hósdagur 14. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2010
Altjóða Reyði Krossur
metir at jarðskjálvtin
í Haiti hevur rakt úti
við 3 milliónir fólk.
Enn er óvist, hvussu
nógv fólk hava latið
lív. Men tøl millum
100.000 og 500.000
hava verið nevnd.
NáttúruvaNlukka
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Haiti. Meginparturin av
høvuðs staðnum
í
lítla
oyggja landinum uttan fyri
Mið amerikansku strondina
fór í sor í týskvøldið kl.
22.53 føroyska tíð. Skjálvt
in máldi 7,3 á Richter stiga
num og miðdepilin var bert
15 kilometrar frá høvuðs
stað num PortauPrince.
Reyði Krossur metir, at
van lukkan hevur rakt úti
við 3 milliónir fólk. Enn er
óvist, hvussu nógv fólk
hava latið lív. Men tøl mill
um 100.000 og 500.000
hava verið nevnd.
Vanlukkan er so um fat
andi, at hon verður saman
bor in við flóðalduna í
Suður asia, sum skakaði
heimin 2. jóladag 2004. Tá
doyðu umleið 230.000 fólk.
Var væntað
Sambært
CNN
ávaraðu
gransk arar longu í 2004 og
í 2008 um, at oyggin
Hi spani ola, sum er tvíbýtt
mill um Haiti og Domini
kans ka
Lýveldið,
kundi
verða rakt av einum álvars
lig um jarðaskjálvta.
Hetta er eitt sera við
brekið og seismiskt virkið
øk ið á jørðini. Tí eigur
jarða skjálvtin ikki at koma
óvart á jarðfrøðingar, sigur
Jian Lin, jarðfrøðingur á
Woods Hole Oceanographic
Institution í Massachusetts
við CNN.
Hispaniola liggur millum
tvær
tektoniskar
plátur,
Norð ur amerikansku
og
Cari bi sku.
Tá
pláturnar
gnad da móti hvørji aðrari
hen da jarðskjálvtar. Seinas
ti stóri skjálvtin á oynni
Hispaniola var í 1946. Tá
var hann 8,0 á Richter
stiga num, og fleiri enn
20.000 fólk vórðu hei m
leys. Sjálvtin týsdagin var
7,0
á
Richterstiganum.
Men av tí, at miðdepilin var
so
nær
høvuðsstaðnum
Port au Prin ce, eru av leið
ing ar nar so umfatandi.
Roknað verður ikki við,
at føroyingar eru staddir á
Haiti. Eini 10 danir vóru í
landi num undir skjálv t an
um. Tveir teirra eru ikki
funn ir enn.
Føroyar
senda
hjálp
Uttanríkisráðið hevur
gjørt av at lata 150.000
kr. í neyðhjálp til Haiti
Peningurin, sum Før
oyar lata til hjálp ar
arbeiði í Haiti, fer gjøg
n um Reyða Kross, sum
fylgir áheitanum frá
al tjóða Reyða Krossi
um, hvussu peningurin
kem ur best til gagns.
Uttanríkisráðið hevur
spurt seg fyri, um nakar
før oyingur er á Haiti.
Danska uttanríkisráðið
hev ur boðað frá, at
hvørki avvarðandi ella
nak ar føroyingur hevur
sett seg í samband við
tey um vanlukkuna á
Haiti.
Avrátt er, at uttan ríkis
ráðið í Føroyum fær frá
boð an, um føroyingar
eru á Haiti, ella um
kom ið verður fram á
nøvn, sum kunnu vera
før oysk. Uttanríkisráðið
fer at fylgja við støðuni
og um so er, at før oy ing
ar eru í vandaøkinum,
tek ur uttanríkisráðið
móti fráboðanum á
+298 306100 og á
mfa@mfa.fo.
Forsætisráðharrin í Haiti, Jean-Max Bellerive, hevur sagt við CNN, at talið á deyðum eftir jarðskjálvtan helst er langt oman fyri 100.000. Aðrar keldur meta, at talið á
deyðum liggur um eina hálva millión. Men enn er ongin vón um at fáa yvirlit yvir støðuna í rakta økinum, har hundraðtúsundatals fólk ongastaðni hava at fara
Haiti hart rakt
95 prosent afrikanarar
Flestu av teimum 9 mió íbúgvunum í Haiti hava
afrikanska bakgrund. 95 prosent teirra koma hagani,
meðan ein stórur partur av hinum hava europeiska
bakgrund. 80 prosent av fólkinum eru katolikkar, 16
prosent protestantar, meðan 4 prosent játta seg til annan
ella ongan átrúnað. Mett verður, at umleið helmingurin av
fólkinum útinna voodoo. Haiti telist millum londini við
størsta mutrinum, sambært Transparency International.
Einaræði og demokrati
Haiti varð í mong ár í hondunum á einaræðisharrunum
Francois Duvalier, vanliga nevndur Papa Doc og Jean
Claude Duvalier, vanliga nevndur Baby Doc. Hetta var
ávikavist í árunum 1957 til 1971, og aftur frá 1971 til
1986. Ein tilgongd fram ímóti fólkaræði fekk ein bráðan
enda við eitt hernaðarkvett í 1991. Ein sivil stjórn varð
sett á stovn í 1994, eftir trýst frá ST og USA. Eitt nýtt
kvett varð bart niður í 2001, og í 2004 varð forsetin, Jean
Bertrand Aristide tvungin at fara frá. Verandi forseti,
René Préval hevur sitið síðani 2006.