mikudagur 13. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 8 • 13. jan. 2010
3. og seinasti partur
Várið 1936 fór eg ein túr við
Silver Lining, sum teir við Misá
í Vági tá áttu. Eg var smyrjari,
Hans Jacob Abrahamsen, var
skipari, og Hendrik Hammer, pápi
Óla Hammer, báðir úr Oyndarfirði,
var motorpassari. Vit vóru
sei nir á veg, men komu í fisk í
Meðalandsbuktini. Kokkurin hevði
einki skil á proviantering, og táið
vit høvdu roynt einar 14 dagar,
sigur kokkurin, at tað er eingin
proviantur eftir, og vit máttu
fara inn eftir provianti. Tá var
so langt liðið út. Skipið skuldi til
Bjarnoynna. Hans Jacob skuldi
bert vera við hendan túrin, so vit
fóru bara heim.
Tá eg kom heim skuldi Óla
Hans Olsen, systkinabarnið, føra
Maritana. Hon var ein stór slupp,
sum Jaspur Hjelm í Vági átti.
Maritana skuldi til Grønlands, og
Óla Hans manglaði ein mann. Eg
slapp so til Grønlands við honum.
Tað var ein ordans túrur. Vit
fingu 800 kr fyri túrin, sum
var nógv tá. Eg var vanur við
sjálvdrátt, men nú var tað felags
fiskarí. Vit fiskaðu við línu frá
bátum. Hetta var á sama hátt,
sum føroyingar royndu við línu
fyrr við troði, táið línan varð rekt
út.
Vit høvdu tríggjar bátar og
nýttu árar. Hetta var eitt rættuligt
knoss.
Men í góðum veðri kundi hetta
vera sera stuttligt. Eg var so við
Maritanu framm til 1938.
Anthon Hansen, beiggi Sámal,
fór í 1939 at føra Grønanes úr
Vestmanna. Eg var bert við tað
árið.
So fór eg til sildafiskarí undir
Íslandi við Signhild hjá Jógvan
Jensen í Havn. Tað miseydnaðist
fullkomiliga. Vit høvdu ov ringan
bassa, sum var íslendingur.
Vit settu einaferð um ein boða
í Húnaflóðanum og álaðu nótina
sundur. So at rimpa hana saman
aftur. Men tað riggaði ikki, og
hon fangaði ongantíð. Men tað
var nógv sild, so her var okkurt
skeivt atborið. Vit fingu seinni
ein annan bassa. Tá fingu vit tað
sama sum aðrir, men tað var bara
ov seint.
Sildin varð landað til bræðingar
á Langanesleiðini.
Tá var annar heimsbardagi
byrjaður. Á leiðini heim vórðu vit
steðgaðir av bretum norðanfyri
Føroyar. Teir høvdu brúk fyri at
vera varnir. Men tað var alt í lagi,
táið teir fingu at vita, hvørjir vit
vóru.
Tá førdi Høgni Lómstein,
svágur, sluppina Carl hjá Jaspur
Hjelm í Vági. Eg fór so við har.
Høgni dugdi væl at fáa fisk. Vit
fingu tvær ferð uppí hana av
saltfiski í 1940. Eg var kokkur.
Annars havi eg verið alt við skipi
uttan skipari!
Vit sigldu eina ferð upp eftir
og sóu so nógvan fugl. Vit kasta,
tað var farið um midnátt. Teir
fingu ikki botn, so nógvur fiskur
var. Vit fingu einar fýra dagar á
sama hátt. Hetta var fyrstu ferð,
eg upplivdi slíkt. Men knappliga
føldist ikki fiskur aftur. Men hetta
var ein góð byrjan á túrinum, og
vit fingu skjótt uppí. Vóru menn
hepnir komu teir soleiðis fyri.
Høgni riggaði væl sum skipari.
Tað lá eisini væl fyri hjá honum
at læra. Hann fór á skiparaskúla
á heysti, og á jólum var hann
lið ug ur at rokna tað, sum kravdist
til setiskipara. Tá teir fóru til
próv tøku um várið, var hann longu
liðugur at rokna alla longdina.
Hetta var eitt eykaprógv, sum
kravd ist fyri at kunna fara til
Grønlands.
Høgni fór so spakuliga avstað,
men eftir at hann gavst undir
krígnum, gjørdist hann ikki skip
ari aftur. Erika, kona hansara,
doyði so ung í 1962, bert 53 ára
gomul.
Fekk konu og børn
Í 1941 giftist eg við Zelindu,
dóttir Onnu Louisu og Johan
David Jacobsen úr Norðragøtu,
umrøddur í seinasta parti.
Tá fór eg at koyra fisk við
bili. Mamma doyði í 1933 og
pápi í 1938, so húsið var nakað
óhjálpið. Hanna systir, sum seinni
giftist við Leon Joensen, tók sær
av húsinum til hon giftist.
Við Zelindu kom so konufólk
aftur í húsið. Hon var so sera
røsk. Hon hevði sum aðrar gentur
tá í tíðina havt húspláss. Hon
hevði millum annað verið í húsi
í Klaksvík hjá systkinabarni sín
um Katrinu Kallsberg, mammu
Anfinn. Tá Zelinda seinni fór at
arbeiða í fiski, búði hon altíð hjá
Katrinu, sum var sera ættarkær.
Katrina gjørdist gott 90 ára
gomul. Hon var dóttir Johonnu
Sofíu og Tummas í Funningsfirði,
sum doyði av meslingum í 1916,
sum greitt frá í seinasta parti.
Fyrst í 1942 fór eg so aftur við
Carl, sum Niels Juel á Vollanum
førdi. Hann var so við tann túrin,
men tá gavst hann at sigla.
Vit sigldu til havnir í Íslandi at
keypa fisk uppí skipið. Viðhvørt
var neyðugt at bíða. Men tá
fiskurin var at fáa, gekk eisini
skjótt. Tað var vanliga bert eitt
samdøgur frá tí, vit byrjaðu at
fáa fisk, til skipið var fult. So
var at sigla og sum skjótast at
koma á marknaðin. Vit skuldu
halda okkum til eina bestemta
siglingarleið.
Vit vóru ikki út fyri nøkrum
beinleiðis vandastøðum, men vit
sóu minur og flogfør. Eina ferð
sleptu vit eina ballón við línu
upp. Hon skuldi vera verja móti
ágangandi flogførum. Tey skuldu
ræðast at koma ov nær fyri ikki at
fáa línuna um propellina.
Eg var í Íslandi í 1944 við Esth
er hjá teimum á Segl hús in um.
Tá slapp eg umborð á Eldoyggj
á Akureyri til silda fiskarí. Vit
trolaðu fyrst, og so fóru vit við
nót. Vit fingu nógva sild og
gjørdu eitt gott ár.
At fiska eftir kríggið
Eg fór í 1945 sum kokkur við
Føroy inginum hjá Dánjal Jákup í
Skipshandlinum við Óla Hans sum
skipara. Her var eg við til 1947.
Vit fóru á Suðurlandið at fiska
til ísfisk. Tað gekk væl, og vit
gjørdu fleiri túrar. Tað skjótasta
vit fingu uppí var hálvatriðja dag.
Óla Hans var góður skipari. Hann
kundi vera eitt sindur boysin, men
hann var góður við fólkið.
Hetta sást eisini, táið vit lógu
inni sunnudagar. Summir skiparar
vóru so grammir, at teir vildu
liggja klárir at kasta á midnátt
sunnukvøld. Men hetta kom at
gerast eitt rættuligt tørn hjá
mann ingini, tí hesa náttina fekst
eingin svøvnur.
Aðrir lótu menninar til
dømis sleppa í biograf
Sofus Gregersen:
Sjómark millum
Lorvík og Gøtu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Sofus í góðum árum
Óla Hans var eisini skipari hjá Sofusi. Her saman við konuni Oluffu,
systkinabarn Sofus
Sofus fer frá at sigla við fiskiskipi at sigla við farmaskipi. Eisini greiðir
hann frá “fiskimarkinum” millum lorvíkingar og gøtumenn