Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Tað er einki at taka seg aftur í, at lands­ stýriskvinnan í Almannamálum, Rósa Samuelsen, rætti­ liga hevur verið í and­ glettinum seinastu tíðina, og í morgun fekk hon so handað eitt mótmælisskriv, hvørs undirskriftir eru savnaðar á Face­ book MÓTMÆLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru tær báðar, Eyð Matras og Jóna Mortensen, sum hvør í sínum lag hava stovna bólkar á Facebook at mótmæla ætlaðu hækking­ unum av húsaleigini hjá fólkum, ið búgva á sam­ býlum. Mótmælisbólkarnir á Facebook hava ávikavist 4.000 og 2.500 limir, men tað er ikki kanna eftir, um fólk ganga aftur í báðum bólkunum. Í hvussu er telja mótmælini í minsta lagi 4.000 fólk. – Tað er sjónvarps­ sendingin, har tosað var við fólk á einum sambýli, ið heilt greitt fekk meg at reagera. Eg skivaði so eitt leswarabræv, og samstundis stovnaði eg ein bólk á Facebook fyri at vita, hvat fólk yvirhøvur hildu um hesar ætlanirnar at hækka húsaleiguna við 2000 krón­ um um mánaðin hjá fólki á sambýlum, sigur Jóna Mort­ ensen. Hon heldur, at tað er mannminkandi, at fólk, sum í hesum førinum, noyð­ ast at sita og forklára, hví tey hava brúk fyri hesum 2000 krónunum til onnur endamál. Jóna Mortensen við­ gongur, at tað kanska kann virka eitt sindur lættkeypt og oppurtunistiskt, bara at stovna ein bólk á Face­ book. – Eg skrivaði jú eisini eitt lesarabræv, men slík hava ikki so stóra ávirkan, og Facebook var jú ein upp­ lagdur møguleiki, so tað royndi eg, sigur Jóna Mortensen. Tað vísti seg so eisini, at Eyð Matras hevði stovnað ein líknandi bólk, og tær gjørdu tí av av sláa seg saman um hesi mótmælini. Altíð tey gomlu Jóna Mortensen heldur, at tað virkar sum um tað altíð skal ganga út yvir tey gomlu, tá sparast skal. – Eg haldi tað vera líka­ mikið, um hesi framvegis hava nøkur oyru eftir, tá húsaleigan er hækkað. Fyri mær tykist tað, sum tað altíð eru tey gomlu, sum skulu kanøflast, sigur Jóna Mortensen. Hon sigur seg vera ov­ farna av øllum reaktiónun­ um, sum bólkurin hevur orsakað. Tað hava 4.000 fólk sagt sína meining á bólkinum, og hetta er hent eftir bara 48 tímum, sigur Jóna Mort­ ensen. Hon sigur, at tað sjálvandi kann virka rímiligt, at spar­ ingar verða gjørdar har, tær raka minst, men hinvegin heldur hon ikki, at tað er neyðugt at finna pengarnar á eldraøkinum. – Tað er sjálvandi ikki mín uppgáva at siga, hvar sparast skal, men eg haldi, at Jóannes Eidesgaard og Rósa Samuelsen kundu funnið pengarnar okkurt annað stað, sigur Jóna Mort­ ensen. Rósa Samuelsen hevur staðið stinn við sítt í øllum meldrinum, sum hevur stað­ ist av ætlaðu sparingunum, men tað tekur ikki pippið frá Jónu Mortensen. – Eg havi faktisk rættiliga góðar vónir um, at lands­ stýriskvinnan fer at skifta meining í hesum máli, tí eg rokni við, at hon í veru­ leikanum er munandi bleyt­ ari inna í, enn tann skjøld­ urin, hon hevur brynjað seg í, sigur Jóna Mortensen. Líka ringt sum flóðaldan Jarðskjálvtin í Haiti kann hava kravt líka mong mannalív sum flóðaldan í Suðurasia í 2004. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton. Hetta kann vera ein tann ringasta náttúruvanlukkan, sum vit hava sæð tey seinnu árini, segði Hillary Clinton í morgun. Hon hevur verið á ferð í Asia, men hevur gjørt av at fara bróta ferðina av og at fara aftur til Washington. Flóðaldan í Suðurasia á jólum í 2004 kravdi umleirð 230.000 mannalív. Forsætisráðharrin í Haiti, Jean­Max Bellerive, segði við CNN í gjárkvøldið, at jarðskjálvtin hevur helst kravt nógv meiri enn 100.000 mannalív. Men óheftar keldur siga, at talið kann vera fleiri ferðir størri. Mótmælini streyma inn Fjølmiðlarnir vóru til staðar í morgun, tá Eyð Matras og Jóna Mortensen handaðu Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, fleiri túsund undirskriftir, savnaðar á Facebook Mynd: Álvur Haraldsen Tað sigur Rósa Samuelsen eftir at Eyð Matras og Jóna Mortensen hava handað henni túsundtals undir­ skriftir av Facebook MÓTMÆLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Rósa Samuelsen hevur fing­ ið nógv ótelgd orð oman yvir seg, síðani tað kom fram, at hon ætlaði at hækka húsaleiguna hjá búfólkum á sambýlum. Og í morgun tók hon so ímóti einum ódefineraðum tali av undir­ skriftum, sum Jóna Morten­ sen og Eyð Matras hava savnað hvør í sínum lag á Facebook. Rósa Samuelsen sigur, at allir partar eru hoyrdir í mál­ inum, og at hoyringsfreistin er úti í dag. ­ Øll hoyringsskriv verða tikin við í endaligu avgerð­ ina, og tað er eisini galdandi fyri hetta mótmælisskrivi, sigur Rósa Samuelsen. Men eitt er at skrivið verður tikið við í viðgerðina, nakað heilt annað er, um mótmælið fær nakra ávirkan á avgerðina. ­ Nei, tað kann eg einki siga um, bara, at tað verður tikið við í viðgerðina, sigur Rósa Samuelsen. Kaj Leo Johannesen hev­ ur meldað út, at ongar spar­ ingar verða framdar á almannaøkinum, fyrr enn málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og tað vátt­ ar Rósa Samuelsen eisini. Ikki bert ágang Almannamálaráðið hevur nú mett, at boðskapurin í fjølmiðlunum hevur so nógva slagsíðu, at ráðið hev­ ur kent seg noytt at senda út eitt tíðindaskriv, har grund­ gjørt verður nærri fyri, hví júst hendan loysnin við at hækka húsaleiguna á sam­ býlum tykist hon besta. ­ Tú kanst siga, at vit hava ikki verið nóg góð at bera okkara boðskap út, men eg kenni eisini, at eg ikki rættiliga havi fingið høvi til hetta í fjølmiðlunum, sigur Rósa Samuelsen. Hon sigur, at hennara royndir eru, at fólk á sam­ býlum yvirhøvur eru rætti­ liga væl fyri, og í fleiri førum einki hava ímóti at gjalda eitt sindur meiri fyri ta tænastu, tey fáa. Og heilt einsamøll stendur Rósa Samuelsen heldur ikki, tí formaðurin í landsfelagnum hjá pensjón­ istum hevur verið frammi í miðlunum og sagt, at tað einki órímiligt er í at búfólk á smbýlum gjalda eina hægri húsaleigu. Hetta líkastillar fólk á bústovnum við fólk á røktarheimum. ­ Sjálvandi er tað hugaligt at fáa stuðul frá formannin­ um fyri landsfelagnum hjá pensjónistum. Tað er veru­ liga gjørdur ein innsatsur fyri at finna sparingarnar aðra­ staðni, men tað hevur stutt sagt ikki verið møguligt. Og eg meti framvegis hesa verða ta bestu loysnina, skulu vit sleppa undan at skerja tæn­ asturnar til tey eldru, sigur Rósa Samuelsen. Øll hava rætt at siga sína meining