Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2010 15 At øll, sum búgva á eldra­ sambýlum, nú skulu gjalda 2000 kr., er eitt ógvisligt stig at taka, upphæddin átti ikki at verið so stór. At gjalda fyri heimahjálp eftir inntøku, er meira rímiligt. Nógv av teimum, sum eru á sambýlum, hava tørv fyri nógvari røkt, slík sam­ býlir eru at meta sum smá røktarheim, so tað krevur arbeiðsmegi, sum sam býl­ ini ikki hava, og tí má heimahjálpin taka sær av teimum. Til part 2) og 3) hava vit hesar viðmerkingar: Allar kanningar millum eldri og hjá almennum myndugleikum vísa, at fólk ynskja at búgva í egnum heimi longst møguligt. Fyri at ganga hesum ynski á møti, er neyðugt at veita eina so dygga heimahjálp sum møguligt til teirra, sum hava tørv fyri tí, með­ an tey enn búgva heima, uttan at tað kemur at kosta teimum ov nógv. Tí tey, sum eru ringast fyri fíggjar liga, og bert hava lága inntøku afturat pen­ sjón ini, hava ikki meira enn tað, sum krevst til lív­ sins uppihald og vanligar útreiðslur. Tí halda vit, at tað er skeivt at áleggja størri gjald fyri heimahjálp hjá heima­búgvandi. Um 3 % verða løgd afturat núver­ andi tímasatsum, er einki at siga til, men at leggja 15 kr. afturat um tíman og at lækka inntøkumørkini soleiðis sum uppskotið mælir til, vilja vit staðiliga mótmæla, tí úrslitið kann lættliga gerast, at fólk kenna seg trýst til at flyta úr egnum heimi og søkja pláss á stovni av fíggjar­ ligum ávum. Okkara ráð eru tí, at tað almenna eigur at styrkja munandi um heimahjálpina hjá teimum heimabúgv­ andi, og ikki leggja størri gjøld á fyri heimahjálp enn gjørt verður longu nú. Viðmerkingar annars: Vit siga okkum vera partur av norðurlendsku væl­ ferðar samfeløgunum og eru í ríkisfelags­skapi við Danmark, ið ikki tekur gjald frá pensjónistum, sum fáa varandi heima­ hjálp. Tí tykist tað okkum løgið, at tað frá almennari síðu skulu gerast so stór inntriv í skipanini um heimahjálp, og aðrastaðni á eldraøkinum, sum fer at raka teir pensjónistar meinast, sum fíggjarliga eru ringast fyri. Tað er skeiv og vandamikil gongd, um vit flyta okkum frá einum samhaldsføstum vælferðarsamfelag til eitt liberalt vælferðarsamfelag, har bert tey vælbjargaðu klára seg væl, meðan tey minnu mentu ikki hava ráð til teir ágóðar, sum okkara samfelag hevur at bjóða. Tað er nógv fyri at vit nú skulu hoyra upp á Høgna Hoydal, Jógvan Arge og onnur Tjóðveldis fólk, har ið tey leggja eftir Sam­ bandsflokkinum og serliga Rósu Samuelsen, tí at hon roynir at spara nakrar krónur fyri at minka um undirskotið á fíggjarlógini. Hví er tað nú, at Rósa verður noydd til at spara har, ið sparast kann?? Jú tað er bara ein grund til tað, og tað er Tjóðveldi. Teir hava tveitt hundraðtals miljónir vekk um árið tey seinasu 10 árini, við at lækka og fastfrysta blokk­ in, og nú standa teir og lippast í fjølmilðinum og geva Sambandsflokkinum skuldina fyri at tað mangla pengar í. Høgni Hoydal sigur, at blokkstuðulin hevði verið 1,4 milliard um árið, um hann ikki hevði verið skorin og fastfrystur. Hetta er 800 miljónir meira enn verandi blokkstuðul. Við øðrum orðum, so kann man takka Tjóð veld­ inum fyri, at undirskotið er 800 miljónir og at fleiri pengar nú verða tiknir frá teimum gomlu. Stúran fyri morgindegnum ABC inntrivini í gerandisdagin hjá pensjonistunum halda fram og versna. Pensjonistarnir eru og verða tey, sum skulu revsast fyri ovurnýtsluna. Hetta fáa enn einaferð staðfest í kunngerðunum sum eru til hoyringar við ovurstuttari frest. Inntriv til í dag Lat meg stutt nevna tær broytingarnar, sum eru framdar undir sitandi ABC­samgongu: • Møguleikin hjá pensjonistum at fáa stuðul til vitaminir og kostískoyti er tikin burtur • Egingjaldið til heiligvág er hækkað • Stuðul til heiligvág er skerdur • Fólk millum 67 og 70 ár sum fáa fólkapensjón, missa rættin til sjúkradagpening • Gjaldið fyri uppihald á stovni er økt úr 10% upp 30 %, av inntøkuni fólk hava inntøku umframt pensjón. • Stuðul til dagtilhald til eldri er tikin burtur • Hækking av pensjónum fór úr 4% niður 3 % • Pensjonistar skulu framhaldandi rinda til Heilsutrygd • ...Umframt kunngerðirnar sum í løtuni eru til hoyringar um at pensjonistar sjálvir skulu rinda fyri heimahjálp. Hjá teimum sum bert fá pensjón og samhaldsfasta merkir tað eina eyka útreiðslu sum er 2000 kr mánaðarliga – ella ein hækking upp á 57 %. Eru eingi mørk? Eisini má eg nevna, at fleiri av uppskotunum ongantíð hava verið til hoyringar. Gildiskomurnar hava í fleiri førum verið fáar dagar eftir, at uppskotini eru samtykt av samgonguni. Kunngerðirnar sum kjakast verður um í løtuni koma í gildi góðar tvær vikur eftir hoyringsfreistina. Synd at siga, pensjonistarnir á nakran hátt kunnu tillaga seg avleiðingarnar av nýggju kunngerðiunum! Pensjón til tey sum onga fáa Í dag fáa tey á bústovnum onga pensjón, tey fáa lumma pening ístaðin. Sera óvirðiligt heldur tjóðveldi. Talan er um fólk á ellis –og røktarheimum, Vistar­ heiminum, búfólk á psykiatriska deplinum og eisini fólk á bústovnum fyri fólk við menningartarni. Tjóð­ veldi vil gera sítt til – ikki minst í arbeiðsbólkinum um pensjónsnýskipanina ­ at eisini hesi fáa pensjón í fram­ tíðini. Pensjónsbólkurin Tjóðveldi hevur áður markerað, at trupult er at vera í einum arbeiðsbólki við samgonguna um pensjóns­ nýskipan, tá samgongan ferð eftir ferð kemur við uppskotum, sum hava ávirkan á tilveruna hjá pensjonistum. Kortini er greitt, at var tjóðveldi ikki í arbeiðs­ bólkinum so hevði samgongan borið fyribils arbeiðs­ pappírini hja arbeiðsbólkinum um nýggju pensjóns­ skipanina niðan í tingið longu fyri jól. Fyri tjóðveldi er m.a. alneyðugt, at pensjóns nýskip­ anin verður framd í samráð við partarnar á arbeiðs­ marknaðinum, um ein verulig nýskipan skal gerast veruleiki og verða væleydnað. Tí setti tjóðveldi hart móti hørðum, og úrslitið gjørdist, at samráðingarnar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum halda fram. Stúran fyri morgindegnum? Samgongan ræðir við framdu og áhaldandi átøkum sínum verandi og komandi pensjonistar. Hetta er skelkandi viðferð. Hví skulu pensionistar okkara ikki gleða seg til morgindagin? Í verandi løtu tykist tað ikki at nerva samgonguna at pensjonistarnir bæði stúra og kenna seg ótryggar. Skal STÚRAN FYRI MORGIN­ DEGNUM gerast stutta orðingin fyri seinna ABC­ tíðarskeiðið? Alzheimerfelagið hevur við áhuga fylgt við í kjak­ inum og viðgerðini av mál­ inum viðv. bygging av ellis­ og røktarheimum, ið skulu byggjast kring landið í komandi tíð. Vit fara við hesum skrivi so staðiliga at heita á tykk­ um, ið taka avgerð ir nar, tá ið byggjast skal at taka hædd fyri, at fleiri av teim­ um fólkum, ið skulu búgva í hesum heimum, eru minnis veik ella bera minnis brek. Tað vísir seg nevniliga, bæði her heima hjá okkum og aðra staðni, at tikið verður ikki atlit til fólk við demenssjúkum viðv. innrætting av hesum bústøðum. Avleiðingin er, at tey gomlu verða verri fyri, og lívsgóðskan versn­ ar tilsvarandi. Fólk við demenssjúkum hava trupulleika at tulka, kenna aftur og at orientera seg. Tey gerast ótrygg og bangin, tá tey ikki skilja tað, tey síggja. Tað er tí av alstórum týdningi, at heim­ ið er innrættað einfalt soleiðis, at tey skjótt kenna seg aftur og ikki villast. Øll fólk mugu hava rætt til fríska luft ­ hvønn dag ­ eisini tey, ið búgva á ellis­ og røktarheimum og øðr­ um bústovnum, men veru­ leikin er tíanverri tann, at starvsfólkið í nógvum førum ikki hevur stundir at fara út við teimum, ið ikki eru før fyri tí sjálv. Ein gongutúrur í frískari luft og rørsla økir um lívs­ góðskuna og kann fyri­ byrgja sjúku; tí má eisini havast í huga at gera øki uttan um húsini soleiðis, at húsfólkið kann fara útum ekkaleyst. Ein partur av loysnini kann vera at gera sokall­ aðar sansiurtagarðar, sum m.a. verða lýstir í bókini ”Tänkvärda trädgårdar” frá 2005 eftir Pia Schmidt­ bauer, Patrik Grahn, Mats Lieberg, ISBN 91­540­5940­2. Ein annar týðandi spurn­ ingur er, at tey, ið skulu virka á einum tílíkum heimi, hava tann neyðuga og hóskandi førleikan til hesa krevjandi uppgávuna. Eitt av endamálunum hjá Alzheimerfelagnum er at upplýsa og samstarva við lands­ og kommunal­ politikarar, aðrar myndug­ leikar og feløg. Hetta hava vit, síðan felagið varð stovnað fyri skjótt níggju árum síðan, gjørt í ávísan mun. Vón okkara er, at henda áheitan verður tikin til eftirtektar. Vit eru eisini fús at koma til fundar um málið og/ella at skipa fyri kunning um demens. Kai Vágfjall skjýtur í les­ ara brævi upp, at føroyingar geva dønum 600 miljónir – men hví geva dønum pengar, í staðin fyri føroy­ ingum, og sita eftir við fullveldi og ongum peng­ um, havi eg hug at spyrja? Heldur áttu vit at býtt hasar 600 miljónirnar sundur millum føroyingar. Eg kundi til dømis fingið 10. So hevði eg keypt mær eitt hús, og eg og konan havt góðar umstøður at fingið okkum nøkur børn í og uppdrigið tey til at blivið rættar føroyingar, rithøvundar og heimspek­ ingar – hækkað eitt sindur um fólkatalið. Ikki so galið, men vissi tann mein­ igi føroyingurin hevur lyndi til at blaka pengar av landinum, so nyttar lítið. Batar lítið at gráta um full­ veldi, tá lyndið er eitt træla lyndi. Eg veit ikki, hví føroyingar altíð eru so látur liga gávumildir – geva alt vekk, sjálvt um teir ikki eiga sýru í vegg at geva av. form., vegna Lands­ felag Pensjónista Sigvald KriStianSen forkvinna, Alzheimerfelagið Sigrún Mohr agnar artúvertin Bergtóra høgnadóttir JoenSen Áheitan frá Alzheimerfelagnum Til Almannamálaráðið Viðmerkingar til: Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um heimahjálp v.m. Eg veit ikki, hví føroyingar altíð eru so láturliga gávumildir umborð á Robert Mærsk Finn hanSen Nú klári eg ikki at halda mær meira viðmerkingar