hósdagur 14. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2010
Eftir at teir tríggir
dampketlarnir á
Havsbrún nú hava
verið til høvuðssýn
og eru trýstroyndir,
er virkið klárt at
taka ímóti fiski aftur.
Tveir írskir trolarar
verða teir fyrstu, sum
landa í Fuglafirði í
annaðkvøld
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað verða írsku systurskip
ini, Father McKee og Bren
delen, sum verða tey fyrstu
at landa til Havsbrún, eftir
at virkið hevur verið stongt
fyri móttøku í einar tríggjar
vikur.
Hesi skip eru ikki ókend
á Fuglafirði, tí samanlagt
landaðu tey nógv tær størstu
nøgdirnar til virkið í farna
ári.
Høvuðssýn
Orsøkin til, at Havsbrún
hevur verið stongt fyri
móttøku síðan fyri jól, er, at
teir tríggir dampketlarnir á
virkinum hava verið til
høvuðssýn.
Ketlarnir vórðu sløktir
nakrar dagar fyri jólahalg
una, og tá teir síðan vóru
kólnaðir, varð millum jól og
nýggjárs farið undir at kanna
teir. Teir vórðu trýstroyndir
aftur í gjár, og sum eg havi
skilt, gekk hetta sum ætlað.
Meðan virkið kortini hevur
ligið stilt, hava vit eisini gjørt
aðrar ábøtur, nú vit høvdu
høvi til tess. Men nú eru vit
so klárir at taka ímóti fiski
aftur, sigur Hartvig Joensen.
Fyrst í hesum árinum
landaðu føroysku svart
kjaftaskipini, Fagraberg og
Finnur Fríði, hvør sína last í
Íslandi, og á Havsbrún
rokna tey við, at hevði
virkið í Fuglafirði ikki ligið
stilt júst tá, hevði lastin hjá
í hvussu er øðrum skipinum
verið endað í Fuglafirði.
So, hetta var eitt sindur
óheppið.
Trúgvir írar
Hartvig Joensen sigur, at
írsku skipini koma í annað
kvøld við umleið 12001300
tonsum í part, og eins og á
fleiri túrum í fjør og fyrraári
er talan um havgølt.
Skipini plaga at fylgjast,
og tey partrola eisini ávísar
tíðir av árinum, sigur hann.
Tað kann ikki annað sig
ast um írarnar enn, at teir
hava verið rættiliga trúgvir
veitarar av ráfiski til Havs
brún í langa tíð.
Hartvig sigur, at av eini
samlaðari ráfiskanøgd hjá
Havsbrún í fjør upp á
120.000
tons,
landaðu
Father McKee og Brendelen
stívliga 30.000 tons. Av
hesum vóru 2.200 tons sild
og restin havgøltur.
Føroyska skipið, sum
var við størstu nøgdunum,
var Fagraberg, sum í farna
ári landaði stívliga 17.700
tons til virkið. Beint fyri árs
lok fór annað av írsku skip
unum upp um nøgdina hjá
Fagrabergi
og
gjørdist
soleiðis okkara størsti veit
ari í 2009.
Hann leggur tó aftrat, at
meðan meginparturin av
veiðini hjá írsku skipunum
er havgøltur, var høvuðs
nøgdin hjá Fagrabergi svart
kjaftur, sum hevur eitt størri
nýtsluvirði.
Vánalig útlit
Útlitini hjá Havsbrún í ár at
fáa nóg mikið av ráfiski til
sína framleiðslu eru ikki góð.
Tey bestu árini til nøgd
keypti Havsbrún fleiri enn
300.000 tons, men í farna
ári vórðu fleiri enn 70% av
pelagisku veiðini hjá før
oyskum
skipum
landað
uttanlands.
Av teimum 120.000 tons
unum, vit keyptu í fjør, vóru
stívliga 30.000 tons havgølt
ur, sigur Hartvig Joensen.
Hann vísir á, at virkið
roynir at útvega sær rávøru
til sína framleiðslu – eisini
úr londunum uttanum okk
um, men hetta er ikki bara
lætt, tí eitt nú handilsforð
ingar liggja í vegin.
Vit kunnu heldur ikki
vænta okkum tær stóru nøgd
irnar av svartkjafti í ár, nú
kvotan er so lítil, og spurn
ingurin er so, hvussu vit
tryggja okkum rávøruna
sum er neyðug í okkara fram
leiðslu. Vit arbeiða við
ymiskum møguleikum, legg
ur Hartvig Joensen aftrat.
Havsbrún er
til reiðar at
keypa fisk
Eftir at dampketlarnir hava verið til høvuðssýn, og ymiskar ábøtur eru framdar, nú virksemið kortini lá stilt, er Havsbrún í
Fuglafirði klárt at taka ímóti fiski aftur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Dýrt kríggj
Í USA hevur Barack Obama, forseti, biðið Kongressina
játta 33 milliardir dollarar til amerikonsku krígsførsluna í
Afghanistan. Tað siga keldur í verjumálaráðnum Pentagon
við tíðindastobuna Reuters. Keldurnar siga, at pengarnir
koma oman á tað, sum Kongressin longu hevur játtað til
endamálið. Keldurnar í Pentagon siga, at talan er um eina
eykajáttan. Pengarnir skulu sostatt ikki fíggja avgerðina hjá
Obama at senda 30.000 hermenn afturat til Afghanistan,
men eru ætlaðir til aðrar útreiðslur. Hvítu Húsini vilja ikki
gera viðmerkingar til tíðindini úr Pentagon.
Hartvig Joensen á
Havsbrún sigur, at
tað eru tveir keyparar
til smáa fiskaslagið
havgølt. Annar er
Havsbrún; hin er í
Skagen
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Havgøltur er smáur fiskur.
Er slagið gott, liggur stødd
in millum 10 og 13 senti
metrar, men er fiskurin smá
ur, er longdin einar 56
sentimetrar. Fiskurin minnir
um kongafisk í skræðuni;
hann er nakað hvassur, og tí
er hann eisini ringur at fáa
upp úr skipinum. Neyðugt
er at brúka nógv vatn, tá
havgøltur verður landaður.
Hartvig Joensen á Havs
brún sigur, at tá írsku skip
ini hava havgølt á Havsbrún,
hevur hetta verið rein veiða
við ongari íblanding.
Nú svartkjaftakvotan hjá
føroysku nótaskipunum er
so nógv skerd, er ráfiska
grundarlagið undir Havs
brún eisini viknað.
Vit kunnu siga, at neyð
lærir nakna kvinnu at spinna,
og tað er betri at gera hesar
royndir enn einki at gera.
Sjálvandi eru vit spentir eftir
at vita, hvussu langt vit
kunnu røkka við hesum
fiskaslagi, sigur hann.
Hartvig Joensen vísir á, at
enn er langt á mál við hav
gølti og framleiðslu úr hesum
fiskaslagi, men teir hava havt
keyparar í eitt nú Týsklandi
til sína framleiðslu.
Vit royna alla tíðina at
gera vøruna betri, og í hes
um liggur eitt nú at fáa salt
ið úr fiskinum og proteinið,
sigur hann.
Hartvig Joensen vísir á, at
í løtuni eru bert tveir veru
ligir keyparar til havgølt.
Vit eru annar, og hin er í
Skagen. Í Killysbegs í
Írlandi hava teir eisini keypt
eitt sindur, sigur hann.
Havsbrún
hevur
gjørt
royndir at virka havgølt til
mjøl og partvís til lýsi, tí
okkurt tíðarskeið er fiskurin
hampiliga feitur og ber nok
so fitt av lýsi.
Tað eru tveir keyparar til havgølt