Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Jarðskjálvti við Svalbard Norski jarðfrøðistovnurin skásetti í gjár ein jarðskjálvta á havbotninum nærhendis Svalbard. Skjálvtin var 4,6 á Richterstiganum, og miðdepilin í honum var einar 90 fjórðingar í landssynning úr Longyerbýnum, skrivar tíðindastovan NTB. Jarðfrøðingurin Tormod Kværna sigur við blaðið Svalbardposten, at tey hava ikki frætt frá fólki, sum varnaðust skjálvtan, men at fleiri mátistøðir skrásettu hann. Jarðfrøðingurin sigur, at tey seinastu árini hava fleiri jarðskjálvtar verið nærhendis Svalbard. Tann harðasti var tann 21. februar í 2008. Hann var 6,0 á Richterstiganum. Bensinleki í Nuuk Sløkkiliðið í Nuuk í Grønlandi hevði úr at gera gjáranáttina við at taka upp 13.000 litrar av bensini, sum vóru farnir við síðuna av, tá tangaskipið Purha var við bensini til oljufelagið Polaroil. Blaðið Sermitsiaq skreivar, at bensinið rann út í eina byrging, sum er við tangarnar á havnarlagnum í Nuuk. Upprunaliga varð sagt, at 6.000 litrar av bensini vóru farnir við síðuna av, men tað vísti seg, at talan var um 13.000 litrar, skrivar Sermitsiaq. Sambært blaðnum hendi óhappið av einum menniskjaligum mistaki. inni á listasavninum, sigur Finn Terman Frederiksen. Við á heimsfram­ sýning Tað hevur Helgi Fossadal hinvegin ongar ætlanir um. Hóast tekningar longu fyri­ ligga til útbygging av Før­ oya Listasavni, er onki pláss at hóma til høvuðs­ verkið hjá eitt av størstu føroysku listafólkunum. – Vit hava ongar ætlanir um at gera pláss fyri verk­ inum inni á Listasavninum ella á annan hátt knýta »Bládýpið« til listasavnið. Sum sagt, so meini eg fram­ vegis, at bingjan hóskar betri onkustaðni úti á kei­ uni, sigur Helgi Fossadal. Men hví stendur hon so har uttanfyri Listasavnið? – Tað veit eg ikki. Tað er væl tí, Tróndur Patursson brúkar túnið hjá okkum sum parkeringspláss til bingj una. Hann hevur jú ver ið runt alla møguliga staðni við hasi bingjuni, minn ir leiðarin á Lista­ savninum á. Og tað er rætt, at verkið hevur verið víða um, tí áhugin fyri »Bládýpinum« er stórur. Tá tað longu í fjør frættist, at Helgi Fossa dal vildi hava Trónd Pat urs son at koma og fjerna bingj una, fekk listamaðurin alt fyri eitt fleiri fyri spurn ingar frá listasøvnum utt anlands, sum fegin vildu hýsa verk­ inum. – Men eg vil hava, at »Blá dýpið« skal vera í Før­ oyum. Eg havi latið lista­ savninum verkið sum gávu, og tí er tað ogn hjá føroya fólkið, sigur Tróndur Pat­ urs son. So seint sum í gjár kom ein fyrispurningur úr Hollandi um at lána »Blá­ dýpið« til listarligu heims­ framsýningna, sonevndu Bienaluna í 2011. Tað hevur listamaðurin onki ímóti, men verkið er heimahoyr­ andi í Føroyum, sigur hann. »Jarðarferðin« yvir á farstøðina ... Í løtuni bendir tó alt á, at føroyingar mugu leita sær út í heim, um teir vilja sleppa at uppliva listaverkið, tí leiðarin á listasavninum fer ikki at lata tað upp. – Fólk kunnu biðja Trónd Patursson um ein lykil, um tey vilja inn, sigur Helgi Fossadal Men hann hevur jú hand­ að tær lyklarnar? – Tað kann gott vera, men so má hann skifta lásið út, sigur leiðarin á Føroya Lista savni. Spurdur, hvat hann heldur um hugskotið at koyra »Blá dýpið« út á keiina til hinar bingjurnar sigur Trónd ur Patursson – Nei, tað haldi eg ikki er rætt. Tað svarar eitt sindur til at Listasavnið skilir seg av við eitt av høvuðsverk­ unum hjá Miki nesi og til dømis koyrir »Jarðarferð­ ina« yvir á far støðina og letur onkran hanga málingin upp har. iina til hinar bingjurnar Tað ber ikki longur til at uppliva sermerkta listaverkið »Bládýpið« hjá Trónda Patursson í Føroyum. Mynd: Kjartan Madsen Kosmisk rúmkensla Soleiðis lýsir Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, listaverkið »Bládýpið« ­ Verkið »Bládýpið« hjá Tróndi Paturssyni er eitt høvuðsverk í føroyskari list. Tað er ein stórfingin uppliving at stíga inn í bláu bingjuna við inngongdina til Listasavn Føroya – ein “kosmisk rúmkensla” hevur onkur nevnt tað. Kenslan av tí endaleysa, av máttloysi og vektloysi er ørandi. Haldi ikki, at nakað listafólk megnar sum Tróndur Patursson at arbeiða við tí stórfingna. Hansara verk eru hvørki vøkur ella eiggilig, tey eru stórfingin sum nattúran er stórfingin. ­ Tá tú stígur inn í »Bládýpið« ringir listaverkið seg um tín kropp – ja tekur ræði á kroppinum. ­ Kanska gera verkini hjá Tróndi Paturssyni okkum var við ókendar síður av veruleikanum. Hann ger okkum var við okkurt, sum er eins fremmant sum alheimsins endaloysi er okkum fremmant. Eg veit ikki, men í hvussu so er tað stórfingna her, tí vit kunnu ikki stýra okkara egnu hugsanum og kenslum, tá vit standa í ella framman fyri einum av listaverkunum hjá Tróndi Paturssyni, og á tann hátt fer hansara list nærum út um alt listarligt mark. ­ »Bládýpið« er eitt tað besta dømi um, hvat Tróndur Patursson megnar sum listamaður. (Dimmalætting 15.08.2008) »Bládýpið« uttan fyri Norðurbryggjuna á kvøldi í Keypmannahavn