Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Av teimum 32.000 tonsunum, sum uppisjóvarskipið Finnur Fríði fiskaði í fjør, avreiddi skipið 123 tons í Føroyum. Vit leggja okkum eftir at fáa sum mest fyri fiskin, sigur reiðaríið í Gøtu Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Av teimum 165.000 tons­ un um, sum tey føroysku uppi sjóvarskipini avreiddu í 2009, vórðu næstan 115.000 tons avreidd í øðr­ um londum. Nakað bleiv lagt upp í Kollafirði, og Havsbrún í Fuglafirði fekk knappliga 47.000 tons av svartkjafti og sild frá teim­ um føroysku skipunum. Tað var sera misjavnt, hvussu stóran part av sínari veiði tey føroysku skipini avreiddu í Føroyum. Á talv­ uni sæst, at Fagraberg var tað skipið, sum avreiddi mest til Havsbrún, knapp­ liga 17.000 tons. Hinvegin var Finnur Fríði sjáldsamur gestur á Fuglafirði í 2009. Skipið avreiddi allan svart­ kjaftin og alla sildina, góð 28.000 tons, uttanlands. Tann eina túrin høvdu teir 123 tons av lakssild, sum teir avreiddu til Havsbrún. Til matna Sambært reiðarínum hjá Finni Fríða hevði tað sína einføldu frágreiðing, at skipið landaði fiskin uttan­ lands í fjør. Sagt verður, at nú kvoturnar eru av mark­ aðar, er umráðandi at fáa sum mest fyri fiskin, og tí løgdu skipini hjá reiðarínum í Gøtu seg eftir at avreiða sum mest til matna, tí tað gevur betri prís. Og tað sæst aftur á av ­ reiðingarvirðinum. Finnur Fríði avreiddi 6.000 tons av svartkjafti í Peterhead og Lerwick í fjør. At kalla alt fór til matna, og fyri tann fiskin fekk skipið 1,40 krónu í meðal fyri kilo. – Høvdu vit avreitt fiskin til ídnað, hevði prísurin ligið um 90 oyru, og so hevði skipið fingið einar tríggjar milliónir krónur minni fyri svartkjaftin, sig­ ur Tórheðin Jensen á skriv­ stovuni hjá P/F Varðanum. Myndin við sildini er tann sama, sigur hann. Finn ur Fríði hevði loyvi at fiska 16.000 tons av sild í fjør. Alt bleiv avreitt til matna. Teir vóru hepnir at fáa rættiliga stóra sild nakrar túrar, og meðal prís­ urin, sum skipið fekk, var 2,88 krónur fyri kilo. Var sildin farin til ídnað, hevði prísurin verið 1,95 krónur. – Sostatt hevði Finnur fríði fingið millum 14 og 15 milliónir krónur minni fyri sildina, um skipið hevði avreitt hana til ídnað. Tað snýr seg um økonomi, sigur Tórheðin Jensen. Ikki nøktandi umstøður Hann leggur afturat, at vóru umsøðurnar í Føroyum búnar til at taka ímóti fisk­ inum, soleiðis at sum mest fekst burturúr, høvdu skip­ ini sjálvandi avreitt í Før­ oyum. Men tað letur seg ikki gera, sum er. Tórheðin Jensen sigur, at sjálvandi kunnu skipini av ­ reiða til virkið í Kollafirði, men umstøðurnar har eru als ikki nøktandi, sigur hann. Eitt nú er frystiorkan alt ov lítil, og tí tekur tað alt ov langa tíð at fáa fiskin úr skipinum. Tá Finnur Fríði avreiddi sild til matna í Skagen fyrr í vikuni, tók tað tveir dagar at fáa 1.900 tons úr skipinum. Í Føroyum hevði tað tikið nógv longri tíð, og tíð er sum kunnugt pengar, sigur Tórheðin Jensen. Men kanska verður tað ikki bara ein spurningur um pengar, sigur hann. – Tað kann eisini blíva ein spurningur um moral. Í ES eru kreftir, sum krevja, at sild og makrelur skulu brúkast til mannaføði, og tí kann tann dagur koma, at vit fáa forboð fyri at landa fiskin til ídnað. Tað er ein spurningur um økonomi Pávin hitti Súsonnu Benedikt pávi 16. hitti í gjár kvinnuna, sum legði á hann og rendi hann um koll á messuni í Pæturskirkjuni jólanátt. Tann 25 ára gamla Susanna Maiolo hevði familjuna við sær, tá hon var og virtjaði pávan í gjár. Kvinnan hevur sálarligar trupulleikar, og ein talsmaður fyri Vatikanið sigur, at pávin gav henni fyrigeving fyri tað, sum hon hevði gjørt, og bat hann ynskti henni góðan bata. Beint undan messuni jólanátt leyp kvinnan inn um trygdargirðingina og beint á pávan, sum datt. Hann fekk tó ikki mein av tilburðinum og var skjótur aftur á føtur. Drepa muslimar Fyri trimum árum síðani seg'i næstovastin í al­Qaeda, Ayman al­Zawahiri, at felagsskapurin hevði ongantíð dripið ósekar muslimar. Skuldi tað kortini hent, so er tað av misgáum, segði hann. Men ein amerikonsk kanning vísir, at nógv tey flestu, sum lótu lív í álopum hjá al­Qaeda í árunum frá 2004 til 2008, vóru muslimar. Av teimum 3.010, sum lótu lív í álopum hjá al­Qaeda, vóru bara 15 prosent vesturlendingar. Nógv tey flestu, sum doyðu, vóru muslimar, og tað er sambært kanningini orsøkin til, at nógv í tí muslimska partinum av heiminum venda hugsjónunum hjá al­Qaeda bakið, skrivar AP. Bátur Lakssild Sild/Avskurð Sild Sild/SVK Svk Fagraberg * 2908948 4413777 10448401 Næraberg 7654843 Norðborg ** 4135011 1937022 Jupiter 2384954 2698425 Høgaberg 4180596 Tróndur í Gøtu 3816836 Saksaberg 657828 Finnur Fríði 123265 * = Fagraberg hevur afturat landa uml. 890 tons í kollafirði uppundir ársenda 2009 ** = Norðborg hevur sjálvsagt lagt nakað av frystum upp í Føroyum sum ikki er við her. 0 2.000 4.000 6.000 8.000 10.000 12.000 14.000 16.000 18.000 20.000 Svk Sild/SVK Sild Sild/Avskurð Lakssild Uppisjóvarfiskur landaður til Havsbrún í 2009 Finnur Fríði og hini uppisjóvarskipini í Gøtu løgdu seg eftir at avreiða fiskin til matna, og tað sást aftur í avreiðingarvirðinum Mynd: Vinnan