hósdagur 14. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2010
Hóast altjóða lista
heimurin metir »Blá
dýpið« hjá Tróndi
Patursson sum ein
listarligan dýrgrip, vil
Føroya Listasavn ikki
vita av verkinum, sum
nú er stongt.
– Koyr »Bládýpið«
út á keiina, har tað
hóskar betur mill um
allar hin ar bingj ur
nar, sigur leiðarin á
Listasavninum, Helgi
Fossadal
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Verkið er størsta attraktiónin
á Randers Kunstmuseum; á
Norðurbryggjuni í Keyp
mannahavn er hetta tað
fyrsta, gestirnir møta. Og í
gjár kom fyrispurningur úr
Hollandi um at lána verkið
til listarligu heims fram
sýningina í 2011. Talan er
um listaverkið »Bládýpið«
hjá Tróndi Patursson, sum
eisini er at finna uttan fyri
okkara egna tjóðarsavn,
Føroya Listasavn.
Men her heima vil leið
arin á listasavninum ikki
lova gestunum at upp liva
høgt metta listaverkið.
Tað fingu vit staðfest, tá
vit herfyri ætlaðu at vitja
»Bládýpið« uppi á Føroya
Listasavni. Hurðin inn til
verkið var stongd, og í mót
tøkuni bar heldur ikki til at
fáa útflýggjað ein lykil.
Og eftir øllum at døma
eru vit ikki tey einastu, sum
eru komin á stongdar dyr í
føroysku útgávuni av ser
merkta listaverkinum. Sam
bært listamanninum Tróndi
Patursson ringja ferðafólk,
skúlaflokkar og onnur javn
an til hansara og spyrja,
hvussu tey kunnu sleppa
inn í »Bládýpið«, tí eisini
tey hava fingið noktandi
svar, tá tey hava spurt á
Før oya Listasavni.
»Eg lati hana
ikki upp«
Og listamaðurin stendur
líka spyrjandi, sum úti
stongdu og undrandi gest
irnir.
– Eg havi latið Føroya
Listasavnið
verkið
sum
gávu og handað leiðaranum
Helga Fossadal, lyklarnar
til tað. Har fylgir eisini ein
kontrakt við, sum sigur, at
gestir
á
Listasavninum
skulu hava atgongd til verk
ið, sigur Tróndur Patursson,
sum ikki skilur, hvat gongur
fyri seg.
Sjálvur er hann eina ferð
sloppin at lána lyklarnar
aftur frá leiðaranum , tá eitt
útlendskt
listafólk,
sum
sýndi fram á Listasavninum,
ynskti at síggja verkið, men
annars ber ikki til at sleppa
framat lyklunum hjá leið
aranum.
– Eg lati hana ikki upp, er
greiða svarið, vit fáa frá
Helga Fossadal, sum eisini
vil vera við, at ongin slík
kon trakt um atgongd til
»Bládýpið« er til.
– Tað er ikki rætt. Eg
havi eitt kopi av kontraktini
og tað hevur stýrið fyri
Listasavnið eisini, sigur
Tróndur Patursson, sum er
burturstaddur í løtuni.
Kontrakt ella ikki, so
minnir Helgi Fossadal á, at
tað ikki er heilt vandaleyst
at lata fólk ganga inn og út
úr eini bingju úr glasi, og tí
kann hon ikki standa opin
uttan eftirlit. At útflýggja
gestum ein lykil, metir hann
heldur ikki vera eina brúki
liga loysn, hóast hetta er ein
skipan, sum riggar væl við
»Bládýpinum« á til dømis
Bryggjuni í Keypmanna
havn.
– Hatta er ein bingja, og
tað er ikki bara sum at siga
tað, at fáa lásið upp. Vit
hava heldur ikki pláss fyri
henni og vilja ikki hava
ábyrgdina av henni, sigur
Helgi Fossadal,
Vildi tú ynskt, at tit høvdu
pláss fyri henni?
– Eg haldi hon skuldi
verið koyrd út á keiina, har
hon hevði hóskað betri
millum aðrar bingjur, sigur
leiðarin á listasavninum,
sum ikki rættiliga vil fyri
halda seg til, at »Bládýpið«
er eitt listaverk og ikki bara
ein bingja.
Stórfingið
høvuðsverk
Tað hevur leiðarin á Rand
ers Kunstmuseum, hinvegin
eina rættiliga greiða mein
ing.
– »Bládýpið« er ikki ein
bingja, men eitt ótrúligt
lista verk og uttan iva høv
uðsverkið hjá Tróndi Pat
urssyni, sigur Finn Ter man
Frederiksen, leiðari á Rand
ers Kunstmuseum, sum eis
ini er listfrøðingur, umframt
at hann hevur skrivað eina
bók um listina hjá Trónda
Patursson.
Á listasavninum í Randers
hava tey nevniliga eisini
eina útgávu av »Blá dýp
inum« av júst sama slag,
sum tann á Føroya Lista
savni – also í skapi av eini
bingju. Har hava tey hin
vegin gjørt pláss fyri verk
inum inni á listasavninum,
tí leiðarin er ikki í iva um,
at tað er har, tað hoyrir
heima.
– Vit hava prioriterað
hetta týðandi listaverkið
sera høgt, og tað hoyrir í
all ar størsta mun heima á
einum listasavni. Tað hevur
best av at standa innandura,
og tí hava vit eisini skapað
neyðugt pláss fyri tí, sigur
leiðarin á Randers Kunst
museum og leggur afturat,
at »Bládýpið« er uttan sam
anbering størsta listarliga
attraktiónin hjá lista savn
inum í Randers.
– Eg skal ikki blanda meg
uppí, hvat tit gera í Før
oyum. Men skal eg koma
við einum góðum kollegi
alum ráði til leiðaran á
Føroya Listasavni, so er tað
at skapa pláss fyri verkinum
Fisher semingsmaður?
Tingmanningin hjá íslendska flokkinum Hreyfingin eru ímóti, at ein
semingsmaður úr einum Norðurlandi fær litið upp í hendi at royna semju í
Icesavemálinum. Tað er ikki óhugsandi, at ísloendingar fara at royna at
fáa eina aðra semju við bretar og niðurlendingar, og stjórnin eisini hevur
tosað við andstøðuna um spurningin fyri at vita, um tað ber til at fáa eina
breiða semju um, hvussu farast skal fram. Fréttablaðið skrivar, at tað
verður umhugsað at fáa ein óheftan semingsmann. Millum teirra, sum
verða nevndir, er fyrrverandi týski uttanríkisráðharrin Joschka Fischer.
Koyr »Bládýpið« út á ke
Millum Himmal og
Helviti
Soleiðis lýsir Finn Terman Frederiksen, listfrøðingur,
listaverkið »Bládýpið«, sum eisni verður nevnt
»Kosmiska rúmið«
Installatiónin »Kosmiska rúmið« setur orienterings
evni hjá teimum, sum koma inn, á eina harða roynd.
Veggirnir, sum eru upplýstir útifrá, eru glasmálningar,
meðan gólv og loft eru spegl. Upplivingin at standa í
hesum løgna glas og spegilsrúminum er bæði djúpt
hugtakandi og rættiliga órógvandi. Tú kennir, at tú ikki
heilt hevur fast undir fótum, tí gólvið speglar rúmið og
teg sjálvan í eini endaleysari røð av endurtøkum, sum
hvørva perspektiviskt í dypdini eins og í einum
botnleysum tunnli.
– Uppi yvir høvdinum er eftir øllum at døma heldur
onki loft, tí lofti er eisini ein endaleysur »tunnil« av
speglingum uppeftir. Tú eins og sveimar frítt í eini
elaevatorskakt mitt millum himmal og helviti, um eg
so má siga.
– Glasmálningarnir á síðuveggunum eru eitt marglitt
spæl av abstraktum skapum, sum verða gjøgnumlýst
útifrá og ger kensluna av at sveima í vektloysi í einum
kosmiskum rúmi enn sterkari. At ganga inni í verkinum
kennist sum nakað, ið ikki ber til, næstan sum at ganga
á vatni.
– Upplivingin er so veruleikakend, at fólk við
sterkum fobiium, verða rádd frá at fara inn í verki: Tey
risikera at uppliva tað sum eina ørandi marru!
– Eg lati ikki verkið upp, sigur Helgi Fossadal, leiðari á listasavn
inum, sum ikki heldur, at listaverkið »Bládýpið« hoyrir heima á
Listasavninum
Mynd: Jens Kristian Vang