Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2010 Tey, sum hildu helviti vera undir jørð fóru skeiv. Í hesum døgum hevur illimaður bygt sær býli í Haiti, har skríggini frá teimum livandi hoyrast fram um neyðarrópini úr húsaleivdunum og bønirnar um hjálp frá Harranum og umheiminum NáttúruvaNlukka Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í gøtunum liggja røðir av deyðum. Kvinnum, monn­ um og børnum. Millum tey deyðu og øgiliga deyða­ roykin liggja smá børn og sova. Tey hava ballað seg hjá deyðu næstringunum. Tí hvar skulu tey fara? Altjóða tíðindastovurnar siga frá hjartanemandi frá­ søgnum frá hjálparfólkum, sum streyma til van lukku­ rakta høvuðsstaðin í Haiti í hesum tímum. Eitt nú tíðindafólki frá norska blaðnum VG, sum meta, at hvør einasti borgari eigur onkran kæran undir húsa leiv dunum. Eisini verð ur mett, at í hvørjum húski eru millum fimm og seks fólk deyð. Og í gøtu­ num mala avvarðandi runt uttan mál ella mið. Tí hvar skulu tey fara? Útlúgvað hjálparfólk leita desperat við berum hond um í húsatoftunum. Fyri hvønn tíma sum gong­ ur fánar vónin um at finna fólk á lívi. Hetta í einum landi, sum hev ur verið um at hokna undan av neyð og armóð í manna minni. Av borgara­ kríggi, harðrendum eina­ ræði, fátækt og hungur, ana lfabetismu og AIDS. Hvar skulu tey nú fara? Helviti á jørð Haiti Liggur á vestara parti av oynni Hispaniola í Caribiska Havinum, eystanfyri Cuba. Landið var áður undir fronskum harradømi, men varð góðkent sum sjálvstøðugt ríki so langt afturi sum í 1825. Høvuðsmálið er kreolskt, men ein kemur eisini langt við fronskum. Í Haiti, sum er 17.750 ferkilometrar stórt, búgva umleið 9 mió fólk. Høvuðsstaðurin er Port au Prince, har tað búgva góðar 2 mió fólk. BTÚ hjá landinum er 1500 US dollarar fyri hvønn íbúgvan, og er landið nr. 156 í alheims høpi. Haiti er tjóðveldi. Forsetin eitur René Préval og forsætisráðharrin eitur Jean­Max Bellerive. 10 mió úr Danmark Danski statskassin fer at játta 10 mió danskar krónur í akuttari neyðhjálp til jarðskjálvtarakta økið í Haiti. Samstundis við hetta hevur Danmark boðið sær at senda fólk frá Beredskabsstyrelsen til krepputoymið hjá Sameindu Tjóðum í økinum.