Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 13. jan 2010 MIÐVIKAN 17 Gøtu men fór um summarið við Connisboro Castle hjá Thomsen á Tvøroyri. Í 1925 og 1926 var Sámal Hans bestimaður hjá Sámal Jákup við Gil við Only Sister, í 1927 við Columbus við Olivur Thomsen, beiggja Sámal Jákup. Í 1928 og 1929 var hann við Galatheu við Óla Hans Olsen. Sámal Hans førdi so Wilhelminu 1930-1932 og Henry Freeman í 1933-1937. Hann fór í 1940 at sigla við ísfiski til Onglands við Fríðu. Sámal Hans fór so at føra Roynd- ina Fríðu úr Sandavági í 1942 og 1943 og Mary Margreth fram til 1947. Síðan førdi hann trolaran Miðafelli 1947-1950. Í 1953 fór Sámal Hans at føra Gulenni, og hann førdi hana fram til 1959. Hann endaði sítt drúgva sjó lív við Finni Fríða, línubátur í Gøtu, sum tá var umbygdur til kraft- blokk, og sum kann sigast at vera starturin til nótaflotan í Gøtu. Keypti lastbil og so við Saturn Eg fekk so hug til at royna at vera í landi aftur. Hetta var fyrst í 60- unum. Eg keypti ein 5 tons lastbil við krana fyri kr. 20.000 kr. Fyrstu 2-3 árini var lítið at koyra. Men so byrjaði Funningsfjarðavegurin, og tað var nóg mikið av arbeiði í fleiri ár. Men hetta var strævið og ringt fyri ryggin. Síðan fór eg við Saturn, sum kom í 1964. Hetta var í byrj anini av kraftblokkatíðini. Gregersen- menninir vóru jú ofta millum teir fyrstu við tí nýggja. Fyrsta skip við kraftblokki var Brestir i 1962. Gregersenmenninir høvdu leigað ein danskan bát Ingrid Pau, sum varð nýttur til útróður. Men hann varð skjótt riggaður um til kraftblokk. Ikki var hann stórur, hann tók 120 tons av ídnaðarfiski í lastina, meðan tilsvarandi skip í dag taka meira 3.000 t. Um hesa tíðina vórðu eisini bygdir nakrir línubátar í DDR, táverandi Eysturtýskland. Nakrir av teimum vórðu beinanvegin riggaðir til kraftblokk, og Saturn varð ein teirra. Veiðan varð førd til lands ísað ella til fiskamjølsframleiðslu. Men tíðin fór skjótt frá hesi stødd av kraftblokkaskipum, og tey seinastu árini í Gøtu var hann ísfiskatrolari. Eftir at sildin var horvin á leiðunum norðanfyri í 1968, gjørdist tað ein rættuliga stór vinna at keypa sild í Hebridunum og øðrum norðurskotskum hav- num. Summi skip saltaðu sildina í tunnur eins og tey gjørdu, tá tey veiddu sild við gørnum. Aðrir avreiddu sildina feska í Danmark, og tað gjørdu vit eisini. Eina ferð vit vóru á veg til Danmarkar við Saturn við eini sildalast, sóu vit við Lindesnæs, at tað skrivaði so nógv á asdikk- inum. Vit kastaðu og fingu fulla nót av makreli. Makrelur kann vera nokk so ringur at fáast við, men tað eydnaðist okkum at fáa fult dekk. Vit landaðu 1. mei. Tá var frídagur hjá arbeiðarum, so vit máttu landa sjálvir. Vit fingu 1 kr. pr. kg. fyri makrelin, og hetta munaði væl afturat. At sigla við farmaskipum Í 1970 fór eg at sigla sum meistari við skipafelagsbátum. Konan lá tá sjúk á hospitalinum, og eg var einsamallur heima. Tá varð eg ein dagin uppringdur um, at Falkur lá á Klaksvík, og har var eingin meistari. Eg var spurdur, um eg ikki kundi koma við. Eg hevði tá fingið tuberkla- smittuna og kundi ikki fáa tuberkla váttan. Tá arbeiddi eg við kaibyggingina í Norðragøtu, og hetta var sera tungt. Tað vísti seg, at tað var ikki neyðugt við tuberklabevís fyri at fara við farmaskipi, og eg fór. Magnussen, tuberklalæknin, segði gott fyri tí. Eg fekk heilivág frá honum, sum eg skuldi taka í 300 dagar. Eg fór so til kanningar eftir hesar dagar. Tá var smittan innkapslað við ongum vanda fyri, at hon fór at vísa seg aftur. Eg var so hjá Skipafelagnum í 10 ár. Aftaná Falk fór eg við Róki. Men vegna sjúkuna hjá konuni kundi eg ikki sigla ov fast. Tá vit komu til Føroyar varð siglt runt oyggjarnar eina viku at landa fraktina. Vit sigldu eisini í Miðalhav- inum. Lossingin gekk fyri ein stóran part fyri seg sum eg minn ist sum smádrongur. Smærri bátar førdu vøru millum, meðan vit lógu fortoyaðir. Hetta vóru deilig ár. Men sum einsamallur maskinmaður kundi eg hava tað nokk so stríggið viðhvørt. Útróður á Gøtuvík Eg havi róð nógv út á víkini um vetrarnar, tá eg havi verið heima. Tað er tó ikki nógvur fiskur á sjálvari víkini. Pápi plagdi at siga, at teir róðu á Skorðina úr Gøtunesi. Teir fingu nógvan fisk fyrst, ið eg minnist um várarnar aftaná vártíð. Men vit royndu so eisini at seta her á víkini, men fingu ikki eitt livandi. Eg havi verið saman við pápa heilt úti á Fugloynni sjálvur annar við árabáti. Tað ráddi um at sigla og leggja at fiska, so at mest nytta fekst av streyminum. Gøtumenn høvdu síni øki at fiska á, meðan lorvíkingarnir vóru eystanfyri. Millum gøtumenn og lorvíkingar var líka sum eitt mark, sum teir hildu seg hvørju megin við. Seinni var tað meira ógreitt. Sum Pól á Rætt segði einaferð: “Fyrr var tað havhestur og eing ilskir trolarar, men nú eru lorvíkingar komnir afturat!” Tað dámdi honum einki. Men konu hevði hann kortini úr Lorvík. Sild kundi vera nógv av á víkini, serliga um várarnar. Eg minnist einaferð, eg kom heim undir kríg- num. Tá kom Høgni Lómstein at landi við einum smekkfullum báti, og tá hevði hann bert drigið eitt ella tvey gørn. Teir leigaðu eina slupp frá Haraldsen og fingu uppí hana eftir tveimum døgum. Sildin fór til sildamjølverksmiðjuna í Kollafirði. Hetta var einasti máti at sleppa av við hana. Tað vanliga var annars, at sildin fór til agn. Klaksvíkingar plagdu at fara við tí mesta. Eg minnist, at teir plagdu koma av Skipanesi við gørnum, Dánjal Pauli og Rasmus í Grótinum, tá ið einki var at fáa á Skálafjørðinum. Har var annars ofta nógv sild. Teir bóru eisini flotini, men ikki steinarnar. Teir vóru nóg mikið av í Gøtu. Ættin Zelinda var fødd 5. juni 1920, og hon doyði 8. mai 1997. Tey bæði fingu børnini: Julianna, sum var gift við Viljorm Nielsen. Tey fingu fýra børn, Halldis, Zelindu, Dagmar og Svein. Viljormur doyði fyri fleiri árum síðan, og nú er Julianna gift til Sumbiar við Magnus Jensen Áshild giftist til Danmarkar við Johannes Videsen. Tey eiga tvey børn, Niels og Zelindu. Salomon giftist við Onnu Sofíu Nielsen av Glyvrum. Tey búgva í Gøtu og eiga Sofus, Niels og Karl. Umframt tey níggju abbabørnini eigur Sofus 20 langabbabørn. Tað 20. kom nú um dagarnar í Danmark. Hetta er eitt fínt høvi at fara niður at vitja. Hesum hevur Sofus so ikki bakkað fyri enn. Tøkk til Sofus Vit takka Sofus fyri, at hann hevur viljað greitt okkum frá. Hetta er eitt gott íkast til søguna um hetta tíðarskeið, hann hevu livað, og har tað ræður um at fáa mest møguligt niður á pappír, meðan nakar er sum sum kann greiða frá. Skal eisini takka Sofusi fyri, at hann altíð hevur verið so positivur. Tað hevur altíð verið ein stuttleiki at hitta hann. Sofus kendur í Turkalandi Eg fekk nú um dagarnar eina stuttliga søgu um, hvussu lítil verðin er. Maria og Palli á Dul vóru inni í einum handli í Turkalandi. Eigarin fregnaðist eftir hvaðani tey vóru. Tey gjørdu seg út til eina rættuliga frágreiðing um Føroyar. Nei, tað var óneyðugt. Turkurin hevði lisið saman við Sofus Gregersen, son Salomon hjá Sofusi. Maria kundi greiða frá, at hon var eisini ein Gregersen. Pápi hennara Kjartan hjá Jóan Eliassi var systkinabarn eldra Sofus! Sofus og Zelinda saman við børnununum f.v. Julianna, Salomon og Áshild ➘ Sámal Hansen, skipari hjá Sofusi við Henry Freeman og Gulenni Grækaris Hansen, systkinabarn Sofus, var skipari á Kross-steini, sum eisini var eitt skip av nakað sama slag sum Tróndur í Gøti