mikudagur 13. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 13. jan 2010
MIÐVIKAN
16
sunnukvøld. Tá fóru teir út
og kundu kasta til vanliga tíð
mánamorgun. Tað var munur á,
sum manningin tá var betri fyri.
Tað kom eisini minst líka nógv
burturúr.
Við Tróndi í Gøtu
Eg fór so við Tróndi í Gøtu, tá
ið hann kom í 1947. Har var eg
fýrbøtari. Hann var ein av teimum
mongu trolarunum, sum komu til
Føroyar eftir kríggið.
Tað vóru nógvir sum vildu
sleppa við, so menninir máttu
skiftast at vera við. Tískil var eg
bara nakrar túrar við, tilsamans
117 dagar. At vera fýrbøtari var
eitt sera hart arbeiði, sum fólk illa
kunnu ímynda sær í dag. Hesir
trolarar brendu kol. Tá farið var
avstað, var skipið næstan fult av
koli. Tað stóra arbeiði var tí at
fáa kolið til dampmaskinuna og
í fýrin. Síðan var at fáa øskuna
fyri borð. Undir sigling varð
ser liga nógv kol brúkt. Tá kom
onk ur av manningini at hjálpa
til sum “lempari”. Men undir
fiska rí var alt hetta arbeiði hjá
fýrbøtaranum.
Men ein fyrimun høvdu fýr
bøtararnir kortini. Teir vóru trígg ir
sum gingu vakt, tí kom arbeiðs
dagurin “bert” at vera átta tímar.
Richard Jacobsen var skipari
fyrstu árini.
Síðan var eg ein túr við trol
aranum Krosssteini hjá Jákup
Haraldsen upp undir jól. Grækaris
Hansen, systkinabarnið, var
fast ur skipari, men hendan túrin
var tað Jákup Oluf á Lakjuni. Tað
gekk so illa at fáa fólk við skip
unum hesa tíðuna. Zelindu dámdi
einki at eg fór.
Hetta var ein lort túrur.Vit fingu
nógvan fisk, men tað gekk illa
at arbeiða hann undan. Tað var
so ógvuliga kalt. Tí kom nógv av
fiskinunum frystur í lastina. Hetta
kom at merkja, at nógv minni
fekst fyri hann. Vit fingu einki fyri
ein triðing av lastini, og var hetta
eitt bakkast.
Eg var síðan tvey ár í turki
húsinum í Syðrugøtu sum
for ma ður saman við Sverra hjá
Havna Jákup, tann kendi yrkjarin
Ják up Hansen, sum giftist til
Gøtu. Hetta var áðrenn teir fóru
at skera flak, so vit virkaðu bert
klipp fisk.
Vildi ikki vita av
sjálvdrátti
Eg hevði fyrr verið burtur við
Kyrja steini hjá Jákup Haraldsen
í Fuglafirði. Eg fór eitt ár aftur
við Kyrjasteini til Grønlands við
Per Gregersen, systkinabarninum,
sum skipara.
Men eg hevði altíð ynskt
mær at sleppa at rógva út undir
Føroyum. Eg fór tá við Kelduni hjá
Jens Klæmint Isaksen í Klaksvík.
Formaður í 1953 var Petur á Regni
í Lorvík. Hann var kunnugur við
leiðirnar undir Føroyum og dugdi
væl at fáa fisk.
Vit fóru eisini ein saltfiskatúr
við snøri til Íslands í 1954.
Eg spurdi, áðrenn vit skuldu
fara, um tað fór at vera sjálv drátt
ur ella felagsveiða. Vit høvdu
jú beint verið til línufiskiskap,
og har fingu jú allir líka. Nei, var
svarið, sjálvsagt skuldi tað vera
sjálvdráttur. Tá kýttu menn seg
meira. Eg sigi, at so komi eg ikki
við. Mær dámdi ikki, at allir ikki
skuldi fáa somu løn, hóast eg
hevði væntað mær mín part við
sjálvdrátti.
Tað var so í lagi, at vit fóru til
felagsfiskarí. Tað gekk heilt væl,
og vit fingu uppí.
Seinni keypti Petur skip sjálvur.
Tá gjørdist Hellu Meinard (Jen
sen) skipari. Sum navnið sigur,
var hann ættaður av Hellunum.
Hann var giftur við Onnu Martinu,
systkinabarninum, dóttir Tummas
Hans Hansen og Elisabeth fastur.
Seinni var Meinhard skipari á
Báruni, sum Eivind hjá Havna
Jákup átti.
Aftur við Sámal Hans
Eg fór so umborð á Gulenni, sum
Leon svágur átti. Nú kom eg aftur
saman við Sámal Hans, sum eg
fór til skips við fyrstu ferð við
Henry Freeman.
Vit fóru til Íslands, og her var
aftur felagsfiskarí. Vit fingu eisini
væl og virðuliga uppí skipið,
meðan onnur skip við sjálvdrátti
fóru heim við hálvari last.
Sámal dugdi væl at fiska. Vit
fóru eitt kvøld út úr Íslandi, og
Sámal legði at fiska. Men tað
var eingin fiskur. So fóru vit at
sigla út eftir, til vit komu á 100
favna dýpi. So varð lagt. Tað var
kolsvart í mjørka. Eg var kokkur,
og varð vaktur um morgunin. Tá
var dekkið smekkfult av fiski,
stórum toski. Eg fari so og purri
Sámal út. Hann var púra býttur, tá
ið hann kom upp. Vit stóðu so við
snøri til middags. Vit fóru at gera
reint og vóru lidnir til nátturðatíð.
Sámal dugdi hetta her við at
andøva uppi yvir fiskinum. Vit
fingu nógvan fisk alla vikuna,
samstundis sum tað var kolsvart
í toku. Vit fingu ongantíð botn.
Snørið fór eitt gott stykki (60
favnar) niður, og so tók. Tað
vanliga var annars, at tað fóru
eini tvey stykki út av snørinum.
Við endan av vikuni var einki
salt eftir, og vit fiskaðu uppá
dekkið. Vit fóru inn á Seyðis
fjørðin at fáa salt, og so varð
farið heim. Hetta gjørdist ein
slíkur roktúrur. Tann stóri toskurin
gav jú eisini so høgan pris.
Hetta var kallað “á Rokinum.”
Sum navnið sigur, man her hava
verið fiskur. Miðið var, at teir
skuldu sigla, tá ið klárt varð
eystur úr nesinum, so nesið kom í
vatn, sum tað varð sagt.
Bátarnir lógu norðanfyri
(Langa)nesið, so hann man hava
verið lágur í ættini. Teir fóru
allir út á nesgrynnuna at royna.
Hinir bátarnir fóru so roynandi
suðureftir. Allir fóru heim við
hálvari last. Vit vóru teir einastu
sum fingu uppí.
Um Sámal Hans
Sámal Hans var ein av roynd
astu skiparunum í Gøtu. Hann
var føddur 31. august 1902 og
tók skiparaprógv hjá Djurholm
í 1925. Hann fór til skips í 1918
við Napoleon Jensen, Gøtu
Pola, sum vaks upp í Blásastovu
í Norðragøtu. Sámal var við
honum í trý ár. Í 1921 og 1922
var hann við Only Sister við
Tummas Sigvald Thomsen við Gil
í Norðragøtu.
Á vári 1924 var Sámal Hans
við motorbátinum Brynhild í
Hendan tekningin av Norðragøtu er úr landbúnarálitinum frá 1911. Teknarin er Johs. Klein. Myndateksturin er:
Bygden Nodregøte paa Østerø. Nederst Fjældet ses Bygdens Huse med Kirke og Baadskur, bag dem paa
Fjeldskraaningen den opdyrkede Bø med Agrene, omgivet af Stengærder. Nyopdyrkninger slutter sig hertil. Gennem
Bøen fører Vej for Kreaturene til Udmarken (geil.) Ret over Bygden over Fjeldet fører en Sti til Lervig.
Tað var stuttligt at spæla á sandinum í Syðrugøtu. Úti í síggjast systkinabørnini Oddvør Lómstein, Jórun Smith f.
Joensen og Sigrun Samuelsen. Aftanfyri sæst Fiskavirkið, vanliga kallað Turkihúsið, sum eigur sín part av hesi søgu
Her er Tróndur í Gøtu í Aberdeen og landar. Á myndini síggjast
Leon Joensen reiðari t.h. og svágur hansara Johannes Samuelsen
í Horni í Havn. Eftir sigarføringini at døma stendur ikki heilt illa til!