mikudagur 13. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 13. jan 2010
MIÐVIKAN
18
Í dag er "Tróndur í
Gøtu" kendur sum eitt
av okkara stóru
nótaskipum
Men tað hevur verið ein annar
"Tróndur í Gøtu", sum umboðar
eitt ávíst tíðarskeið og ein ávísan
part av okkara fiskiveiðisøgu.
Sofus var sjálvur eitt skifti við
Tróndi. Annars var tað svágur
hansara Leon Joensen, sum var
stjóri
Fóru avstað full-
lastaðir við koli
"Tróndur í Gøtu" var ein av teim
um mongu koltrolarunum, sum
komu til landið beint eftir seinna
heimsbardaga.
Tað, sum hesir trolarar mest
skiltu seg frá einum fiski skipi,
vit kenna í dag, er júst damp
maskinan, har orkan var kol.
Hetta merkti, at tá ið skipið fór
avstað, var tað nærum fult av
koli. Tað var bert fremsti partur
av lastini, sum var tøkur til fisk.
Trolararnir vóru so tungt lastaðir
av koli, at teir ta fyrstu tíðina bert
kundu royna í góðum veðri.
Men kolagoymslan tømdist
skjótt. Og tað var uppgávan hjá
kyndarunum at fáa kolið fram til
maskinuna og síðan at "leggja
aftrat" fýrinum, sum tørvur var á.
Kyndarar skuldu so við hóskandi
millumbilum fáa øskuna fyri
borð aftur. Komu skipini í nógvan
fisk beinanvegin, kundi tað væl
henda, at neyðugt varð at koyra
kol fyri borð fyri at fáa pláss fyri
fiskinum.
Skipini vóru partvíst á salt fiska
veiði 30 monnum og partvíst á
ísfiskaveiði við 20 monnum.
Gøtumenn keypa trolara
Tað var í 1946, at gøtumenn tóku
stig til at keypa trolara. Teir stovn
aðu p/f Tyril, sum flestu fiski menn
í sóknini settu pening í. Parta
peningurin var 125.000 krón ur,
sum vóru nógvir pengar tá í tíðini.
Fyrsti skipari fram til 1951 var
kendi skiparin, Richard Jacobsen
úr Klaksvík, sum í bók síni "Mín
lívssøga til skips" hevur greitt frá
fyrstu árunum hjá skipinum.
Trolarin hevði verið í herflotan
um eins og teir flestu ensku trol
ararnir, og varð umbygdur í Leith.
Her hendi tað, at fíggingin av
umbyggingini ikki var í lagi. Og
trolarin slapp ikki avstað, fyri
enn rokningin var goldin. At fáa
hetta greitt, var nú ikki sum at
siga tað. Skipið slapp avstað við
teirri treyt, at skiparin ikki skuldi
taka eitt oyra út í løn, fyrr enn
rokningin varð goldin.
Í desember 1946 kemur
"Trónd ur í Gøtu" á Gøtu. Tann tá
nýggja bryggjan var full av fólki
og flaggað varð um alla bygd ina.
Hildin varð stór veitsla, men um
kvøldið kom stormur av land synn
ingi, og teir máttu fara á Klaksvík.
Fyrsta túrin varð farið avstað
10. januar 1947 til leiðirnar
við Norðurnoreg á ísfiskaveiði.
Nógvur fiskur var. Eftir 10 døgum
varð fingið uppí og farið varð til
Grimsby at selja. Gjørdir vóru
tríggir ísfiskatúrar í hesum legg
inum og selt varð fyri til sam ans
23.000 pund, umleið hálva miljón
krónur. Og tá varð rokningin fyri
umbyggingina eisini goldin.
Seinni varð farið til Bjarnoynna
á saltfiskaveiði.
Vanlukkur
Tey næstu árini gingu á nakað
sama hátt. Í 1948 høvdu teir
ein samanstoyt við ein enskan
trolara, sum mundi beint fyri
teimum. Tað, sum bjargaði teim
um, var, at teir fingu stappað
madrassir í holið, og tá kundu
pumpurnar halda lens.
Í 1948 mistu teir ein mann,
Hans David Ranghamar, 42 ára
gamal. Eftir hann sat einkja við
fýra børnum. Teir høvdu júst
hálað, og tað var nógvur fiskur
í trolinum. Tann fyrsti posin
var tikin, og teir snodlaðu uppí
annan posan, men av tí, at tað
var so stór alda, stóð so nógv
á snodlaranum, at tørnið fór av
spælkoppinum, og alt netið fór út
aftur. Tá var tað, at Hans David
varð tikin við. Hann slongdist
langt upp leysur av netinum,
og teir sóu hann ikki aftur.
Eingin ljóskastari var, og tað var
kolamyrk nátt, so har gjørdist
einki.
Í 1951 hendi ein onnur van
lukka, sum kravdi mannalív. Tað
var Anthon Bernhard, Benni,
Hansen. Hann skuldi fara
tvørtur um ein trolara á veg um
borð í Aberdeen. Hann leyp av
lúnningini niður á lastalúkuna
á hesum trolara. Tað var so
óheppið, at presendingin var løgd
yvir lúkuna, so tað sá út, sum um
lúkan var á. Men tað var hon ikki.
Benni fór í lastina og doyði seinni
á sjúkrahúsi í Aberdeen. Eftir sat
einkja við 7 børnum, tað minsta 2
ára gamalt.
Richard fór av seinast í 1951,
og aðrir skiparar vóru Reinhold
Thomsen og Grækaris Hansen úr
Norðragøtu.
Rættilig bygdafyritøka
"Tróndur í Gøtu" var ein rættilig
bygdafyritøka, sum kom at
merkja nógv fyri bygdina. Roynt
var at syrgja fyri, at so nógvir
mans kundu sigla við uppá skift
sum gjørligt. Árini hjá Richardi
var samlaða manningartalið
fylgjandi:
1947 73 mans
1948 62
1949 58
1950 76
1951 57
Her vóru nógvir mans, sum
fingu eina uppá seg góða inntøku.
Sum ein lýsing av inntøkunum
tá í tíðini, skulu vit lýsa árs inn
tøkurnar í 1949 hjá ymiskum
skipabólkum, soleiðis sum hesar
verða uppgivnar í bókaverkinum
"Fiskivinna og Fiskivinnumál" hjá
Erlendi Paturssyni:
Skonnart kr. 5.459
Slupp kr. 4.655
Trolari kr. 8.538
Flestu fiskimenn sigldu við
slupp, so í mun til inntøkurnar
har, var tað eitt kvett at sleppa
við trolara. Sum frá leið minkaðu
úrtøkurnar við trolarunum, og tað
gjørdist trupult at fáa fólk.
Aftrat øllum hesum arbeiðs
plássunum kom so arbeiðið, sum
skipið gav á landi, tá ið saltfiskur
varð landaður og virkaður.
Reiða ríið hevði eisini bygt sítt
egna hús, Tyrlahúsið kallað, til
hetta arbeiðið. Tá ið landað varð,
fingu skúla børnini frí, og tey vóru
nógv, sum tjentu nakrar tiltrongar
krónur, sum so sanniliga ikki vóru
nógvar av tá í tíðini.
Men tá ið komið var út til
miðj una av 50unum, høvdu
hesir trolarar havt sína tíð. Teir
vóru jú gamlir, longu tá ið teir
vórðu keyptir. Og tíðin var farin
frá kolfýrdum skipum. Tó var
onkur, sum fekk oljufýring. Men
teir flestu av hesum trolarum
vórðu seldir sum gamalt jarn.
Onkrir vóru á garnaveiði eftir sild,
og júst her upplivdu vit størstu
vanlukku á sjónum í nýggjari tíð.
Tað var, tá ið "Stella Argus" hvarv
seinast í oktober 1957 við fleiri
enn 20 monnum umborð.
Komandi partur
Komandi tríggir partar verða
um Müllerættina í Grønlandi,
grundað á tilfar, sum ikki hevur
verið frammi fyrr.
Um damptrolaran »Tróndur í Gøtu«
Tróndur í Gøtu var flaggskipið í Gøtu
fyri 60 árum síðani. Um nakrar vikur
kemur seinasti navnin, sum eisini er
eitt frægari far
Hendan myndin av manningini á Tróndi í Gøtu er frá 1952, tá ið Grækaris Hansen var skipari:
Menninir eru frá vinstru: Evald Jacobsen, Syðrugøtu, Evald Mikkelsen, Syðrugøtu, Elias Martin Tvørfoss, Norðragøtu,
Andrass Olsen, Syðrugøtu, Joen Simon Isaksen, Noðragøtu, Gunnar Olsen, Syðrugøtu. Miðraðið: Leif Berg,
Søldafjørður (hvítklæddur), Hans Pauli Olsen, Lorvík, (við keppi), Jógvan Jacobsen, Tórshavn (við keppi og sigarett,
pápi Simma), Ernst Mikkelsen, Skáli (aftanfyri Jógvan), Sámal Hans Hansen, Norðragøtu (hálvfjaldur), Frants
Jacobsen, Norðragøtu (2.stýrmaður, í kaskjett), Per Martin Thomsen, Syðrugøtu (1.stýrimaður), Hans Jacob Hansen,
Syðrugøtu, Jørgen Thomsen, Skáli, Ludvig Sivertsen, Syðrugøtu (frammanfyri Jørgen), Eyðálvur Isaksen, Norðragøtu,
Erik Vangberg, Syðrugøtu (kokkur). Fremsta rað: Kjartan Gregersen, Syðrugøtu, Emil Joensen, Froðbæ, Johan Olsen,
Gøtugjógv (aftanfyri Emil) og Hendrik Jacobsen, Skipanes (kyndari).