggja málsøkini
út. Endamálið er eittans, og tað er at sleppa
landskassanum undan at gjalda fyri skúla og eldraøki.
Tá kommunurnar hava fingið málsøkini tveitt í
føvningin, stendur tað til teirra at fíggja økini, tí landið
hevur langtsíðani brúkt teir pengarnar, sum tað av
røttum átti at spjaðað til við.
Tá hava eyðrænararnir á tingi sloppið sær undan
ábyrgdini, og kommunurnar sita eftir við apuni – og
hava bara eitt stað at fara eftir pengunum. Tað er ikki
ringt at rokna út, hvar tað er..
Nei. Her verður onki skil á, so leingi landsins kosnu
bara hugsa um egið gagn og leggja líka í borgaranna
og landsins frama.
Enn einaferð!!!!
Jógvan
arge