Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Tað er ongin fram­ drift í samráðing­ unum um ognirnar hjá sjúkrakassunum, men tær eru ikki slitnaðar SjúkrakaSSin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er framvegis ongin framdrift í samráðingunum ímillum Aksel V. Johanne­ sen, landsstýrismann í heilsumálum og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um, hvat skal verða av ognunum hjá sjúkrakassunum í kjalar­ vørrinum á, at vit nú hava fingið eina almenna heilsu­ trygd. Talan er um einar 40 milli­ ónir, sum sjúkrakassarnir eiga. Sjúkrakassarnir vilja varðveita ognirnar, ella í minsta lagi ein stóran part av teimum, til eina sjálv­ bodna heilsutrygging, sum skal vera eitt ískoyti til almennu heilsutrygdina. Hinvegin vil landsstýris­ maðurin, at peningurin skal fylgja við yvir í heilsutrygd­ ina og brúkast til gransking og onnur almannagagnlig endamál. Partarnir hava staðið langt frá hvørju øðrum og tað gera teir framvegis. Ætlanin var, at sjúkrakass­ arnir skuldu umsita heilsu­ trygdina í eini skiftistíð. Men har settu teir stutt fyri jól sum treyt, at ein loysn verður funnin á ognunum fyrst. Og tann loysnin skuldi vera, at sjúkrakassarnir varð­ veittu helmingin av ognunum. Tað vildi landsstýrismað­ urin ikki góðtaka og gjørdi ístaðin avtalu við starvs­ fólkið á sjúkrakassanum í Klaksvík um at umsita heilsutrygdina fyri fyrst. Og har standa partarnir so og hvørgin vil víkja. Hans Pauli Højgaard, nætformaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, sigur, at lítil og ongin framdrift er í samráðingunum, men hann vil ikki siga, at tær eru slitnaðar. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hevði fund í fyrra­ dagin at umrøða støðuna. Eftir tann fundin skrivaðu við heilsumálaráðnum bræv, har vit staðfestu, at vit eru sinnað at halda fram við samráðingunum, so nú bíða vit eftir svarið úr heilsu­ málaráðnum, sigur Hans Pauli Højgaard. Men sjúkrakassarnir eru framvegis avgjørdir um, at teir vilja ikki lata ognirnar av hondum uttan víðari. Ognirnar hjá sjúkrakasanum enn í leysari luft Eftir at driftin hev­ ur ligið still í eitt heilt ár, verður nú aftur farið undir kola­ grevstur í Hvalba og eftirspurningurin er stórur kolagrevStur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Um nakrar vikur fara teir aftur at høgga kol í Hvalba. Tað eru tíðindi, sum mong hava bíðað eftir, tí eftirspurningurin eftir koli er stórur. Men nú er tað eisini eitt ár síðani, at tann seinasti kolamolin varð høgdur í Hvalba og síðani hevur onki kol verið at fáa. Og nú teir aftur fara at høgga kol, verður tað í eini nýggjari minu undir Prest­ fjalli, sigur Poul Laust Christiansen, stjóri í Roynds Kolasølu. Tað hevur leingi verið greitt, at dagarnir fyri kola­ grevstri í gomlu minunum undir Hvalbiarfjalli, vóru taldir, tí har var so lítið kol at fáa, at tað var meiri møði enn føði. Tí fóru tey fyri einum fimm, seks árum síðani at kanna møguleikarnar fyri at gera eina nýggja minu og eft­ ir jarðfrøðiligar kanningar hevur tað víst seg, at tað er heilt fitt av koli í Prestfjalli. Gingið strilti Síðani hava teir arbeitt við at fáa einu minu har, men tað hevur gingið strilti. Eitt er, at eitt sindur av vegi skuldi gerast. Verri hevur verið, at tað hevur gingið illa at fáa inn­ takið til nýggju minuna, tí tað hevur riðið í aftur so hvørt, teir hava grivið. Men nú hava teir so fing­ ið ein portal úr stáli lagaliga til keyps frá Landsverki fyri 40.000 krónur og í gjár kom fyrri parturin av honu suður til Hvalbiar. Portalurin er í fýra pørtum upp á tríggjar metrar hvør og hin helvtin kemur suður fyrsta dagin. Um eina viku verður so farið at grava fyri inntak­ inum. Tað er nakað nógv at grava, tí tað eru eini 4000 kubikk, sum skulu gravast burtur. Men um nakrar vik­ ur verður klárt at seta porta­ lin so settur upp. Poul Laust Christiansen væntar, at sostatt skuldi sjálv­ ur kolagrevsturin kunna byrja um einar tveir mánaðir. Hann leggur afturat, at í nýggju minuni er kolalindin einar fýra ella fimm ferðir tjúkkari enn í teirri gomlu minuni, so tað verður ein heilt onnur og meiri lønandi drift. Langur bíðilisti Hinvegin verður eisini umhugsað at fara yvir aftur í gomlu minuna at taka eitt sindur fyri at lætta tað ring­ asta trýstið á eftirspurning­ inum, til grevsturin úr nýggju minuni er byrjaður. Og eftirspurningurin er stórur. Stjórin í Roynds Kolasølu sigur, at bíðilistin er langur og dag og dagliga verður ringt úr øllum landinum eftir koli. Enn eru tað nøkur hús í landinum, sum bara hava kol at líta á Hann sigur, at nú kol verð­ ur aftur at fáa, verður fyrst og fremst hugsað um tey, tí tað eru nevniliga framvegis nøkur húski í landinum. Annars verður roynt at javna sum frægast, so at so nógv sum gjørligt, fáa eitt sindur og so verða bílegg­ ingarnar avgreiddar heilt, tá ið rættilig ferð er komin á nýggju minuna. Ferðafólkavinarlig Kolaminurnar í Hvalba hava í nógv ár verið væl umtókt ferðamál og ætlanin er at gera hesa nýggju minuna meiri ferðafólkavinarliga. Eitt nú er ætlanin at fáa streym og elektriskt ljós í minuna. Men tað, teir eru mest spent upp á, er, at ætlanin er at grava minuna tvørtur ígjøgnum fjallið og útaftur í berginum vestanfyri, tað er í Skorðunum, teir kalla. ­ Tað verður uttan iva nak­ að, vit kunnu brúka í ferða­ vinnuhøpi, sigur Poul Laust Christiansen. Akkurát, hvussu tey skulu skipa hetta ferðamálið, hava tey ikki gjørt sær greitt. Men fáa tey eitt hol mitt í bergin­ um, ivast tey ikki í, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr tí í ferðavinnuhøpi, tí útsýnið haðani er rættiliga stórfingið. Sleppa aftur at verma seg við koli úr Hvalba Í gjár kom fyrra helvtin av portalinum til nýggju kolaminuna í Hvalba á staðið við lastbili og um einar tveir mánaðir fer aftur at bera til at keypa kol úr Hvalba. Men tey ætla eisini at gera nógv burtur úr at brúka kolaminuna í ferðavinnuhøpi Sakna tveir danir Danska uttanríkisráðið hevur havt samband við níggju av teimum ellivu donsku ríkisborgarunum, sum vóru í Haiti, tá jarðskjálvtin var. Teir hava tað eftir umstøðunum gott, men siga, at alt er í einum ruðuleika. Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið sigur, at tey royna framvegis at fáa fatur á teimum báðum seinastu ríkisborgarunum, men at allar royndir hava verið til fánýtis higartil. Teir níggju danirnir, sum eru funnir, kundu sleppa úr Haiti við flogfari í gjár, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa útferðarloyvi, áðrenn flogfarið fór. Norska uttanríkisráðið sigur, at ein norskur ríkisborgari er saknaður í haiti. Úr Parlamentinum Iris Robinson, kona fráfarna norðurírska fyrstaráðharran, Peter Robinson, hevur nú formliga sagt frá sær sætið í bretska Parlamentinum, sum hon hevur havt tey seinastu átta árini. Seinasta vikuskiftið bleiv hon koyrd úr flokki sínum í Norðurírlandi, samstundis sum hon bleiv biðin um at siga sessirnar í Parlamentinum og norðurírska tinginum frá sær. Iris Robinson hevur viðgingið, at hon hevði kyns­ ligt samband við ein 19 ára gamlan mann, og at hon útveg­ aði honum pengar, so hann kundi keypa eina matstovu. Gølan hevði við sær, at maður hennara, Peter Robinson, er farin úr embætinum sum fyrstiráðharri fyribils.